Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 10 Útoyggjar TEMA: Útoyggjar FÆRRI ENN EITT HÁLVT PROSENT BÚGVA Á ÚTOYGGJ Føroyska samfelagið hevur ment og flutt seg við risafetum síðstu øldina og sæst hendan broyting eisini aftur í búsetingarmynstrinum í landinum. Tíverri fyri útoyggjarnar hevur tað merkt, at fólkatalið er munandi minkað og eru tað í dag rættiliga fá, ið kalla útoyggjarnar fyri sín heimstað HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 1 8 eru tær føroysk oyggj­ar­ nar, harav 17 eru bygdar. Av teim­um 17 eru 6 teirra knýtt­ar saman við undir­ sjóv­artunl­um, brýr og byrgingum, með­an sjó- og loftvegis samband er til hinar 11 oyggjarnar. Av teim­ um 11 oyggjunum eru tær 8, ið verða kallaðar útoyggjar. Talan er um oyggjarnar Fugloy, Svínoy, Kals­oy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúv­oy og Stóra Dímun. Heitið útoyggjar verður brúkt um tær smáu oyggjarnar í Føroyum, ið liggja uttanfyri meg­ in­økið ella sum ikki hava gott ferðasamband til meginøkið. Suð­ ur­oyggin, Sandoyggin, Nólsoy og Lítla Dímun verða ikki roknaður við í hendan bólk av ymiskum ávum. Fólkafátækar oyggjar Hóast heitið fevnir um nærum helm­ingin av øllum føroysku oyggj­unum, so táttar samlaða fólka­talið í útoyggjunum ikki ein­ gongd upp á ½ prosent. 1. januar 2019 búleikaðust nevni­ liga í alt 51.371 fólk í Føroyum. Av hesum búðu einans 216 av teimum á einum av útoyggjunum. Tað er 0,42 prosent av fólkatalinum. Av teimum 216 íbúgvunum hava 75 av teimum bústað í einum av teimum fýra bygdunum á Kals­ oynni, harav 33 á Húsum, ið er størsta bygd á útoyggj. Skeiv gongd Føroyska samfelagið hev­ur ment og flutt seg við risa­fet­um síðstu øldina og sæst hend­an broyting eisini aftur í bú­set­ing­ ar­mynstrinum í landinum. Tíverri fyri útoyggjarnar hevur tað merkt, at fólkatalið er munandi minkað og eru tað í dag rættiliga fá, ið kalla útoyggjarnar fyri sín heim­stað. Á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Strand­ferðsluni á heysti 2017 vísti Hans Pauli Strøm, sosiologur, á, at fólka­talið á útoyggj var ein fimt­ ing­ur av tí, ið tað var í 1950. - Í 1950 búðu 200 fólk í Fugloy. Har er talið nú 45. Í Svínoy búðu 174 fólk. Nú eru tey 29. Soleiðis er gongdin á øllum útoyggjum. Á Kalsoynni vóru 312 fólk í 1950 sam­anborið við 76 nú. Í Mykinesi vóru 141 samanborið við 14 í dag. Í Skúvoy búgva nú 32 fólk. Tey vóru 144 beint eftir kríggið, skrivar Strandferðslan í blaðnum Fólk á ferð frá heysti 2017. Tølini fyri hesar oyggjar eru stórt sæð tað sama í dag tvey ár eftir, at framløgan var á há­tíð­ar­ hald­inum. Fólkatalið í Fugl­oy er 37, í Svínoy 27, á Kals­oynni 75, í Myki­nesi 14 og í Skúvoy 32. Hvussu negativ gongdin hevur verið í fólkatalinum á hesum oyggj­um verður uppaftur greiðari, tá hugt verður eftir fólkatalinum í restina av landinum sama tíðar­ skeið. Tí meðan útoyggjarnar hava havt trupult at halda upp á síni fólk, hevur miðstaðarøkið verið fyri einum ógvusligum vøkstri. - Verður hugt av teimum stóru oyggjunum, stingur ein seg burt­ ur­úr sum tann fólkaríkasta. Heili 23.511 fólk búgva á Streymoynni nú samanborið við 9.313 í 1950. Nógv tey flestu búgva í høvuðsstaðnum. Bara frá 1. apríl 2016 til 1. apríl 2017 vaks fólkatalið í Tórshavnar komm­unu við 400, verður staðfest í Fólk á ferð. Fráflytingin heldur á 70 ár er kortini eitt langt tíðarskeið at hyggja eftir og sigur ikki rætti­ liga nakað um gongdina tey síðstu árini. Men um hugt verður fólka­ talinum síðstu tíggju árini er myndin ikki so nógv øðrvísi og stað­festast kann, at tað enn ikki hevur eydnast at steðgað frá­ flytingini frá teimum smáu bygd­ ar­sam­feløgunum á útoyggj. Av teimum átta útoyggjunum er tað nevniliga einans Stóra Dímun, ið kann vísa á ein vøkstur frá 1. januar 2009 til 1. januar 2019. Fyri tíggju árum síðan búðu átta fólk á Stóra Dímun, meðan tað 1. januar í ár búðu tíggju fólk á oynni. Størsta fráflytingin hevur verið í Kalsoynni, har fólkatalið er minkað við 43 fólkum. Harnæst kem­ur Skúvoy, har fólkatalið er minkað úr 47 fólkum til 32 fólk, Svín­oy, har fólkatalið er minkað úr 40 fólkum til 27 fólk, og Hestur, har tað búðu 20 fólk 1. januar í ár sam­an­borið við 32 fólk 1. januar 2009. Í restina av útoyggjunum stend­ur fólkatalið mest sum í stað. Í Fugloy búðu 40 fólk á oynni 1. januar 2009 samanborið við 37 fólk nú, í Koltri er tað minkað úr tveimum niður í ein persón og á Mykinesi búgva nú 14 fólk saman­ borið við 17 fólk í 2009. - Um hugt verður fólkatalinum síðstu tíggju árini er myndin ikki so nógv øðrvísi og staðfestast kann, at tað enn ikki hevur eydnast at steðgað fráflytingini frá teimum smáu bygdar­ samfeløg­unum á útoyggj.