Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 11 Góð hugskot doyggja í egginum - Tað eru nøkur økir, ið tola at fáa fleiri ferðafólk, meðan tað aðrastaðni er fullsett. Men tá man tosar um útoyggjarnar, so er tað týdningarmesta ikki hvussu nógv fólk vitja oyggjarnar, men hvør fær nakað burturúr ferðavinnuni. Eru tað íbúgvarnir, ið fáa ein fíggjarligan vinning ella eru tað onnur, sigur Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjafelagnum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F øroyska ferðavinnan stend­ur í fullum blóma í hesum tíðum og ganga tað sjáldan meira enn nakr­ar vikur millum søgurnar um nýggj met, ið verða sett í ferða­ vinn­uni. Vøksturin merkist eisini á út­ oyggj­um, tó at tað er øgi­liga ymiskt hvussu nógv ferðafólk leita út til tær ymisku oyggjarnar. Tað er væl kent, at økti ferðafólkastreymurin út á Mykineshólma hevur sett trýst á gøtuna, so at tað til tíðir hevur verið neyðugt at stongt hana fyri ferðafólk, meðan Sam í summ­arhálvuni hevur trupult at frakta øll ferðafólkini, ið ynskja at vitja Kalsoy. Hinvegin kunnu oyggj­ar sum Skúvoy, Fugloy og Svín­oy taka móti munandi fleiri ferða­fólkum, enn støðan er í dag. - Tað eru nøkur økir, ið tola at fáa fleiri ferðafólk, meðan tað aðrastaðni er fullsett. Men tá man tosar um útoyggjarnar, so er tað týdningarmesta ikki hvussu nógv fólk vitja oyggjarnar, men hvør fær nakað burturúr ferðavinnuni. Eru tað íbúgvarnir, ið fáa ein fíggjarligan vinning ella eru tað onnur, spyr Olga Biskopstø, sam­ skipari hjá Útoyggjafelagnum. Mangla amboðini Hon vísir á, at tað millum íbúgv­ar­ nar á útoyggjum er ein vilji til at skipa fyri tiltøkum í samband við ferðavinnuna, men at man hevur ávísar trupulleikar í samband við fjarstøðuna til meginlandið. - Fólk ynskja at vera við og gera okkurt, men tey mangla amboðini og møguleikarnar at gera tað, tí øll vit­anin um íverksetan er á megin­ økinum. At kunna flyta hesa vitan millum økini er so týdn­ing­ar­ mikið. Neyðugt er at fara undir eina meira miðvísa flytan av vitan ímill­um, soleiðis at man kemur til nið­urstøður, sum rigga og øll kunnu vera foreint við, sigur hon og leggur afturat. - Tað vit mangla er vitanin um hvussu man fær tiltøk upp at standa. Sum nú er tekur tað ov langa tíð og doyggja góðu hug­skotini mangan í egginum. Trupul­leikin er, at man fær ikki fígg­ing ella man manglar fakliga og prakt­iska vitan, sigur Olga Biskop­stø. Skipast lokalt Hon vísir á, at tá man tosar um ferða­vinnu í útoyggj, so er størsti trupul­leikin tann, at vinnan er ov illa skipað á hesum oyggjum. - Tað er neyðugt, at hon verður skipað lokalt. Men avbjóðingin er tann, at tey eru so fáment og hava tørv á hjálp at fáa tað samskipað. Og at tann hjálpin tryggjar, at akk­ erið er á staðnum. Tað hevur stór­ an týdning hjá teimum, ið búgva á staðn­um, sigur hon. Eitt tilboð, ið Olga Biskopstø met­ir sum eitt stórt framstig fyri út­oyggj­arnar er heimasíðan Guide to the Faroe Islands, ið gevur veit­ ar­um á útoyggj ein lættan møgu­ leik­an at bjóða sína tænastu fyri út­lend­ingum. - Heimasíðan er gull verd fyri út­oyggjarnar, tí nú kunnu tey bjóða egnar tænastur á henni. Øll sam­skipanin liggur á heimasíðuni. Fyri íbúgvarnar á útoyggjunum merk­ir tað, at tey kunnu skráseta seg og samskifta við kundar har. Tað ger tað so nógv lættari, sigur Olga Biskopstø. Eitt annað sum Útoyggja­fel­ agið eftirlýsir er, at ein kunn­ ing­ar­diskur verður settur upp á hvørj­ari útoyggj, ið kann veita tæn­astur til búfólk og vitjandi og vera miðstað fyri ferðavinnuna á staðn­um. - Tær kanningar vit hava gjørt vísa, at fólk ynskja eina slíka loysn. At tá ferðandi koma á eitt stað, so vita tey, at tað eru tey lokalu, ið samskipa hetta. Tað gagnar bæði tey lokalu, tey vitjandi og ferðaskrivstovum kring landið, tí sum støðan er nú, er tað tilvildin sum ræður. Fólk koma og fara sum best ber til og eingin veit nær 100 fólk koma á vitja. Tað er fullkomin ruðuleiki, sigur Olga Biskopstø. Ferðavinna á útoyggj: - Tað vit mangla er vitanin um hvussu man fær tiltøk upp at standa. Sum nú er tekur tað ov langa tíð og doyggja góðu hugskotini mangan í egginum. Trupulleikin er, at man fær ikki fígging ella man manglar fakliga og praktiska vitan