Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 14 TEMA: Útoyggjar - Tað snýr seg ikki um hvussu nógv fólk búgva á útoyggjunum. Tað hevur ikki týdning, um talið er 300 ella 150. Tað sum hevur týdning er, at fólk búgva á útoyggj­unum, tí tað snýr seg um átta av átjan oyggjum. Føroyar verða øgiliga lítlar, um tær ikki eru við. Tí meta vit, at tað er geografiskt, búskap­arligt og mentanarligt neyðugt, at útoyggjarnar eru bygdar, sigur Olga Biskopstø, ið er samskipari hjá Útoyggja­felagnum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 2 16 føroyingar búgva í dag í teimum átta oyggj­un­um, ið verða nevndar út­oyggj­ ar. Talan er um enn 0,42 prosent av samlaða fólkatalinum. Men sjálvt um tey eru fá í tali og ikki fleiri enn ein miðal føroysk bygd, so hava hesi 216 fólkini ein týdn­ingarmiklan leiklut í før­ oyska samfelagnum. Tað metir Olga Biskopstø, ið síð­ an 2001 hevur starvast sum sam­ skipari hjá Útoyggjafelagnum, ið virkar fyri at menna útoyggjarnar. Men júst tað, at tey eru fá, er eisini ein av stóru avbjóðingunum, tá felagið roynir at varpa ljós á sína søk. - Tað er eitt av tí, ið vit stríðast við. Tað eru so fá fólk, at tað er so upplagt, at myndugleikar og onn­ ur spyrja, um tað er rætt, at man skal favoritisera og brúka pengar upp á ein so lítlan fólkabólk, greið­ ir Olga Biskopstø frá. Hon er eisini skjót at viðganga, at talan er um ein viðkomandi spurn­ing, tá talan hóast alt er um eina politiska avgerð, men vísir á, at í felagnum hefta tey seg ikki við sjálvt talið av íbúgvum. - Tað snýr seg ikki um hvussu nógv fólk búgva á útoyggjunum. Tað hevur ikki týdning, um talið er 300 ella 150. Tað sum hev­ur týdning er, at fólk búgva á út­ oyggj­unum, tí tað snýr seg um átta av átjan oyggjum. Føroyar verða øgi­liga lítlar, um tær ikki eru við. Tí meta vit, at tað er geografiskt, búskap­arligt og mentanarligt neyð­ugt, at útoyggjarnar eru bygd­ar. Tað er týdningarmikið, at vit hava hesar oyggjar, har fólk búgva og virka, og har fleiri fólk hava møguleika at seta búgv, sigur sam­skiparin. Søguleysa samfelagið Olga Biskopstø vísir á, at hóast fólkatalið á útoyggjunum hevur gingið skeiva vegin síðstu øldina, so hevur tað síðstu tíggju árini stabiliserað seg. Og um politiski vilji er til tess, so trýr hon, at vit enn einaferð kunnu uppliva, at fólk leggjast aftrat á nøkrum av pláss­unum. - Um politiski myndugleikin ynsk­ir at vera við at stuðla út­ oyggj­unum, kunnu vit síggja ein vøkst­ur í nøkrum av oyggjunum. Men um tað í ringasta føri ein­ans býr ein familja á einari oyggj, so er tað eisini í lagi. Tað týdn­ing­ar­ mikla er, at onkur býr á útoyggj­ un­um, sigur hon. Hjá henni er heldur eingin ivi um, at tað er landsins myndug­ leik­ar, ið hava ábyrgdina av, at varð­veita núverandi búsetingar á út­oyggj. - Okkara útgangsstøði er, at tað er ein samfelagslig uppgáva at tryggja, at oyggjarnar eru bygd­ ar. Tí um eingin býr á eini útoyggj, so er tað ikki serliga áhuga­vert at vitja hana og so slett ikki hjá ferðafólkum. Tí so er ongin at for­telja um staðið og ment­an­ina. Um eingin kann greiða frá staðar­ nøvnum og upp­liv­ingum, so vil tann fyrsti stein­ur­in verða stein­ ur nummar 1 og so kem­ur stein­ ur nummar 2. Søgan á staðn­um hvørv­ur, vísir hon á. Modernað smásamfeløg Útoyggjarnar eru flest allar rættiliga fjarskotnar, tá hugsað verður um ferðasamband og hevur hetta ymiskar avbjóðingar við sær, ið kunnu tykjast óveruligar fyri nógvar føroyingar. Millum annað er fólkagrundarlagið á fleiri av oyggjunum so lítið, at eingin handil er á teimum. Men hóast íbúgv­arnir á hesum støðum so­ statt hava grundleggjandi øðr­vísi avbjóðingar enn sínir landsmenn at fáa gerandisdagin at hanga sam­an, merkir tað ikki, at tey á nakr­an hátt ikki fylgja tíðina, slær Olga Biskopstø fast. ÚTOYGGJARN ERU MODERN - Okkara útgangsstøði er, at tað er ein samfelagslig uppgáva at tryggja, at oyggjarnar eru bygdar. Tí um eingin býr á eini útoyggj, so er tað ikki serliga áhugavert at vitja hana og so slett ikki hjá ferðafólkum. Tí so er ongin at fortelja um staðið og mentanina