Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 21 Terji Rasmussen er maðurin aftan fyri ársins átak 2019. Hann hevur seinastu fýra árini skipað fyri konsertum í barr síni í Nólsoy, Maggie's, og meginparturin av hes­um konsertunum eru skjal­fest­ ar á ljóð og video. 52 av kon­ sertunum, sum vóru í Maggie's í fjør eru at síggja og hoyra á upptøku í dag. Tá Terji skuldi taka ímóti FMA-virðislønini leygar­ kvøldið, tók tað eina løtu, áðrenn hann kom inn á pallin. Men hann kom so: - Eg fekk mær akkurát ein gu, segði hann og fekk allan salin at skella í látri. - Hjartans takk, øll somul! Kona mín Margret og eg eru ómetaliga glað fyri hendan heiður. Uttan Hans Kristian Eyðuns­son, sum hevur tikið alt upp á video, hevði hetta ikki borið til. Túsund takk, segði Terji Rasmussen og kom við einum ordans lyfti: - Næsta ár komi eg aftur eftir virðislønini fyri ársins sang.   Hetta er vert at fagna Torleik Mortensen og Kristian Blak handaðu virðis­løn­ina: - Terji Rasmussen hevur doku­menterað føroyskan tónleik. Higartil eru yvir 30 upptøkur komnar út á YouTube rásini hjá Maggie’s – og tað er vert at fagna!  Konsertirnar verða allar lagdar út á YouTube síðu­na hjá Maggie’s, og kon­sert­upp­ tøkurnar eru nógvar í tali nú. Ársins átak: Ársins tónleikaheiður: Jón Aldará, ársins sangari: Hugnaliga barrin í Nólsoy skjalfestir konsertir Undangongufólkini av Kamarinum heiðrað - Hetta er ein álitsváttan Tey av Kamarinum er ein av teimum heilt gomlu bólkunum í Havnini. Bólkurin hevur røtur heilt aftur í fimmtiárini, og síðan tá hava tey ríkað føroyskt tón­ leikalív, har tey hava sett orð á kenslur, sum ættarlið efti ættar­ lið hava kent seg aftur í.   Allur salurin reistist, tá brøð­ ur­nir Eybjørn og Jákup komu inn at tóku ímóti heiðrinum.  - Hetta var veldugt. Mann er errin... og gamal. Tað eru fleiri menn, sum hava sagt, at besta kenningin er viðurkenningin. Takk fyri viður­kenn­ingina og herðaklappið, segði Jákup Jakobsen. Tey av Kamarinum eru undan­gongu­fólk í føroyskum tónleiki og hava lagt eftir seg stóran sangskatt. Í 2014 fingu Tey av Kamarinum Mentan­ arvirðisløn Landsins. Bólkurin varð stovnaður í 1955 og var kjarnin í bólkinum frá byrjan børn­ini hjá Olevinu av Kamarinum í Havn og Jóannes í Geil úr Skálavík. Systkini eru: Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margretha, Ingolf og Jákup. Hamferð oddamaðurin, Jón Aldará, bleiv eisini ein av teim­ um stóru vinnarunum í ár. Hann fekk FMA-virðislønina fyri ársins sangara í popp/ rokk flokki­num. Hetta er aðru ferð, at Jón Aldará, sum er av Norðoyri, hevur fingið heiðurin sum ársins sangari. Tað fekk hann eisini í 2014 - tá í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk. Hamferð vóru eisini til­ nevndir virðisløn fyri ársins út­gávu, og bólkurin vann virðis­lønina fyri ársins tekst – hetta fyri Támsins Likam.  Tungmálmsbólkurin Ham­ferð, sum Jón Aldará syng­ ur í, hevur vunnið og verið til­ nevnd­ur fleiri FMA-virðislønir sein­astu árini. - Eg dugi ikki at síggja, hvussu eg kundi gjørt tað, sum eg geri, uttan mínar bólkalimir. Tað er fantastiskt at fáa hesa álits­ váttan. Túsund takk fyri, segði Jón Aldará millum annað. Hamferð góvu útgávuna “Támsins Likam” út í januar í fjør og vóru í hesum sambandi á konsertferðum í Evropa.  Hamferð framleiðarin var ársins besti Theodor Kapnas, framleiðari hjá Ham­ferð, fekk virðislønina sum ársins framleiðari. Hann takkaði fyri: - Tað eru farnir ófatiliga nógvir tímar í hesa fløguna. Eg eri heppin at arbeiða við einum so dugnaligum orkestri, segði Theo­dor Kapnas.