Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Jóhannes Erik Køtlum hevur sagt seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri Betri Banki hevur keypt ein fjórðing av Suðuroyar Sparikassa Tveir triðingar av fólkinum í Skálafirði sigur, at bygdin eitur Skálafjørður Eivør gjørdist størsti vinnarin av FMA. Hon fekk tríggjar virðislønir Articon og Landsverk hava skrivað undir sáttmála at gera Hvalbiartunnilin Hvalbiartunnilin MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur var avlopið hjá Betri Banka í fjør. 96,5 Tunnilin millum Tvøroyri og Hvalba Rok hevur verið um nýggja Hvalbiartunnilin, sum skal gerast, tí nakrir hvalbingar halda, at hann liggur á skeivum stað. Nú hava teir tó valt at slakað aftur, fyri ikki at beina fyri allari verkætlanini. Hósdagin skrivaðu Articon og Landsverk undir avtaluna at gera nýggja Hvalbiartunnilin. Arbeiði fer í gongd beinanvegin, sigur Articon. Gamli Hvalbiartunnilin er hin elsti í landinum, frá 1963. Nýggi tunnilin verður 2,5 kilometrar langur og fer at kosta 272 milliónir krónur. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Um fólkaatkvøđa var á Skála um at broyta bygdarnavniđ, og meirilutin atkvøddi blankt, hevđi tađ so veriđ Blankaskála? Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 7 m/s. Um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s av landnyrðingi. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.   Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, seinni gul av norðri, 2 til 5 m/s. Sum frá líður turt og sólglottar og hitin um 5 stig. Um náttina veksur hann vindin av útsynningi í gul til stívt andøvsgul 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 2 kuldastig og 5 hitastig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Regn ella vátaslettingsæl, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið í støðum. 5-10 m/s 8-13 m/s Skuldi nakar ivast, so verður bæði løgtingsval og fólkatingsval í ár. Flokkarnir brynja seg til stríðið og fylgir ein eitt sindur við í føroyskum politikki, so sæst væl, at fepurin ger um seg. Undrist yvir um vit nakrantíð hoyrt okkara háttvirda Løgting í uppskotum brúkt so nógvan pening nakrantíð fyrr. Tað verður gjarað út til høgru og vinstru. Vit trúðu, at samfelagið hetta væl saman, men verður hugt í samferðsluætlanina, sum var til viðgerðar herfyri, so er nógv eftir at gera. Og tað skal gerast nú. Seinasta stóra samanbindingin verður til Suðuroyar og tað verður í 2030. Ája! Frá fiskivinnuni hoyra vit ikki serliga nógv í løtuni. Tað plagar at merkja, at tað gongur hampuliga væl. Undir Føroyum fáa skip og báaar nógvan fisk og uppsjóvarskipini hava eisini fingið sín part, sjálvt um ongin lodna bleiv í ár. Vit gerast alt fleiri fólk í landinum. Bert í seinasta 12-mánaða skeiðnum gjørdust vit 841 fólk fleiri í Føroyum. Bróta vit tølini eitt sindur sundur, so koma meira enn tvey fólk til landið – antin sum nýføðingar ella sum tilflytarar – hvønn einasta dag. Hetta er sjálvandi gleðiligt, men tdað setir eisini avbjóðingar til samfelagið at taka ímóti so nógvum fólki. Vinnuliga verður enn koyrt við fullari ferð. Búskaparráðið sigur, at tað almenna helst ikki skal gera so nógvar íløgur í góðum tíðum, men heldur goyma peningin til privata vinnan ger færri íløgur og so heldur tá gera tær almennu íløgurnar. Lurta vit eftir Búskaparráðnum ? Nei. Ája! Grækarismessan er farin afturum og tað er vorðið munandi ljósari. Fuglaljóð er aftur at hoyra og uttan mun til alt nýmótans samskifti, so eru fuglaljóð og vanligt tos millum fólk í mínari verð, tað veruliga samskifti. Mangan kann eg innast at veðrinum í Føroyum, sum kann vera únniligt bæði vetur og summar, men hinvegin fegnist eg, sum eitt kvøld nú í vikuni eg koyrdi millum bygdir. Blikalogn og klárur himmal. Hvat kann tá vera betri? Ája! Vit fegnast um at tað gongur væl í Føroyum. Politikararnir kjakast um, hvør av teimum eigur rós fyri tað. Sjálvur haldi eg, at politikararnir skulu loysa nakrar samfelagsuppgávur, men annars bert skapa vinnukarmar. Tað riggar ofta best. Vinnan skal virka sjálvstøðugt, men 100 prosent undir ábyrgd. Eg veit tað ikki altíð er lætt at fáa tað at virka so, men eftirhondini hava vit so nógvar eftirlitsstovnar, at tað eigur at bera til. Í einum so lítlum samfelag vita øll beinanvegin, tá ið onkur fer út um karmarnar. Tað verður tosað um tað og so mugu eftirlitsstovnarnir sláa til. Annars er ongin grund til at hava teir. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Nú restar minni enn kilometur eftir at bora av Eysturoyartunlinum? Flest fólk flyta til Havnar, í Eysturoynna og í Vágar. 8-13 m/s