hósdagur 14. mars 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
H
enda greinin er eitt
framhald av røðini
um børnini hjá Victor
Danielsen. Týðingin
hjá pápanum av Bíbliuni fylti
ein stóran part av teirra barna-
og ungdómsminnum.
Komandi týsdag tann 19. mars
eru liðin 70 ár síðani, at Bíblian,
týdd av Victor Danielsen, kom
út á fyrsta sinni. Henda søgan
er væl og virðiliga lýst í bókini
Bíblian á føroyskum í hálva øld
hjá Zacharias Zachariassen,
sum kom út í ár 2000. Alt hetta
verk var eitt bragd, sum fyrst og
fremst Victor Danielsen stóð fyri.
Men tað vóru eisini onnur, sum
gjørdu hetta møguligt. Í røðini
um børnini hjá Victor kom fram,
hvussu eisini konan og børnini
umframt onnur gjørdu sítt.
Eitt prentligt bragd
Henda grein skal umrøða sjálva
prentingina av Bíbliuni
Tað var sanniliga eisini eitt
prentligt roysni, at Bíblian varð
prentað í Føroyum. Hvørki fyrr
ella seinni er ein slík bók, nærum
1.600 síður, prentað her á landi.
Hóast ta ótrúligu menning, sum
er farin fram seinastu 70 árini,
verða enntá nógv smærri bøkur
enn Bíblian framvegis sendar av
landinum til prentingar.
Bíblian var prentað á Bóka
prent á Eystaru Bryggju. Bygn
ingurin var upprunaliga bygdur
sum kolagoymsla og gjørdist
seinni til Skipshandilin hjá
Dánjal Jákup “í Skipshandlinum”.
Tað var ikki fyrr enn seinni, at
Bókaprent gjørdist til Dagprent.
Hesa prentsmiðju átti Jens av
Reyni. Hann var kendur vinnu
lívsmaður og gjørdist fyrsti
stjóri í tí tá almenna Trygging
arsambandinum. Jens var virkin
innan Brøðrasamkomuna og var
m.a. undangongumaður at geva
út sálmabøkur á føroyskum.
Kendir synir hansara vóru Jens
Pauli, Sigird og Ingálvur.
Prentsmiðjan
Bókaprent
varð stovnsett við tí endamáli at
prenta Bíbliuna. Setimaskinan
var keypt úr Amerika og pressan
úr Bretlandi í 1945. Setimaskinan
var ein tann fyrsta í landinum og
var annars eitt ótrúligt framstig.
Frammanundan skuldi hvør bók
stavur setast við hond, og aftan á
prentingina skuldu bókstavirnir
aftur leggjast upp á pláss.
Ein slík setimaskina stoypti
hvørja reglu í kókandi blýggi.
Hóast hetta var eitt framstig, so
hevur hetta neyvan verið gott
fyri heilsuna. Men hetta var
langt áðrenn, nakar so mikið
sum hugsaði um arbeiðseftirlit.
Henda tá framkomna tøknin er
langt síðani farin í søguna. Ein
slík setimaskina vigaði fleiri tons.
Nú verður alt hetta gjørt ómaka
leyst á teldu.
Setararnir skuldu seta eftir
handriti hjá tí, sum hevði skrivað.
Tað var ikki altíð, at tað var so
lætt, tí handritini vóru so ymisk.
Ofta vóru tey skrivað við hond, tí
var tað ógvuliga ymiskt, hvussu
lesilig tey vóru.
Tað serliga var við handrit
inum av Bíbliuni, at tað var mask
inskrivað av Dánjali, sum var
sonur Victor. Orsakað av seinna
heimsbardaga varð prentingin
nógv seinkað. Málið var broytt
hesi árini, tí fór Victor afturum
aftur í handritið og rættaði nógv
við hond. Tað varð eisini rættað í
nærum hvørjum versi.
Tí kom handritið at vera ein
blandingur av maskinskriving og
skriving við penni. Hetta var ein
avbjóðing fyri setararnar. Men
tað lætti um, at Victor hevði eina
væl lesandi handskrift.
Væl varð ansað eftir, at eingin
feilur var í. Tað vórðu lisnir 4-5
rættlestrar av líka so mongum
monnum í Brøðrasamkomuni.
Hesar rættingar góvu eisini nógv
arbeiði hjá prentarunum.
Skuldi so mikið sum ein bók
stavur rættast, mátti øll reglan
setast av nýggjum og fáast upp á
pláss. Sagt varð, at tað vóru nýtt
sjey tons av blýggi til Bíbliuna. Ì
dag verður blýggj als ikki nýtt.
Aftaná at teksturin var settur,
skuldi hann umbrótast, t.v.s.
gerast til síður. Hetta verður
eisini í dag gjørt á teldu av ser
kønum fólki. Men í dag er einki
longur sum eitur setarar í prent
arayrkinum. Teksturin kemur
klárur at seta upp frá teimum,
sum skriva.
Ein millión prent
– lagt í við hond
So var tað sjálv prentingin.
Hvussu stórt hetta arbeiðið hevur
verið, kann lýsast við nøkrum
tølum. Bíblian var sum sagt sagt
um 1600 síður. Hetta merkti, at tað
hava verið 100 ørk, sum tað eitur á
prentmáli. Á hvørjum arki eru 16
síður á báðum síðum. Tískil vóru
8 síður í Bíbliuni á hvørjari síðu.
Hetta merkti aftur, at hesi 100
ørkini skuldu 200 ferðir gjøgnum
pressuna fyri hvørt eintak av
Bíbliuni, sum skuldi prentast.
Prentað vóru 5.000 eintøk.
Hetta merkir, at tað skuldu
1.000.000 (ein millión) ørk gjøgn
um pressuna, áðrenn Bíblian var
liðugt prentað. Í dag vildi hetta
ikki verið nakað at tosa um, tí
nútíðar prentmaskinur leggja
sjálvar pappírið til og tað gongur
við rúkandi ferð. Men hetta var
øðrvísi fyri 70 árum síðani. Tá
mátti hvørt einasta ark leggjast
við hond í pressuna. So hetta varð
gjørt eina millión ferðir. Afturat
hesum kom, at sløk helvtin av
upplagnum var prentað á sokall
aðum “indiapappíri”, ið er tunt
sum sigarettpapír. Pressan var als
ikki innrættað til slíkt pappír, og
tað skuldi serligt hegni at leggja
hvørt einstakt pappír í pressuna –
fyri ikki at tala um 400.000.
Bíblian varð innbundin í Bret
landi. Samlaði kostnaðurin var
kr. 206.000. Av hesum vóru kr.
150.000 latnar sum sjálvboðin
stuðul. Risaupphæddir tá í tíðini.
Megnar menn sum
prentaðu Bíbliuna
Prentingin av Bíbliuni má sigast
at vera ein partur av okkara
prentarasøgu, og vit fara tí at
greiða eitt sindur frá teimum,
sum prentaðu hana, og um teirra
umstøður at gera hetta verk.
Teir sum settu og prentaðu
Bíbliuna vóru hesir:
Ein bók sum Bíblian verður ikki prentað í
Føroyum í dag. Men hetta bragd framdu
føroyskir prentarar fyri 70 árum síðani
SIÐSØGA
Fyrsta Bíblian 70 ár:
EITT PRENTLIGT BRAGD
Niels J. Háberg, Richard Næs, Esmar Jacobsen og Poul Karbech Mouritsen. Hetta vóru teir sum bæði settu og prentaðu Bíbliuna.
Brot úr maskinskrivaða handritinum við rættingum.