hósdagur 14. mars 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
22
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
E
in
dagin
seinasta
summar setti unga
svenska Greta Thun
berg seg uttan fyri
svenska ríkisdagin mitt í
skúlatíð. Hon hevði eitt endamál
– at mótmæla manglandi polit
iska viljanum at taka veður
lagsbroytingarnar í álvara.
Tann tá ókenda 15 ára gamla
Greta Thunberg hevði neyvan
væntað, at hennara mótmæli
fór at blíva eitt heimsfevnandi
fyribrigdi og átak, sum børn og
ung kring allan heimin fóru at
taka til sín. Í umleið 100 longum
eru veðurlagsverkføll hvønn
fríggjadag, har túsundavís
fólk mótmæla í andanum hjá
svenska tannáringinum. Greta
Thunberg hevði ivaleyst heldur
ikki væntað, at hon í 2019 fór at
blíva tilnevnd friðarvirðisløn
Nobels - men tað er hon nú.
Tað eru tríggir limir í norska
Javnaðarflokkinum, sum hava
tilnevnt unga aktivistin. Hesir
politikararnir siga seg vænta,
at tann umfatandi rørslan,
sum Greta Thunberg hevur
lagt lunnar undir, er eitt týdn
ingarmikið íkast fyri friði.
- Vit hava tilnevnt Gretu
Thunberg, tí veðurlagshóttanin
er allarhelst ein av teimum
týdningarmestu orsøkunum til
kríggj og konfliktir, sigur norski
javnaðarmaðurin Freddy Andre
Oevstergaard við norska miðil
in, VG.
Hevur altíð hugsað
øðrvísi enn hini
Greta Thunberg hevur ofta
greitt alment frá, at hon ongan
tíð hevur verið líka sum hini
børnini, tí hon hevur verið so
introvert og harvið kent seg
einsamalla.
- Eg havi altíð verið tann
stilla gentan í bakgrundini, sum
ikki sigur nakað. Eg helt ikki, eg
kundi gera ein mun, tí eg var so
lítil, sigur hon í samrøðu við
bretska miðilin The Guardian.
Fyri fýra árum síðani fekk
hon staðfest, at hon hevur As
bergers-Syndrom. Hon fortelur
í greinini hjá The Guardian,
hvussu sjúkuavgerðin ávirkar
hana. Hon yvirhugsar, vísir hon
á. Summi fólk kunnu lættliga
Veðurlagsaktivistur í uppskoti til friðarvirðisløn Nobels:
g
GRETA VIL HAVA
HEIMIN Í PANIKK
16 ára gamla Greta Thunberg er nú tilnevnd friðarvirðisløn Nobels fyri sítt
stóra arbeiði at seta veðurlagsbroytingar á dagsskránna um allan heimin