hósdagur 14. mars 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
19
Seinni - fyrst í níti-árunum
keyptu teir Norðheim, sum er ein
hekkutrolari, og riggaðu hann til.
Fiskiskapurin gjørdist mun
andi betri og tí var neyðugt at
byggja virki at taka ímóti. Tað
virkið stendur framvegis á Oyri
og er virkið enn.
-Egmá siga, at hetta var ein
ómetaliga spennandi tíð, har vit
av álvara brutu upp úr nýggjum,
sigur Edmubnd Joensen.
Rækjuvirkið
Tað steðgaði ikki við skeljavirk
inum, tí farið var eisini undir
at byggja rækjuviki á Oyri. Eitt
virki, sum skuldi arbeiða frystar
rárækjur.
-Hetta var eisini ógvuliga
spennandi, tí hetta var iukki gjørt
fyrr. Rækjurnar vóru frystar um
borð og so tíðnaðu vit tær aftur
og arbeiddu tært. Vanligt var, at
annars at stóru rækjurnar vóru
kókaðar umborð, men dygdin var
ofta ójøvn.
-Vit kundu halda eina javna
dygd og tað vísti seg skjótt, at
amerikanski marknaðurin tók
ómetaliga væl ímóti hesum vør
unum,sum høvdu ein javnan
kvalitet so tað gekk væl, sjálvt um
vit eisini her gingu nýggar leiðir,
sigur Edmund Joensen.
Politikkur
Edmund Joensen var øll hesi ár
ini stjóri og sat í fleri nevndum,
millum annað í starvsnevndini í
Fiskasøluni.
Tá ið hann tók við sum løgmað
ur noyddist hann at siga seg úr
øllum nevndum og hann hevur
síðani – altso síðani 1994 – einans
arbeitt í politikk.
So venda vit aftur til uppstill
ing,
Nú hevur hann so gjørt av ikki
at stilla upp til løgtingsvalið, men
spurningurin um uppstilling til
fólkatingsvalið er enn opin.
-Hóast eg havi fingið nógvar
áheitanir, so havi eg ikki tikið
endaliga støðu til, hvat eg fari at
gera, sigur Edmund Joensen, ting
maður og fyrrrverandi løgmaður,
Undangongumaður
Í alingini í Føroyum
Saman við Júst í Túni var Edmund
Joensen, fyrrverandi løgmaður,
ein av undangongumonnunum
í sjógvalingini í Føroyum
ÁRNI GREGERSEN
T
að ber ikki til at
skriva um Edmund
Joensen, sambands
politikkaran, uttan
at nevna hansara luttøku í
alingini, tá ið alingin byrjaði í
Føroyum.
- Tað var av tilvild eg møtti
Júst í Túni av Toftum, at vit
fóru at tosa um aling. Eg helt
beinanvegin, at hetta ljóðai
spennandi og kastaði meg yvir
hetta, fortelur Edmund Joen
sen í dag.
Flestu minnast alianleggini
sunnanfyri brúnna um Streym
in, men Edmund Joensen ar
beiddi mest fyri fiskaaling og
var stjóri har í mong ár. Fiska
saling fekst við stamfisk, men
fekk eisini rogn og yngul til
vega til mongu føroysku ali
brúkini tá.
- Eg minnist vit droymdu
um, at vit kanska kundu út
flyta 10.000 tons av laksi og
menn hildu okkum vera ørar. Í
ár útflyta vit sløk 80.000 tons,
sigur hann smílandi.
Tað var veruligt nýbrot við
sjógvaling og royndirnar máttu
gerast. Millum annað fortelur
Edmund Joensen at hann og
júst í túni ferðaust kring landið
og leitaðu eftir heitum keldur.
-Tað gjørdu vit um veturin
og tað var á einum slíkum túri
vit funnu kelduna við Áir, har
sum Fiskaaling liggur í dag,
sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen nú gevst hann í Løgtinginum
INNULÍVSMAÐUR
KUM POLITIKKI
EDMUND JOENSEN
Edmund Joensen er 74 ára gamal. Hann hevur verið í
politikki í 49 ár. Í 1970 var hann valdur í kommunustýrið
í Sundakommunu. Hann var valdur í Løtingið í 1988. Í 11
ár var hann formaður í Sambandsflokkinum – frá 1990
til 2001. Hann var tingformaður frá 2002 til 2008.
Løgmaður var hann frá 1994 til 1998. Hann
legði lunnar undir stýrisskipanina og lógina um
ábyrd landsstýrismanna.. Sum tingformaður tók
hann stig til at gera Føroyar til eitt valdømi.
Hann umboðaði Føroyar á Fólkatingi frá 2007 yil 2015.