hósdagur 14. mars 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
7
ÓLUVA NATTESTAD
Á
einum lítlum verts
húsið á Frederiksberg
situr føroyski Óli
Gynvar Poulsen og
fortelur lívssøgu sína. Tey á
vertshúsinum Sekseren kenna
væl “Ole”, sum vitjar her fleiri
ferðir um vikuna. Klokkan er
tvey hendan týsdag seinnapart,
men vertshúsið er longu hálv
fult.
Eigarin hevur latið okkum
eitt bakhøli, har vit kunnu práta
í frið. Tað verður dekkað upp
við jarðnøtum, saltstongum og
Tuborg Classic. Ongin hurð er,
og av og á kemur onkur av hin
um regluligu gestunum inn og
vil heilsa upp á. Óli kveistrar við
ørmunum fyri at vísa, at hann
ikki vil órógvast.
Óli er 78 ár, samkyndur, og
hevur búð niðri í meir enn 60 ár.
Hann varð føddur 1940 í Klaksvík
har hann vaks upp í Víkunum.
Hann var næstelstur av trimum
systkjum til foreldrini Jógvan
og Ninnu Poulsen. Pápin sigldi
og mamman skolaði fisk. Óli
minnist væl aftur á barndóms
árini.
– Eg vaks upp í einari familju,
sum góvu mær nógvan kærleika
og tryggleika. Eg gekk í skúla og
sunnudagsskúla sum øll onnur.
Vit vóru ikki Guðs bestu børn
og vit gjørdu illa fortreð, men
vit manglaðu ongantíð nakað.
Eg havi bara gott at siga um mín
uppvøkstur.
Fremmant orð
Sjálvt um Óli av og á vitjar í Før
oyum og tosar týðiligt klaks
víksmál, so hoyrist at hann
hevur verið burtur leingi. Men tá
hann verður biðin um at greiða
frá tilveruna sum samkyndur
í Føroyum í 50’unum, steðgar
hann á. Hann veit ikki hvat orðið
samkyndur merkir. Orðið kom
nevniliga ikki inn í føroyska
málið fyrr enn í 1988, og tá
hevði Óli longu búð niðri í 30
ár. Óansæð visti Óli longu sum
smádrongur, at hann var drigin
at sama kyninum.
– Longu sum 10 ára gamal
visti eg, at eg var til menn.
Fyrstu ferð eg var saman við
einum manni, var eg 12 ella 13
ár, og tað kendist rætt. Tað var
bara tann kenslan eg hevði, men
eg visti ikki, um man kundi liva
opið sum samkyndur. Tá hevði
man ikki sjónvarp, og kundi ikki
lesa um tað nakrastaðni.
Óli greiðir frá, at tað aloftast
vóru giftir menn, sum livdu eitt
dupultlív, ið hann var saman við.
Tað kann tykjast ógvusligt
fyri summi, at man ger sær tí
líkar royndir á so ungum aldri
sum í førinum hjá Óla. Men
hann heldur fast í, at hann ikki
minnist illa aftur á tíðina og tær
hendingar hann var fyri.
- Tað er ongin, sum hevur mis
brúkt meg. Ongin hevur lokkað
meg. Eg havi eisini sjálvur lagt
upp til tað, og helt tað var spenn
andi. Eg tók tað heila sum eina
uppliving.
Dyrgdi í Keypmannahavn
Sum 14 ára gamal fór Óli úr
skúlanum og bleiv messudrong
ur á sama báti sum pápin sigldi
á. Men lívið á sjónum tiltalaði
hann ikki. Honum dámdi væl
at spæla gitar og ganga til dans.
Eisini dámdi honum væl blómur,
og sum 18 ára gamal fekk hann
lærupláss sum gartnari í Greve
og flutti tí til Danmarkar at
búgva.
Komin niður í 1958 fann
hann skjótt útav, at lívið sum
samkyndur var øðrvísi og hevði
nógv meira at bjóða upp á enn í
Føroyum.
Um vikuskiftini leitaði hann
sær inn til Keypmannahavn, har
tey, ið ikki passaðu inn í viður
kenda samfelagið, hildu til.
Býarparturin sum í fólkamunni
kallast “Pisserenden”, liggur
mitt í býnum og var millum
mest tiltiknu tilhaldsstøðini hjá
skøkjum, trekkjaradreingjum og
samkyndum. Óli minnist aftur á
fyrstu ferð hann vitjaði á hesum
gøtum.
– Skøkjurnar hingu út gjøgn
um vindeyguni uppi yvir verts
húsunum. Men man skuldi álíka
væl vera ordiligur og sleppa sær
av við tyggigummi, um man vildi
keypa sær eina øl. Aftan á eina
løtu fekk eg eyga á tvær flottar
damur uttan fyri eitt vertshús,
og eg hugsaði beinanvegin, at
har mátti eg fara inn.
Tað vísti seg skjótt, at damur
nar báðar, sum Óli hitti henda
fyrsta dagin í Pisserenden, vóru
føroyskar. Harafturat vóru tær
als ikki kvinnur, men trans
vestittar. Ein teirra var Rólant
Samuelsen, sáli, sum var ein av
fyrstu føroyingunum, sum livdi
eitt alment lív sum samkyndur í
Føroyum. Teir báðir vóru tættir
vinir inntil Rólant doyði í 1992.
Trekkjaradreingirnir
í Keypmannahavn
Frá síðst í 1940’unum fram til
síðst í 1980’unum vóru trekkjara
dreingir ein fastur partur av
býarmyndini við Pisserenden og
Ráðhúsplássinum í Keypmanna
havn. Óli fall beinanvegin til í tí
sprøkluta býarlívinum her. Líka
sum so nógvir aðrir dreingir og
menn tá, byrjaði hann at dyrgja
á gøtunum í høvuðsstaðnum, og
hann royndi enntá at vera við í
fleiri pornofilmum.
Óli Gynvar Poulsen:
– EG ANGRI ONKI
Longu sum 10 ára gamal visti Óli Gynvar Poulsen úr Klaksvík, at
hann var samkyndur. Í dag er hann 78 ár og er millum teirra, ið kann
greiða frá tilveruni sum trekkjaradrongur í Keypmannahavn langt
áðrenn Gay Pride skrúðgongur og AIDS gjørdust almenn fyribrigdi
Ein ungur Óli í 1950'unum. Honum dámdi væl at spæla guitar