hósdagur 14. mars 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
20
Nógv fólk høvdu leitað sær í
Norðurlandahúsið í kavaveðrinum
leygarkvøldið, tá ársins Faroese Music
Awards tiltak fór av bakkastokki. Tað
var lagt upp til eitt festligt kvøld, har
tað besta av føroyska tónleikinum
farna árið skuldi heiðrast
VETERANARNIR
GJØRDU BART
TIL FMA
Hesi fingu
FMA-virðisløn
leygarkvøldið
POPP/ROKK FLOKKUR
AÐRAR VIRÐISLØNIR
17 tónlistavirðislønir vórðu latnar til ymsar aktørar, sum hava gjørt
um seg í føroyska tónleikaheiminum í 2018
Ársins kvinnuligi sangari: Jasmin Mote
Ársins mannligi sangari: Jón Aldará
Ársins útgáva: Portur - Marius
Ársins sangur: Sara - Teitur
Ársins bólkur/einstaklingur: Teitur
Ársins sangari/einleikari: Eivør Pálsdóttir
Ársins bólkur/kór: Føroya Symfoniorkestur
Ársins útgáva/konsert: The Last Kingdom - Eivør & John Lunn
Ársins kompositión: The Last Kingdom - Eivør & John Lunn
Ársins videolag: God's Work - VSJ, leikstjóri Pætur Høj
Ársins húsi: Svartmálm - Uni Árting
Ársins tekstur: Támsins likam - Hamferð
Ársins nýggja navn: Eli Tausen á Lava
Ársins framleiðari: Theodor Kapnas
Áhoyraravirðislønin: VSJ
Ársins átak: Konsertupptøkurnar á Maggies
Ársins tónleikaheiður: Tey av Kamarinum
Eivør Pálsdóttir kann nú leggja
tríggjar FMA virðislønir aftrat
rúgvuni. Fólkakæra sangarinnan
var tilnevnd tríggjar virðislønir
í opna flokkinum, og hon vann
tær allar.
Saman við skotska tóna
skaldinum John Lunn fekk
hon virðislønirnar fyri ársins
kompositión og ársins útgávu
fyri verkætlanina “The Last
Kingdom”. Eivør og John Lunn
hava nevniliga gjørt tónleik til
bretsku sendirøðina, The Last
Kingdom, sum er gjørd í sam
starvi við bretska BBC og er at
síggja á Netflix.
Eivør fekk eisini virðislønina
sum Ársins sangari ella
einleikari í opna flokkinum.
Somu virðisløn fekk hon í 2017,
og í 2016 bleiv hon ársins sangari
í popp/rokk bólkinum.
Sendi takkarheilsan
úr Stokkhólmi
Eivør var ikki til staðar
leygarkvøldið, tí hon var í
Stokkhólmi, har hon skuldi
spæla konsert. Men hon hevði
sent eina videoheilsan, har
hon nýtti høvi at takka fyri
virðislønina.
- Túsund takk fyri hendan
stóra heiðurin. Eg virðismeti
hetta ótrúliga høgt, segði Eivør
millum annað, og ein heilsan
kom eisini frá henni á hennara
instagramvanga:
- Stuðulin og herðaklappini
frá mínum landsmonnum og
landi hevur havt ótrúliga stóran
týdning fyri meg á míni leið,
og eg eri djúpt takksom. Takk
John Lunn og Marjun Kjælnes
fyri at hava formað hesa útgávu
saman við mær og takk Føroyar.
Sendi kærleika heim frá míni
skandinavisku konsertferð.
Tríggjar virðislønir:
Eivør bleiv
stóri vinnarin
MENTAN: FMA 2019
OPIN FLOKKUR