Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 16 TEMA: Útoyggjar Eitt slag av sálarligum ágangi - Mín niðurstøða er tann, at tað sum er hent hesi seinastu umleið 50 árini er eitt slag av sálarligum ágangi frá politiskari síðu, og frá teimum, ið varða av siglingini, móti fólkunum, ið búgva á hesum oyggjum. Boðskapurin er, at tit eru ikki so nógv verd, so tit skulu bara vera glað fyri, at tit yvirhøvur hava ein bát, sigur Grækaris Djuurhuus Magnussen, ið javnan vitjar í Svínoynni. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F yri rithøvundan og journ­alistin Grækaris Djuur­huus Magnussen er Svínoyggin eitt stað, ið hann síðan 2001 javnan hevur vitjað, tá hann hevur tørv á at hugsavna seg um arbeiðið. Tað var á einum av hesum túr­um, at hann fyrr í ár endaði í einari støðu, ið er vanlig hjá teim­ um, ið hava sett búgv á oynni. Ein avlýsing hjá Strandferðsluni førdi til, at einki samband bleiv við meg­ in­økið í eina heila viku. Orsøkin var, at Ritan tók í botn, tá hon skuldi leggja at í Hvanna­ sundi og skaði kom á skrúvuna. Tá tyrl­an so eisini avlýsti onkran túr til Svínoynna hesa vikuna merkti tað, at tey, ið vóru á oynni, einki ferðasamband høvdu við restina av Føroyum. Munurin Sjálvur valdi Grækaris at dagføra sínar vinir og kenningar á Face­ book um støðuna á oynni. Í fleiri umførum fýltist hann at mangl­ andi kunning og vánaliga hand­ far­ing av Strandferðsluni. Men með­an hann hevði hug at gera nógv burturúr støðuni, varnaðist hann, at tey sum búðu á Fugloynni og Svínoynni ikki gjørdu nakað serligt hóvasták úr hesum. - Tá slíkt hendir, eru tað ikki fugloyingar ella svínoyingar, tey sum eru uppvaksin og búleikast har, ið siga frá. Meg eg sum gestur segði frá, tí eg fann meg ikki í tí, sigur hann. Í fyrstuni undraðist hann eisini yvir hesum, men hevur hann aft­ aná at hava tosað við ymisk, ið hava tilknýti til oyggjarnar, gjørt sær eina niðurstøðu. - Hon er tann, at tað sum er hent hesi seinastu umleið 50 árini, er eitt slag av sálarligum ágangi frá politiskari síðu, og frá teim­um, ið varða av siglingini, móti fólkunum, ið búgva á hesum oyggj­um. Boðskapurin er, at tit eru ikki so nógv verd, so tit skulu bara vera glað fyri, at tit yvirhøvur hava ein bát. Eitt slíkt samband er ikki sunt og velur rithøvundurin at sam­ an­bera tað við eina kvinnu, ið er í einum harðligum parlagi. - Konan vónar hvørja ferð, at hetta hendir ikki aftur, men tað hend­ir umaftur og umaftur og um­aftur. At enda heldur konan, at hon nokk ikki hevur betri uppi­borið. Soleiðis síggi eg tey, ið búgva á hesum oyggjum. Tey eru so von við at vera niðurraðfest, at tey halda virkuliga at tey hava ikki meira uppiborið enn, at báturin kem­ur av og á, sigur hann. Rok um Smyril Fyri at undirbyggja niðurstøðuna vísir Grækaris á eina hending fyri nøkrum fáum árum síðan, tá skip­ ar­in á Smyrli valdi at avlýsa ein túr suður, tí hann metti, at veðrið var ov ringt til at sigla. - Tað bleiv eitt ordans rok í Suð­ ur­oynni um hvat hasin skip­ar­in, ið var serkunnleikin í hesum føri, bilti sær inn. Málið bleiv viðgjørt í øllum miðlum, greiðir hann frá. Men tað var ikki bara á Suðuroyarleiðini, at trupulleikar vóru um hetta mundi. Nakrar dag­ar seinni kundu føroyingar í út­varpinum hoyra eina kvinnu í Fugl­oynni greiða frá um støðuna har. - Tá høvdu tey ikki havt loft- ella sjóvegis samband í minsta lagi tríggjar vikur. Tá hon varð spurd, um hetta ikki var ein keðilig støða og um trot ikki var á mati, svaraði hon, at tey lántu mat frá hvørjum øðr­um, so tað skuldi nokk ganga. Hon gjørdi einki burturúr støðuni, greiðir Grækaris frá og leggur afturat. - Hetta er ein góð mynd, um júst hvussu ymisk tey hava verið við­ far­in gjøgnum nógv, nógv ár. Ber ikki til at fáa betri samband - Vit eiga at hava sjóvegis samband tvær til tríggjar ferðir um dagin, men hetta er eitt brimpláss. Tað kunnu hvørki myndugleikar, Strandferðslan ella politikarar gera nakað við. Náttúrukreftirnar ráða sær sjálvum, so har er einki at gera. Tað sigur Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu, tá hon verður spurd um hví fugloyingar ikki gera meira vart við tær avlýsingar og vánalig ferðasamband, ið tey liva við. Borgarstjórin vísir á, at tá hon var barn vóru einans tveir túrar um vikuna til Fugloynna. So á tann hátt er ferðasambandið til oynna vorðið munandi betri síðstu hálvu øldina. Men hon ger sær ongar vónir um, at sleppa undan avlýsingum. - Vit eru ein útoyggj. Soleiðis er tað bara at búgva her. Tað ber ikki til at fáa betri samband, um vit ikki fáa ein undirsjóvartunnil. Og hann fer aldrin at koma, staðfestir hon. Tað var tó ein hending fyrr í ár, tá tyrlan avlýsti ein túr til Fugloynna, ið hon harmast um, tí seinni sama dag var hon í Klaksvík, har hon flutti nakrar persónar upp á Kjøl at standa á skíð. - Tá kundi hon gjørt ein túr til Fugloynna, tí tað tekur bara 15 minuttir. So tað var óheppið, men ein klaga bleiv send og morgunin eftir gjørdi hon so ein túr, sigur borgarstjórin. - Hetta er eitt brimpláss. Tað kunnu hvørki myndugleikar, Strandferðslan ella politikarar gera nakað við. Náttúru­kreftirnar ráða sær sjálvum, so har er einki at gera Ferðasamband: