Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN KARSTEN HANSEN, Klaksvík Landsstýrismaður í fíggjarmálum 1998 – 2004 og 2008 Landsstýrismaður í heilsumálum 2011 – 2015 Løgtingsmaður 2004 – 2011 Frá ungum árum havi eg verið virkin í Tjóðveldisflokkinum. At føroy­ ing ar ráða í egnum landi og taka avgerðir um øll viðurskiftir, sum hava við okkum sjálvi at gera, er fyri mær sjálvsagt. At taka ábyrgd fyri egn­ um lívi og fyri egnum landi er eisini ein sannføring, sum kemur við míni kristnu trúgv. Tí frá barnaárum havi eg lært, at eg sjálvur standi til ábyrgd fyri mínum Guði. Í 2006 var tað eisini mín kristna sannføring, sum gjørdi, at eg mátti skifta flokk og fara í Miðflokkin. Tíverri eru kristnu virðini, sum eru so týð andi fyri okkara samfelag, undir trýsti frá fleiri síðum. Og í 2006 fór kavabólturin veruliga á rull við broytingini í § 266b í revsilógini. Síðani tá er ein lógarbroyting fyri og onnur eftir samtykt, sum í mínum eyg­ um eru í beinleiðis stríð við Skriftina. Í roynd og veru fer eitt siðaskifti fram, har okkara samfelag við rúkandi ferð flytir seg frá kristna grundvøllinum, sum fyri mær at síggja er besta og einasta trygga grundarlagið undir okkara nútíð og framtíð. Vit eru sera bláoygd, um vit halda, at broytingarnar í hjúnabandslógini, lóg um løgfrøðisligt kynsskifti og mangar aðrar líknandi lógir ikki fara at hava avleiðingar fyri okkara samfelag. Vraka vit tey felags virðir og tær felags samtyktir, sum hava verið galdandi, fara vit samstundis at vraka teir felags ágóðar, hesi virði og samtyktir hava givið okkum. Okkara vælferðarsamfelag hevur í roynd og veru sín uppruna í kristna lívs­ og menniskjasýninum. Vælferðarsamfelagið byggir á samhaldsfasta hugsan, har tey sterku lyfta tey veiku, sum er ein meginregla í kristnu læruni. Skúgva vit kristna grundarlagið til viks, fer samhaldsfestið eis­ ini at víkja og svíkja. Úrslitið er ein heimur, har hvør sættar sær og har EG­hugburðurin vinnur á HINI­hugburðinum. Og júst EG­hugburðurin er frammalaga í dagsins samfelagi, har smáir minnilutabólkar seta krøv til alt samfelagið og lóggávumyndugleikan fyri at møta teirra per són­ ligu ynskjum. Komandi val fer at hava stóran týdning, um tað skal bera til at venda skeivu gongdini. Vangamynd Tey vilja búgva í Skálafirði Fólkaatkvøðan um bygdanavnið gav eitt greitt úrslit – bygdin skal eia Skálafjørður ÁRNI GREGERSEN F yri at fáa loyst eina trætu um navnið á bygdini, tey búgva í, sam­ tykti Runavíkar kommuna at skipa fyri einari fólkaatkvøðu. Á atkvøðuseðlinum kundu tey 83 fólkini, sum høvdu valrætt, seta kross við annaðhvørt Skálafjørður ella Skálabotnur. Tá ið talt varð upp týskvøldið vísti tað seg at tveir triðingar halda, at bygdin skal eita Skálafjørður, meðan ein triðingur setti kross við Skálabotnur. Í tølum søgdu 58 Skálafjørður og 26 Skála­botnur. 74 av teimum 83, sum høvdu valrætt tóku lut í fólkaatkvøðuni og tað vóru sløk 90 prosent. Adressa orsøkin Tað var ein adressa til kommununa og stað­ ar­navnanevndina, sum var orsøkin til at fólkaatkvøðan varð hildin nú. Hvørki kommunan ella staðarnavn­ anevndin vildi gera nakað við eina adressu, har ivasamt var, hvør hevði skrivað undir. Tí valdi kommunan at skipa fyri veg­leið­ andi fólkaatkvøðu. Hvat nú fer at henda við navninum er óvist, tí staðarnavnanevndin hevur ikki seinasta orðið. Nevndin hevur einaferð grundgivið fyri og ásett nygdanavnið til Skálabotnur. Men avgerðirnar hjá hjá nevndin kunnu kærast til landsstýrismannin við menta­ mál­um. Um tað verður gjørt nú er ivasamt, men Tor­bjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at úrslitið av fólkaatkvøðuni verður sent bæði til staðarnavnanevndina og menta­málaráðið Valstýrið bíðåar til klokkan verður 20 og tað verður klárt at telja uppValstýrið í Skálafirði.JPG