Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 17 Ynskja fýra nýggj skip næstu árini - Tað vit ynskja er, at tað kemur eitt nýtt skip árliga næstu fýra til fimm árini. Tey skulu koma í staðin fyri fýra av verandi skipum, ið eru gomul og hava tænt fyri seg, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S kipaflotin hjá Strand­ ferðsl­uni er gamal og neyð­ugt er at gera eina ný­bygn­ingsætlan fyri hvussu fleiri av skipunum kunnu skift­ast út. Tað er niðurstøðan í einari kanning, ið danska fyri­ tøk­an Knud E. Hansen, sum er ráð­ gev­ari í sambandi við skipa­bygg­ ing, lat gera fyri Strand­ferðsl­una í 2017. Í kanningin verður serliga víst á, at fleiri av skipunum, ið røkja farleiðirnar til útoyggjarnar, eru gom­ul, hava tørv á ábótum og eru í vanda fyri at verða løgd. Og tað er ein støða, ið stjórin á Strand­ferðsl­ uni helst vil sleppa undan. - Jú longri man toyggir hetta við skipunum, jú størri er vandin fyri, at eitt skip verður lagt av myndug­leikunum. Tað er ikki nakað, ið vit avgera, men er ein støða, ið vit ikki ynskja at enda í, sig­ur Hilmar Eliasen, stjóri á Strand­ferðsluni. Fýra nýggj skip Tí arbeiðir stovnurin nú við ein­ari ætlan, har man roynir at fáa polit­ iska undirtøku fyri eini rímiliga um­fatandi endurnýggjan av verandi flota. - Tað vit ynskja er, at tað kemur eitt nýtt skip árliga næstu fýra til fimm árini. Tey skulu koma í staðin fyri fýra av verandi skipum, ið eru gomul og hava tænt fyri seg, sigur stjórin og leggur afturat. - Tað handlar um at fáa skip, ið eru bygd til farleiðirnar, ið tær røkja. Tað snýr seg um vind og veð­ur, men eisini um atløgu­við­ ur­skiftir. Fugloyarleiðin fyrst Í ætlanini hjá Strandferðsluni er Ritan, ið røkir Fugloyarleiðina, fyrsta skipið, ið skal avloysast. Harnæst kemur Ternan, ið røkir Nólsoyarleiðina, Sam sum røkir Kalsoyarleiðina, og síðst Sildberin á Skúvoyarleiðini. Fyri at kunnu effektivisera rakst­urin hjá Strandferðsluni er ætlan­in eisini at byggja skipini sum systurskip, so at tey í mest møgu­ligan mun eru eins í sam­ band við viðlíkahald. - Tankin er at skipini á far­leið­ un­um til Fugloyar og Skúvoyar skulu nærmast vera systurskip og tað sama fyri skipini á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðini, upplýsir Hilm­ ar Eliasen. Enn er talan tó einans um ætl­ anir, men roynir stovnurin at fáa politiska undirtøku fyri hesum, so at man í næstum kann fara í gongd við at prosjektera og tekna skipini. Dult stríð Ein onnur avbjóðing, ið Strand­ ferðslan er noydd at taka støðu til, tá tað snýr seg um farleiðirnar út á útoyggjarnar, er vøksturin í ferðavinnuni. Tað setir nevniliga nýggj krøv til ferðaætlanir, men á Strandferðsluni hevur man valt at raðfesta íbúgvar framum onnur. - Strandferðslan hevur eina siðvenja fyri at leggja ferðaætlanir við høvuðsdenti á tørvin hjá oyggja­fólkunum. Tað vil siga, at ein oyggjabúgvi, um hann býr á Kalsoynni ella Suðuroynni, skal kunna sleppa til Havnar ella Klaksvíkar og koma aftur sama dag, sigur stjórin. Men eftir at ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamannaland, er hendan sið­venjan undir trýsti og kallar stjórin tað fyri eitt dult stríð mill­ um upprunaligu Føroyar og ferða­ vinn­una. - Ferðafólk hava ein annan tørv enn tann, ið útoyggjabúgvar hava. Tað leggur trýst á Strandferðsluna, tí vit hava ikki skipini til tað. Tað er eitt dult stríð millum at nøkta tørvin hjá upprunaligu Føroyum og ferðavinnuna. Men inntil vit hava fingið endurnýggja flotan, verð­ur okkara fremst uppgáva íbúgv­arnir á útoyggj. Tey skulu ikki gloymast í øllum tí, ið gong­ ur fyri seg, lovar stjórin á Strand­ ferðsl­uni. Virðing Umframt eitt vaksandi tal av út­lendsk­um ferðafólkum, ið vitja útoyggjarnar, hevur man á Strand­ferðsluni eisini lagt merki til, at tað er ein nýggjur bólkur av ferða­fólkum á teirra skipum. - Tað eru føroyingar, sum búgva í megin­land­inum, men hava áhuga­mál á útoyggj, so sum ferða­vinnu ella jarðarbrúk. Tað er mang­an hesi man hoyrir, tá tosað verð­ur um fleiri túrar og avlýsing­ ar. Hin­vegin tykjast út­oyggja­fólk at vera rættiliga væl nøgd við til­ boðið hjá Strand­ferðsl­uni, sigur stjór­in. Stjórin vísir á, at Strandferðslan hevur einki annað val enn at seta trygdina í hásæti og tí koma avlýsingar fyri. Hann hevur tó var­hugan av, at tað er nakað, ið út­oyggjafólk skilja. - Útoyggjafólk hava meira virð­ ing fyri náttúruni enn útlendsk ferðafólk og tey á meginlandinum. Men tað er so lætt hjá øðrum at út­ tala seg um ferðaætlanir og annað, tá tað er ókeypis. Men tað eru vit, ið standa við ábyrgdini og hendir nakað við einum skipi, so hava vit einki at seta inn fyri tað. Tí mugu vit altíð hugsa sum trygdina, so vit ikki taka okkum óráð fyri. Fyrst og fremst um trygdina hjá okkara ferðafólkum, men sanniliga eis­ini hjá okkara egnu fólkum og skip­ um. Útoyggjafólk skilja okk­ara avbjóðingar og kenna vand­ar­n­ar, hóast avlýsingar altíð eru keði­lig­ ar, sigur Hilmar Eliasen. - Ferðafólk hava ein annan tørv enn tann, ið útoyggja­búgvar hava. Tað leggur trýst á Strand­ ferðsluna, tí vit hava ikki skipini til tað. Tað er eitt dult stríð millum at nøkta tørvin hjá uppruna­ ligu Føroyum og ferða­vinnuna. - Tað handlar um at fáa skip, ið eru bygd til farleið­irnar, ið tær røkja. Tað snýr seg um vind og veður, men eisini um atløguviður­ skiftir