hósdagur 14. mars 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
18
Edmund Joensen hevur boðað
frá, at hann ikki stillar uppaftur
til komandi løgtingsval
ÁRNI GREGERSEN
T
að er kanska torført at
ímynda sær stóra og
statiliga løgtingsmann
in Edmund Joensen,
sum lítlan smádrong, titandi í
øllum virkseminum á brúnni á
Oyri fyri mongum árum síðani.
Hetta er kortini upprunin hjá
føroyska framstandandi politik
aranum, sum nú hevur gjørt av,
at hann ikki bjóðar seg fram til
komandi løgtingsval.
Edmund Joensen hevur verið í
fremstu røð í føroyskum politikki
í mong ár, bæði løgmaður, ting
formaður, folkatingsmaður og
vanligur tingmaður.
Nú hevur hann gjørt av, at
sleppa Løgtinginum, men enn
hevur hann ikki tikið endaliga
støðu til um hann stillar uppaftur
til fólkatingsvalið.
Tað venda vit aftur til seinni í
hesi grein.,
Tá ið fólk eru so frammalaga í
samfelagnum, so er altíð stuttligt
at vita, úr hvørjum jørðildi hesi
fólk koma og hvørjum umhvørvi
tey eru vaksin upp í.
Edmund Joensen vaks upp á
Oyri. Oyri og handilin har vóru eitt
snúðningspunkt í Sundalagnum
og var portur til umheimin tá i
tíðini.
Fyrrverandi løgmaður var
føddur í 1944.
Tað vóru aðrar tíðir enn tað, vit
kenna til nú..
Samskiftið var eitt heilt annað
enn í dag. Onki føroyskt útvarp og
onki sjónvarp. Bert hendinga hús
hevði telefon og vegasambandið
kann als ikki samanberast við tað
vit kenna í dag.
Skuldi tú í norðara partin av
Eysturoynni, so var farleiðin rutan
hjá mjólkabátunum úr Havn.
Bátarnir sigldu norð á Oyri har
so bar til at sleppa víðari norð í
eystara partin av Sundalagnum.
Eitt annað, sum merkti hesa
tíðina var, at fólk høvdu betri
tíð. Tað kundi lættliga henda, at
bátarnir vóru seinkaðir og so var
bara at bíða í handlinum á Oyri.
-Eg havi ofta samanborið hetta
við eina livandi vulkan, sigur
Edmund Joensen.
-Har kom hóður av fólki og øll
komu tey inn í handilin og mong
vitjaðu eisini privat, har mamma
gjørdi drekkamun og mat til mong
teirra. Øll ferðsla bæði norðureftir
og suðureftir fór um brúnna á
Oyri. Tað vil siga, at eisini fólk í
sjúkraørindum komu framvið og
steðgaðu ofta á har, sigur Edmund
Joensen.
Virkið vinnulív
Handilin á Oyri var sum handl
arnir á bygd vóru tá. Sjálvandi
seldu teir matvørur, men somu
handlar seldu eisini sement, kol,
olju og fóður til seyð og neyt – ja,
stutt sagt alt uttan livandi grind.
-Eg byrjaði tíðliga at hjálpa til,
bæði í handlinum og at flýggja
út úr goymslunum. Longu sum
heilt lítil gekk eg til handa, so
uppvøksturin var í stóran mun
ein samanrenning millum arbeiði
og spæl, sigur fyrrverandi løgmað
urin.
Eitt sum stendur fast í minn
inum, at sild spældi ein stóran
leiklut á Oyri. Í fimti árunum
var roynt eftir sild og teir gjørdu
sildagørn á Oyri. Eisini var vanliga
roynt eftir sild í Sundalagnum.
-So uttan mun til alt annað, so
stendur lukturin av sild fyri mær
sum hendan tíðin, sigur hann.
Hann sigur eisini, at tey fyrstu
árini eftir kríggið, sum altso
endaði í 1945, setti dám á tað,
sum hendi í Føroyum hesi árini.
Eingilsmennirnir vóru her og tá ið
teir so fóru heimaftur, seldu teir
bilar og annað, sum teir ikki tóku
við sær.
-Í veruleikanum var hetta, tað
sum spakuliga setti ferð á aftur
føroyska samfelagið, áðrenn
menningin av álvara byrjaði, sigur
Edmund Joensen.
Sjálvur fekst hann við at ar
beiða í handlinum og á brúnni øll
árini hann gekk í barnaskúla, men
tá ið hann var 14 fór hann til skips.
Fyrsti túrurin var við einum
norskum kópaskipi, sum føroy
ingar høvdu leigað at royna við
gørnum við. Skipið var stórt – tað
tók einar 1000 tunnur av saltsild
og teir tríggjar túrarnar hann var
við hetta heystið fingu teir 2600
tunnur.
Edmund Joensen hevur verið
nakað til skips, millum annað tveir
túrar við Fiskanesi við Pola Jo
hannesen sum skipara. Hann var
eisini við Grýluni, tey róptu – ella
Albert. Eisini hevur hann róð út
við Búgvanum.
-Men sjólívið bleiv ikki eg.
Sjálvt um g treivst væl, so slapp
eg ongantíð av við sjóverkin, so
tað forbjóðaði seg sjálvt, fortelur
hann í dag.
Ferjusamband
Edmund Joensen slepti tó ikki
heilt sjónum.
Fyri at bøta um sambandið
millum Eysturoynna og Streym
oynna og millum norðara og sunn
ar partin av Eysturoynni í Sunda
lagnum, fóru Edmund Joensen og
bróðir hansara at føra bilar um
Sundið.
Ferjusamband var millum Hós
vík og Oyri og Selatræ og Oyri.
-Ja, vit byrjaðu við einum skipi
hjá Føroya Bjór sum tók tveir bilar,
men ferð kom ikki rættuliga á fyrr
en vit fingu Agnes Louise. Hon tók
fleiri bilar og gjørdi tað sjálvandi
eitt sindur meira lønsamt, tí hon
tók millum seks og átta bilar,
minnist Edmund Joensen.
Skeljarnar
Tað hendi framvegis nógv á Oyri,
eisini áðrenn fast samband kom
við brúnni um Streymin
Edmund Joensen visti eitt
sindur um, at bæði í Hetlandi og í
Skotlandi royndu teir eftir skelj
um og hann helt at hetta eisini átti
at bera til í Føroyum.
Teir riggaðu Poppy til og gjørdu
ein royndartúr út fyri Rituvík.
Beinanvegin fingu teir hópin av
skeljum og fóru so til Hetlands at
rigga skipið til.
Tá ið teir komu aftur fóru teir
beinanvegina t royna eftir skelj
um og tað vísti seg, at nógv var til.
Á landi arbeiddu teir so skelj
arnar – fyrst við hond, men so við
og við bleiv tað meira mekaniserað.
FYRRVERANDI VI
GEVST Í FØROYSK