hósdagur 14. mars 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
9
HESI SKULU ÁSETA LØNIR HJÁ SÆR SJÁLVUM OG HINUM TINGFÓKUNUM
Løgtingið hevur nú valt eina nevnd, sum skal taka støðu til, hvørja løn og eftirløn løgtingsfólk skulu
hava aftan á næsta løgtingsval. Tað er í sambandi við uppskotið hjá Páll á Reynatúgvu um at hækka
løgtingslønina og broyta fyrimunarligu pensjónina, at nevnd verður sett við umboðum úr øllum
flokkum: Fólkaflokkurin: Jørgen Niclasen, Sambandsflokkurin: Bárður Nielsen, Javnaðarflokkurin:
Helena Dam á Neystabø, Sjálvstýrisflokkurin: Kári P. Højgaard, TJóðveldi: Annita á Fríðriksmørk og
Miðflokkurin: Jenis av Rana.
Nú Bjørg Róin og Ann
Ellefsen hava virkað við
Føroya Studentaskúla og
HF-skeið og á Glasi í ávik
avíst 40 og 30 ár var hetta
hátíðarhildið. Starvsfelag
arnir høvdu í felag skrivað
hesa røðuna, sum Kinna
Poulsen flutti fram:
Góðu Bjørg og Ann!
Hjartaliga til lukku. At júst
hetta hátíðarhaldið skuldi vera
8. mars undrast vit, tykkara
starvsfelagar, onga løtu í, tí tit
báðar eru tvey rættilig konu
brot. Nú tit hava ávikavíst 40
og 30 ára starvsdag, býðst
høvið til at steðga á og spyrja
hvussu henda tíðin er farin, og
hvat hon er farin við í lærara
starvinum fyrst í Hoydølum,
sum í nógv ár var arbeiðspláss
ið, og nú hetta skúlaárið á
Glasi.
Ímyndin av tykkum báðum
er hon, at tit eru bókmenta
frøðingar og nærmastu
fakkollegar í dansktlærarabólk
inum. Bókmentafrøðin hoyrir
til hugmyndafrøðina og ikki
kann sigast annað enn, at tit
báðar, Ann og Bjørg, hava brent
fyri hesi vísindagrein. Arbeiði
tykkara hevur fyri hópin av
næmingum latið dyrnar upp –
inn í tann litterera heimin, tað
veri seg tann føroyska ella tann
danska. Vit vita, at danskt sum
lærugrein hevur verið fyri
stórum broytingum í tykkara
tíð og tað hevur harmað nógv
av okkum, at lærugreinin
danskt hevur mist status sum
obligatorisk lærugrein.
Eingin ivi er um, at júst
fagurbókmentirnar eru eitt tað
mest týðandi at miðla til
næmingar. Hvat skuldu vit
gjørt uttan H.C. Andersen,
Inger Christensen, Tove
Ditlevsen ella okkara Hans
Andrias Djurhuus, William
Heinesen, Guðrið Helmsdal ella
Róa Patursson? Tað er ikki at
taka munnin ov fullan at siga,
at hetta er ein hin mest týðandi
lærugreinin á skúlanum, tí hon
fremur empati og fantasi - tað
er gjøgnum bókmentirnir, vit
lesa um ymisk lív og fáa innlit í
fjølbroyttar lívsroyndir bæði
eydnusamar og sorgarbundnar
– tað er í bókmentunum,
gomlum sum nýggjum, vit læra
sosial atlit og verða gjørd greið
yvir, hvørjar trupulleikar
menniskju stríðast við. Georg
Brandes skrivaði um hetta í
einum teksti í 1908:
“Når vi læser sådan, at vi
personligt tilegner os, så føler
vi her det inderste punkt i
begivenhedernes gang, i
handlingernes oprindelse,
karakterpunktet, viljespunktet,
lidenskabspunktet, det archi
mediske punkt, hvorfra jorden
bevæges – tildragelsernes og
selve historiens nerve ligger
blottet for vore øjne. Hvorfor
skal vi altså læse? For at forøge
vor indsigt, aflægge vore
fordomme og blive i stedse
højere grad personligheder..”.
Tit báðar, Bjørg og Ann eru
persónligheitir. At greina og
tulka, at lesa nýggjastu bøkur
nar, sum koma á marknaðin, at
lesa klassikarar á donskum og
føroyskum hevur verið tykkara
starvsøki og tað, tit hava brent
fyri at miðla, tí tit vita, hvønn
lívsvísdóm hetta gevur. Tó skal
leggjast aftrat, at tit hava havt
líka stóran týdning fyri okkum
tykkara starvsfelagar, bæði
sosialt og tá vit hava vent
okkum til tykkara við spurn
ingum um bókmentir, stavi
mátar, grammatik o.s.fr. – frá
tykkum hava vit altíð fingið
góð ráð og vegleiðing.
Í tykkara tíð hava broyting
arnar verið nógvar, men
miðlakollveltingin, sum kom í
1990'unum man hava verið hin
størsta og ógvisligasta broyt
ingin. Loyvi mær í tí sambandi
num at vísa til Søren Kirke
gaard, sum av góðum grundum
ikki kundi siga, hvat hann helt
um Instagram ella Facebook.
Men sum Cicilie Egholm
Tonnesen skrivar í einum
kronikki í Informatión, so
forðar tað ikki Kierkegaard í at
forútsíggja ávísar trupulleikar í
komandi miðlum. Hann
skrivar:
“Sæt En opdagede et
Instrument, et beqvemt lille
Talerør, der dog var saa stærkt,
at det kunde høres hele Landet
over: mon saa ikke Politiet
vilde forbyde det, af Frygt for,
at hele Samfundet vilde blive
vanvittigt forstyrret, hvis det
brugtes.”
– Jú, vit hava helst øll havt
hug at ringt til løgregluna
onkuntíð og fingið tey at taka
órógvandi fartelefonir frá
næmingunum ella um ikki
annað so at sløkkja fyri
Snapchat, Facebook, Twitter,
Jodel og Instragram og hvat
teir eita – allir hesir mongu
sosialu pallarnir í virtuella
heiminum. Tó kunnu vit ugga
okkum við, at bókin sambært
nýggjastu spádómunum fer at
yvirliva í nógv ár aftrat, so tit
verða ikki arbeiðsleysar í bræði.
Bjørg hevur gjøgnum eitt
langt lív verið lestararvegleið
ari, hevur undirvíst á Setrinum,
hevur verið við í kanningum
m.a. um hví næmingar gevast
at ganga á miðnámi og hevur
sum heild altíð verið upptikin
av lestrarmøguleikunum hjá
ungdóminum, eisini hevur hon
verið lærararáðsforkvinna og
álitisfólk. Ann hevur verið
lærugreinaráðgevi í føroyskum,
hevur eitt nú ritstjórnað og
skrivað Sýni og Dýpi umframt
lærugreinatilfar um William
Heinesen og Martin Joensen,
hon hevur verið partur av og
forkvinna í nevndini, sum velur
út føroyskar bókmentir til
Norðurlendsku bókmentavirð
islønina, nevndarlimir í YF
o.s.fr.
Tit báðar, Ann og Bjørg, hava
havt og hava framvegis álit,
ávirkan og ábyrgd har tit eru.
Við eini heilsan aftur til
áðurnevnda Kierkegaard ber
eisini til at siga um tykkum
báðar, at tit eru estetikarar upp
á hvør sín máta – og harvið
meinast við, at tit báðar hava
stóran tokka til bókmentir sum
listagrein, hetta, at fáa eina
listarliga uppliving av at lesa,
man verða tann optimala
heilavenjingin, nú modernaða
námsfrøðin verður grundað á
gransking av heilanum.
Vit, sum her sita, tykkara
starvsfelagar gjøgnum øll hesi
ár, takka tykkum fyri gott
samstarv og fyri tykkara stóra
arbeiði – vit kunnu av sonnum
verða samd um, at vit hava
fingið stóra nyttu av tykkara
ídna arbeiði við at menna tað
týdningarmesta, vit eiga –
Ungdómin.
Ann og Bjørg studenskúlalærarar í 70 ár
Ann Ellefsen og Bjørg Róin, studentaskúlalærarar á Føroya Studentaskúla – seinni Glasi, hava havt ávikavist 30 og 40 ára starvsdag. Tað var
hátíðarhildið seiansta fríggjadag – á kvinnudegnum 8. mars
Kinna Poulsen, studentaskúlalærari,
helt vegna starvsfelagarnar røðuna
fyri teimum báðum, Ann og Bjørg