hósdagur 14. mars 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
15
3 avbjóðingar:
At skapa møguleika fyri heilsársbúseting.
Tað at ungdómur og onnur fáa
møguleikan at búseta seg.
At føroyska samfelagið sær útoyggjarnar
sum ein javnbjóðis partar av føroyska
samfelagnum. Í føroyska samfelagnum
ger man nógv fyri, at tað skal vera lætt
og skjótt at ferðast. Tað skal tað eisini
vera til útoyggjarnar. Ein raðfesting av
samferðsluni, títtleika og góðsku.
At skapa umstøður og møguleikar fyri, at tey
sum búgva og búseta seg á útoyggjunum,
hava best møguligar treytir fyri at menna
verandi vinnu og nýggjar vinnur. Fyri at
kunna gera tað er neyðugt, at nakrir
karmar verða betri enn teir eru í dag.
Harímillum eru betri fíggingarmøguleikar
og betri atgongd til ráðgeving.
3 sólskinssøgur:
Tað er hend ein stór broyting í hugburðinum
hjá fólkum á útoyggj. Frá at fólk høvdu
lítla vón fyri framtíðini, til at fólk nú
síggja møguleikarnar á hesum støðum.
Tey síggja nú, at tey búgva á einum
stað, ið er vert at stríðast fyri.
Tað eru øgiligar nógvir spírar, ið spíra á
útoyggjunum. Tað eru øgiliga nógv ung fólk,
ið eru spent og áhuga í at fara í gongd við
nýskapandi tiltøk. Serliga eru tað ungdómar,
ið vilja menna jarðarbrúkið og ferðavinnuna.
Kanska síggja vit ikki so nóg tilboð nú,
men tað er á veg. Framtíðin er bjørt.
Tað eru eisini avbygdarfólk, ið eru áhugað í
at brúka útoyggjarnar og verða ein partur av
útoyggjatilveruni. Í besta føri kann tað enda
við, at tey búseta seg har, men í hvørt fall
skapar tað lív ein part av árinum. Hetta er
tó eisini ein avbjóðing, tí tey sum koma út á
útoyggj á slíkan hátt mugu virða teir íbúgvar,
ið eru har alt árið. Tey sum eru har um veturin,
tá tað er buldrasligt. Tað er týdningarmikið,
at tey verða vird fyri tað tey gera og stuðla,
heldur enn at arbeitt verður ímóti teimum. Tí
tað er ein hárfín linja millum stríð og samstarv.
NAR
NAÐAR
- Útoyggjarnar eru modernað
ar. Tey sum búgva har eru mod
ernað menniskjur, ið liva í nútíð
arsamfelagnum. Tey eru vitandi,
altjóðagjørd, keypa á netinum og
fylgja við tí, ið gongur fyri seg úti
í heimi. Tey eru modernað menn
iskjur, ið hava valt at seta búgv á
einum stað, har tey føla tey hava
sínar røtur. Har teirra søga er
rundanum tey og har teirra sam
leiki er, sigur hon.
Men tað eru eisini ymiskar
avbjóðingar við at búgva á útoyggj.
Men restin av samfelagnum eigur
at vera takksamt fyri, at tey eru
nøkur, ið ynskja at taka hetta stríð,
metir samskiparin.
- At búgva á útoyggj í dag er av
bjóðandi. Hesi fólk hava tikið við
avbjóðingini at búgva á einum
stað, har næstan ongar tænastur
eru. Allíkavæl hava tey valt at
búgva har, tí tey trívast har. Tað er
eitt stórt virði fyri føroyska sam
felagið, at tað eru nøkur, ið vilja
bera hesi øki, so vit onnur kunnu
vitja um summarið og senda
ferðafólk út har, sigur hon.
Bústaðarskylda
Tá fólkatalið á útoyggjunum er
nakað tað lægsta, ið tað nakrantíð
hevur verið, skuldi man trúð, at
tað var lagamanni at finna ein
bústað ella grundstykki, ið er til
sølu. Men soleiðis er ikki.
- Í løtuni ber slett ikki til at
seta búgv á útoyggj og soleiðis
hevur tað verið leingi. Ungdómar
mugu búgva inni hjá foreldrunum
ella øðrum. Tað hevur eydnast
onkrum, at fingið hendur á okkurt
hendingar grundstykki ella hús,
men sum heild er tað ikki gjørligt.
Fólk vilja helst ikki av við sínar
ognir, og tá okkurt er til sølu, er
tað dýrt, tí man er í kapping við
útlendingar, sigur Olga Biskopstø.
Hon vísir á, at um man ynskir
vøkstur í fólkatalinum, so er
fyrsta fortreytin, at tey ungu, ið
hava hug til tað, sleppa at seta
búgv á útoyggj. Tá so veruleikin
er ein annar, metir hon, at politiski
myndugleikin má handla.
- Tað er uppgávan hjá komm
ununum at tryggja, at tað er
møguligt at útstykkja, keypa
bílig grundstykkir ella leiga
eina leiguíbúð á slíkum støðum.
Kommunurnar kunnu eisini fara
í samstarv við Bústaðir, um áhugi
er fyri at menna útoyggjarnar.
Og um tað frá landspolitiskari
síðu er ynski um, at menna út
oyggjarnar, ber til at áleggja
kommununum at tryggja, at fólk
hava møguleikin at ogna sær ein
bústað, sigur samskiparin hjá
Útoyggjafelagnum, ið eisini vísir
á, at man í felagnum ynskir eitt
slag av bústaðarskyldu.
- Hon kann vera treytað av hvat
slag av húsi tað er. Tað hevur man
aðrastaðni, so hví kunnu føroying
ar ikki gera tað sama? Tað snýr
seg um at tryggja, at húsini eru
búsett ein stóran part av árinum,
sigur hon.
Samstundis er hon væl greið
yvir, at tað hevur eitt ávíst virði
fyri smáu plássini, at nógv lív er í
teimum um summarið.
- Tað er tørvur á tí, tí tað er
týdningarmikið, at fólk halda
ættarbond og slíkt við líka. So
á eini síðuni er tað gott, at fólk
kunnu vitja, men á hini síðuni
forðar tað fólkum, at búseta seg á
útoyggj. So kann man spyrja um
hvat er meira týdningarmikið. At
fólk búseta seg á útoyggj ella ferð
ast á útoyggj? Tá er mín hugsan,
at búseting er nummar eitt, sigur
Olga Biskopstø.
1
2
3
1
2
3
- Í løtuni ber
slett ikki til
at seta búgv
á útoyggj og
soleiðis hevur
tað verið leingi.
Ungdómar
mugu búgva inni
hjá foreldrunum
ella øðrum. Tað
hevur eydnast
onkrum, at
fingið hendur
á okkurt
hendingar
grundstykki ella
hús, men sum
heild er tað ikki
gjørligt