Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 13 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 1 . desember 2019 búðu sambært Hagstovuni 33 fólk í Húsum á Kalsoynni. Sjálvt um tað ikki ljóðar av nógvum, so ger tað Húsar til størstu bygdina á einum av føroysku útoyggjunum. Millum teirra, ið kallar Húsar fyri sítt heim, er 30 ára gamla Johanna Maria Isaksen, ið seinastu árini hevur búð í bygdini saman við døtrunum, ið eru tvey og fýra ára gamlar. Johanna er sjálv uppvaksin í bygdini, og hevur, fyriuttan hennara tíð í studentaskúlanum í Kambsdali og eitt stutt skifti í Danmark, altíð búleikast í heimbygdini. Og sjálvt um talið av ungum, ið búgva á útoyggjum ikki er serliga høgt, so kundi hon ikki ímyndað sær at búð aðrastaðni. - Hjá mær hevur tað verið ein sjálvfylgja at búð á Húsum. Mær havi altíð dámt væl at verið her og her trívist eg væl. Eg havi ongan ampað av, at man má ferðast ímillum og tá man er uppvaksin her, er man vanur við, at eingin handil er á oynni, sigur hon. Tað at eingin handil er á oynni ger tað, at sum smábarnafamilja verður tað ein heilt serligur dagur, tá øll familjan setir kós móti meginlandinum. - Tá man fer til Klaksvíkar ella aðrastaðni, so setir man sum familja ein heilan dag av til at keypa inn, bovla, svimja og alt annað, ið man skal. Tað er ikki so ofta, at vit gera tað, men av tí sama verður tað nokk so serligt hjá børnunum at sleppa tey út at eta og royna ymiskt, sigur Johanna Maria Isaksen. Aldrin í iva Av teimum 33 fólkunum, ið vóru skrásett at búgva í Húsum 1. januar eru einans fýra børn. Børnini hjá Johannu Maria og tvey onnur. Men hóast barnatalið ikki er serliga stórt, so hevur Johanna Maria aldrin verið í iva um, at hon ynskir at børnini skulu sleppa at vaksa upp í somu umstøðum sum hon. - Eg hava aldrin verið í iva, men tað eru onnur, ið halda tað kanska er í so einsligt hjá teimum. Her eru bara fýra børn í løtuni, men tær síggja onnur børn til ymisk høvi. Tær ganga til fimleik í Klaksvík og har koma tær í samband við onnur børn og annars trívast tær væl við at vera heima, passa djór og spæla saman í bygdini, sigur hon. Sambært henni hvílur er ein serligur friður yvir bygdini, ið ger at hon er væl egnað til børn, og hevur hon bara góð minnir frá sínum egna barndómi í bygdini. - Tað er so deiligt at búgva á Húsum. Her er so frítt í mun til aðrastaðni. Her er einki res ella nakað slíkt. Her er friðarligt, men kortini kann man gera alt. Sum børn kundu vit altíð fara út at spæla, ganga í fjøruni ella annað í náttúruni. Bygdafólkið helt eyga við okkum, tí her er man felags um tað, greiðir hon frá. Gott ferðasamband Ein av grundleggjandi mununum á Kalsoynni og nógvum av hinum útoyggjunum er ferðasambandið til oynna. Hóast Sam er 43 ára gamal, tykjast oyggjafólkið at vera glað fyri skipið og er tað ein av farleiðunum hjá Strandferðsluni, ið hevur fægst avlýsingar. Tað tekur eisini einans 20 minuttir at sigla millum Klaksvík og Syðradal og eru tað upp til 7 túrar um dagin í vetrarhálvuni. - Vit hava rættiliga gott ferðasamband, tá samanborið verður við aðrar útoyggjar, men tað kundi eisini verið betri. Her ber til at fara av oynni klokkan sjey um morgunin og koma heim aftur um kvøldið. So í samband við arbeiðið passar ferðaskráin væl, men um man ynskir at íðka ítrótt í Klaksvík, so riggar tað ikki so væl, sigur Johanna Maria Isaksen. Tískil eftirlýsir hon, at Strandferðslan leggur onkran túr aftrat í ferðaskránna, so at tað ber betur til hjá fólki at hava ymiskt frítíðarítriv í Klaksvík. Í samband við vøksturin í ferðavinnuni hava eisini onkrir trupulleikar verið við, at tað hevur verið trupult hjá íbúgvunum at sloppið yvirum í summarhálvuni, men har hevur man funnið eina loysn saman við Strandferðsluni. - Vit á oynni hava fingið framíhjárætt at sleppa við bátinum, við tað at man hevur sett átta pláss av til okkum. Tað er deiligt, tí nú hava vit eina vissu um, at um vit fara avstað til tannlækna klokkan átta um morgunin, so sleppa vit yvir aftur við bátinum klokkan 10. Tá er talan bara um 2 tímar. Áðrenn skipanin kom í gildi, vistu vit slett ikki nær vit komu heim aftur, tí bíðirøðin við ferðafólkum bleiv so ræðuliga long, sigur Johanna Maria. Alt ber til Tann vøksturin, ið hevur verið í føroysku ferðavinnuni, sæst fáar staðni so væl aftur sum í Kalsoynni, har fólk seinnu árini eru streymað til at síggja Kópakonuna í Mikladali og Kallin í Trøllanesi. Serliga eru tað myndir av Kallinum, ið mangan eru at síggja, tá Visit Faroe Islands og onnur royna at marknaðarføra Føroyar sum eitt ferðamannaland. Á Húsum er støðan tó heikt øðrvísi, vísir Johanna Maria Isaksen á, enn á teimum báðum bygdunum norðanfyri. - Ferðavinnan hevur ikki broytt so nógv á Húsum. Á Trøllanesi hava tey útferðir út á Kallin og smiðjan er opin alt summarið. So tey hava loftað ferðavinnuni, meðan Húsar er eitt stað, ið man koyrir framvið. Her er ikki ordiliga nakað at steðga til, tí man hevur ikki skapt nakað ferðavinnutilboð, sigur hon og leggur afturat. - Undantakið er kaffistovan, ið hevur verið her um summarið, har summi steðga á fyri at fáa ein kaffikopp á vegnum heimaftur. Men tað verður ov lítið gjørt fyri at steðga ferðafólkum her. So enn er ferðavinnan mest eitt forargilsi hjá okkum, tí ferðslan økist, men vit fáa einki burturúr henni, sigur hon. Hon hevur tó ongan hug at peika á og geva øðrum skyldina ella finna umberingar fyri hví so er. Í staðin staðfestir hon, at neyðugt er at taka í egnan barm, um heimbygdin skal fáa nakað burturúr spírandi ferðavinnuni. - Vit hava sjálvi skyldina, tí vit kunnu ikki bara klaga um, at eingin steðgar her. Hví skulu tey tað, tá tey einki hava at steðga til, sigur hon, áðrenn hon leggur afturat. - Vit kunnu ikki bara seta okkum niður og siga, at her ber einki til. Tað er ikki ein gongd leið. Haldi eisini tað er størsta grundin til, at nógv fólk flyta av smáplássum. Tað er hesin hugburðurin, at tað ber ikki til. Jú, tað ber til. Alt ber til. Tað er kanska bara eitt sindur truplari og krevur meira tilrættarlegging, men alt ber til, slær hon fast. Hjálp til búseting Fólkatalið í Húsum hevur ligið nøkulunda støðugt seinastu árini, men nýliga flutti ein familja við fýra børnum av oynni, tí tey høvdu trupult við at finna eitt stað at búgva á Húsum. Slíkt merkist í einum lítlum bygdasamfelag og er trupulleikin at finna eitt stað at búgva ikki ókendur. - Tað hava vit havt stórar trupulleikar av. Húsar hevur annars verið ein bygd við nógvum ungum, ið trívast og dáma at búgva her, men eg dugi at síggja, at tað eisini byrjar at minka hjá okkum, tí her er einki stað at búgva, sigur Johanna Maria og leggur afturat. - Tá tú ert ungur og stakur ber væl til at búgva hjá foreldrunum í eina tíð. Men tá tú kemur upp í tjúguni og fær ein maka aðrastaðni frá, so vilja tey gjarna royna at fáa makan við til oynna, men her er ongastaðni at búgva. Og tað er eingin, ið fer at byggja eitt hús við tí fortreyt, at kanska fer man at búgva í tí, sigur hon. Tí eftirlýsir hon, at onkur, verið tað seg privat, kommunalt ella alment, lata eini hús byggja, ið ungar familjur kunnu lána í eitt avmarka tíðarskeið fyri at vita, um tað loysir seg at byggja eini hús í bygdini. - Um vit høvdu onkran, ið tordi at byggja eini hús at leiga út, so kundi ungar familjur roynt at búð á her í eitt ár. Um tey dámdu tað, so kundu tey bygt. Sum nú er, er tað ikki ein møguleiki, um ikki tú flytur inn til onkran annan. Og tað tímir eingin, staðfestir hon. - Vit kunnu ikki bara seta okkum niður og siga, at her ber einki til. Tað er ikki ein gongd leið. Haldi eisini tað er størsta grundin til, at nógv fólk flyta av smáplássum. Tað er hesin hugburðurin, at tað ber ikki til. Jú, tað ber til. Alt ber til. Tað er kanska bara eitt sindur truplari og krevur meira tilrættarlegging, men alt ber til, sigur 30 ára gamla Johanna Maria Isaksen, ið býr í Húsum á Kalsoynni VIÐ TVEIMUM SMÁBØRNUM - Vit hava rættiliga gott ferða­samband, tá samanborið verður við aðrar útoyggjar, men tað kundi eisini verið betri