hósdagur 14. mars 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
8
Hóast trekkjaradreingirnir
vóru ein integreraður partur av
tí samkynda býarumhvørvinum,
so vóru teir langt frá altíð sjálvir
samkyndir. Nógvir dyrgdu fyri
vinnings skyld, meðan aðrir
gjørdu tað fyri at fáa eitt upp
livilsi. Óli hoyrdi til seinna bólk
in, og hann fortelur heilt opið
um hesa tíðina.
– Vit vóru nógvir trekkjara
dreingir sum gingu við Ráð
húsplássið. Har fekk man altíð
samband við onkran, og tað
vóru øll sløg av mannfólki, sum
komu har. So ornaði man tað
onkrastaðni nærhendis á einum
wc ella man tók ein taxabil og
koyrdi longur vekk. Tað vóru
fleiri, sum livdu av tí, men eg
sjálvur gjørdi tað ongantíð fyri
pengar. Eg bað ongantíð um
meira enn fyri ein taxa aftur til
Ráðhúsplássið, men onkuntíð
fekk man eitt sindur eyka aftur
fyri, sigur hann
– Tað vóru lív og glaðir dagar
í gøtunum alt samdøgrið. Tað
var eitt lívligt, men eisini trygt
umhvørvi, har man hevði tað
stuttligt samstundis, sum man
passaði upp á hvønn annan. Tað
besta var, at eg var fríur at gera
sum mær lysti og gera mær tær
royndir, eg hevði hug til, uttan
at hugsa um hvat onnur hildu.
Ljóta lógin
Í 1961 bleiv lóg sett í gildið, sum
í miðlunum varð rópt “Den
Grimme Lov”. Lógin var ein
roynd hjá danska statinum
at steðga prostitutión millum
menn. Tað var nú revsivert fyri
fólk av sama kyni yngri enn 21
ár at hava kynsligt samband, um
pengar ella onnur virðir vóru
uppií. Lógin bygdi upp á tað
sjónarmiðið, at ungir hinskyndir
menn kundu lokkast at vera
saman við eldri monnum fyri
pening og enda í prostitutión.
Lógin gav politinum størri
heimild at leggja eftir monnum
í samkynda umhvørvinum. Sum
trekkjaradrongur merkti Óli væl
til hetta.
– Man skuldi verið ansin tá, tí
tað var nógv politi á gøtunum.
Teir lótu seg í vanlig klæðir og
njósnaðust runt umkring har
vit hildu til. Um man stóð inni
á vesinum og fekk samband við
ein mann, so kundi tað vísa seg,
at hann var politistur. Um man
hevði uppført seg ósømiligt fekk
man eina ávaring ella eina bót.
Eftir nógvar atfinningar varð
ljóta lógin longu avtikin aftur í
1965. Almenningurin var farin
at síggja tey samkyndu sum
ein jagstraðan minniluta og
ein bólkur, sum varð órættvíst
viðfarin. So við og við fingu tey
samkyndu fleiri rættindi, millum
annað í 1973, tá tað gerst lógligt
at dansa alment við einum av
sama kyni.
AIDS farsóttin
Í 80’unum broyttist alt, tá HIV
og AIDS farsóttin sendi skelka
bylgjur gjøgnum samkynda
umhvørvið. Tað vóru nevniliga
mest samkyndir menn, sum
vórðu smittaðir, og fleiri av
vinfólkunum hjá Óla doyðu av
AIDS. Hann metir sjálvur, at
hann misti fleiri enn 20 vinir
og kenningar til sjúkuna. Teirra
millum var Rólant Samuelsen.
Sjúkan sett týðiligi spor á tey,
sum vóru smittað minnist Óli.
– Knappliga var sjúkan bara
har, og man sá, hvussu illa fyri
fólk gjørdust. Á vertshúsunum
har vit hildu til sótu klænir
menn við umbindingum og
handskum á. Tað var óhugnaligt
at vera vitni til.
Tá hann hugsar aftur á sín
livihátt hevur Óli enn ilt við at
skilja, hvussu hann sjálvur slapp
undan at verða smittaður.
– Eg havi verið heilt ófatiliga
heppin. Eg havi verið saman við
fleiri enn 1500 monnum og havi
ongantíð brúkt fyribyrging. Hví
eg skuldi vera so, heppin veit eg
ikki.
Føroyingur varð dripin
Nakað annað, sum eyðkendi
hetta býarumhvørvið í 80’unum,
vóru tey sterku rúsevnini, sum
av álvara vóru komin í umferð í
býnum. Óli veit um fleiri, bæði
føroyingar og danir, sum hava
latið lív í gøtunum orsaka av
rúsevnismisnýtslu. Rúsevni
vóru um hetta mundi eisini í
umferð millum trekkjaradreing
irnir, sum gjørdust alsamt meira
brotsligir og harðligir.
Óli hevur ongantíð følt seg
ótryggan við at ganga úti, hóast
hann einaferð varð sligin niður
í H. C. Ørstedsparkini inni í
býnum. Júst henda parkin
var um kvøldarnar væl vitjað
av samkyndum monnum og
trekkjaradreingjum, sum kundu
fjala seg í nógvu runnunum
har. Óli minnist serliga væl eina
óhugnaliga hending sum fór
fram her.
– Ein dagin kemur politiið inn
á vertshúsið Madam Arthur, har
vit sita. Ein føroyskur maður
varð funnin dripin í H. C. Ør
stedsparkini, og politiið leitaði
eftir møguligum vitnum millum
teir samkyndu og trekkjara
dreingirnir. Teir vistu, at eg var
føroyingur, og teir spurdu, um
eg kendi henda mannin, men eg
fekk ikki hjálpt teimum.
Hin dripni var tvørámaðurin
Mikkjal Pauli Olsson, sum ar
beiddi sum bakari í Keypmanna
havn. Sambært politinum varð
hann stungin niður og tveittur
í vatnið sum er mitt í parkini.
Tveir danir vórðu seinni hand
tiknir fyri drápið, sum vísti seg
at vera eitt ránsmorð.
Møtti ongar fordómar
í Føroyum
Teir seinastu trekkjaradreingirnir
hvurvu meir ella minni frá gøtu
num síðst í 80’unum, og í dag eru
teir ístaðin at finna á netinum.
Skøkjurnar eru eisini langt síðan
horvnar, og tey flestu vertshúsini
í Pisserenden, sum vóru fyri
samkynd, eru í dag stongd, tó
nøkur eru eftir. Óli gavst eisini so
líðandi at dyrgja. Býarumhvørvið
broyttist nógv um hetta mundið,
og tað var ikki líka stuttligt sum í
teimum farnu áratíggjunum.
Í dag býr Óli í einari íbúð á
Frederiksberg, stutt frá verts
húsinum har vit sita. Beint við
býr Erik, sum er pensioneraður
sálarfrøðingur. Teir møttu
hvørjum øðrum fyri útvið 30
árum til eitt karneval inni í býn
um og hava teir hildið saman
líka síðan.
Hóast Óli hevur dyrgt nógv
á gøtunum og verið saman við
fleiri monnum enn hann hevur
tal á, so hevur hann altíð livað
eitt púra vanligt lív við síðuna
av. Hann arbeiddi sum sjúkra
røktari meginpartin av lívinum
og hevur tað mesta av tíðini
livað í føstum parlagi.
Fýra makar hava verið við
honum heima og vitja familju og
vinir hansara í Føroyum. Hóast
tað ikki var vanligt at liva opið
sum samkyndir tá, so hava teir
aldrin lagt oyra til fordómsfullar
viðmerkingar ella hóttanir av
nøkrum slag.
– Føroyar eru meira konserva
tivar á hesum økinum enn Dan
mark, og tí havi eg av og á verið
stúrin fyri, hvussu fólk fóru
at reagera, tá eg kom heim við
einum øðrum manni. Men satt
at siga hava vit ongantíð verið
úti fyri nøkrum. Øll vistu, at vit
vóru samkyndir, tí vit vóru heilt
opnir um tað. Vit skeltaðu tó
ongantíð við tí, og tað var heldur
ikki nakað man tosaði hart um.
Einasta samskifti um sam
kyndleika hjá Óla var, tá hann
kom úr skápinum og skrivaði
foreldrunum eitt bræv úr Dan
mark. Sambandið til foreldrini
var altíð gott, og tey søgdu
ongantíð nakað til, at hann var
samkyndur. Hann er takksamur
fyri, at hann fekk betri viðferð
og stuðul heimanífrá, enn so
nógv onnur samkynd fingu tá.
– Eg havi kent nógv frá mín
um egna ættarliði, sum aldrin
komu úr skápinum. Onkur
situr á ellisheimi í dag, onnur
eru enn gift við einum maka av
hinum kyninum. Eg havi aldrin
í lívinum kent, at eg átti at
skammað meg yvir, hvør er var,
og tað haldi eg kemur heimaní
frá. Foreldur míni eiga nógv í
mær.
Óli heldur, at tað júst er or
saka av opinleika sínum, at onn
ur hava havt lætt við at góðtaka
hann sum hann var. Sjálvur
hugsar hann við gleði aftur á
lív sítt og tey fólkini hann hevur
kent.
– Eg havi ferðast og møtt
nógvum fólkum av øllum slag.
Eg vil unna øllum at liva eitt so
gott lív, sum eg sjálvur havi. Eg
angri onki.
OLUVA@SOSIALURIN.FO
- Eg havi kent nógv frá
mínum egna ættarliðið
sum aldrin komu úr
skápinum. Onkur situr
á ellisheimi í dag, onnur
eru enn gift við einum maka av hinum
kyninum. Eg havi aldrin í lívinum kent at
eg átti at skamma meg yvir hvør er var.
Mynd frá 70'unum
Mynd frá 70'unum
Óli á stamvertshúsinum "Sekseren" í 90'unum