Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019 SOSIALURIN 31 25 Komandi partur Fyrsta dagin eru 100 ár síðani skaðadagin í Hesti. Vit fara í tveimum pørtum at lýsa hesa vanlukku Niels Juel Joensen, seinni Háberg Hann var ein prentari av tí gamla skúlanum. Hann mundi vera tann, sum stóð fyri hesum arbeiðinum. Men hann var so beskeðin, at tað kom ikki av hansara egna munni. Hann var ein framúr góður prentari og álitismaður út í fingraspíssarnar. Niels Juel fór ungur í prent­ara­ læru á prentsmiðjuni Fram, sum m.a. prentaði Tingakross, har tann kendi Kristin í Geil var blaðstjóri. Kristin var systkinabarn mammu Niels Juel, Mallu. Niels Juel var ein teirra, sum tók stig til stovna B36, og var kend­ur sum ein góður fót­bólts­ spæl­ari á ungum árum. Richard Næs Nakað tað sama kann sigast um Richard Næs. Hann og Niels Juel komu at fylgjast stóran part av lívinum. Teir vóru nakað javngamlir og fóru báðir í læru á somu prentsmiðju. Teir ar­ beiddu báðir til pensjónsaldur á Dagblaðnum. Teir arbeiddu sam­ an har í 40 ár. Richard var eisini við til at stovna B 36. Poul Karbech Mouritsen Poul var umframt at vera prentari eisini virkin fakliga og politiskt. Hann var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í 1940-árunum, og hann stóð leingi fyri útgávuni av Sosialinum, sum hevði prent­ smiðju á Heygsbreyt. Hann var eisini virkin í Javn­ að­arflokkinum. Stillaði millum annað upp til fólkatingsval í 1960 saman við Johan Nielsen, sum varð valdur fyrstu ferð hetta valið. Hann var eisini skald. Sjálv­ur skrivaði hann so av og á barna­ søg­ur, hugtakandi søgusnið og málslig dygdarverk. Sjey av hesum søgum, skrivaðar í tíð­ar­ skeið­inum 1928-54, vórðu í 1955 givnar út í savninum »Sjey søgur«. Poul var mammubeiggi Jonu Henriksen, sum var ein megn­ar­ kvinna. Esmar Jacobsen Esmar var ættaður úr Norðragøtu. Hann fór í prentaralæru á Dimma­ lætt­ing í 1942. Hann var við til at stovna Føroya Prentarafelag og var formaður fyrstu árini. Í 1965 gjørdist hann trúboðari hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Í hesum starvi var hann eisini sjó­manstrúboðari, serliga í Vest­ manna­oyggjunum. Hann var yrkjari og skrivaði fleiri bøkur. Ein systir hansara var Elsa Jacobsen, kend sum trúboðari í Etiopia, hvørs fant­ astiska lívssøga kann lesast í bók­ ini “Mítt Etiopia”. Umframt hesar vóru tveir danir, Børge Hansen og Holten Lützhøft. Teir vóru giftir við før­ oysk­um konum og fluttu seinni til Danmarkar aftur. Hetta arbeiðið byrjaði í 1947. Gjørdu tað ómøguliga Samanumtikið kann sigast um tey, sum gjørdu tað møguligt at fáa Bíbliuna út á føroyskum, at tey gjørdu tað ómøguliga møguligt. Eitt slíkt týðingararbeiði, sum Victor Danielsen gjørdi, verður neyv­an gjørt av einum persóni í dag. Hetta verður als ikki mett sum einmansføri. Prentingin av Bíbliuni má eis­ini sigast at hava verið ein ómøgulig uppgáva, sum gjørd­ ist møgulig takkað verið hes­um monnum. Seinni er hon end­ur­ prentað fleiri ferðir, men tað er gjørt uttanlands. Sagt verður frá teimum, sum stóðu fyri hesi endurprenting, at teir vildu illa trúgva, at tann upp­runaliga Bíblian kundi hava verið prentað við teirri útgerð, sum varð nýtt. Kortini fóru teir í holt við hana og fullførdu hana til fulnar. Tí eiga prentararnir eisini sítt pláss í hesi søgu. Ósamdir trímenningar Niels Juel var tann einasti av teim­um, sum prentaðu Bíbliuna, sum var í Brøðrasamkomuni. Hann hevði nógv ættarsamband við menn, sum vóru partur í hesi søgu. Tað var Hin føroyski Bíbliu­ grunn­urin, sum gav Bíbliuna út. Ein lim­ur har var Andrew W. Sloan, sum alt lívið var í fulltíðarstarvi fyri samkomuna. Hann var systk­ina­barn mammu Niels Juel, Mallu. Mamma hennara, Isalina, og mamma Andrew, Elspa, vóru systr­ar. Beiggi Niels Juel, Petur Há­berg, var skrivari í grunninum. Systk­ ina­barn teirra, Conrad Joensen, var kassameistari. Í grunninum var beiggi Conrad, Sigurd, ein lim­ur. Teirra felags abbi var Elias, ætt­aður úr Innistovu á Trøllanesi, búsettur á Selatrað. Seinni tók seg upp eitt til tíðir nokkso harðligt kjak í bløðunum um nýggju Bíbliuna og um dygd­ ina í tí arbeiði, sum Victor hevði lagt úr hondum. Ein av teimum harðastu at­ finn­ar­unum var presturin á Eiði, Zacharias Brimnes. Tá kom fram ein sjeymannabólkur úr Brøðra­ samkomuni, sum royndi at verja borg. Hesir sjey vóru: Sig­urd Berghamar, Knút Háberg, beiggi Niels Juel, Jens Guttesen, Pet­ur Háberg, Otto Sørensen og Conrad Joensen. Fýra av hesum vóru brøður og systkinabørn Niels Juel. Men tað pussiga er, at Há­berg brøðurnir vóru eisini skyld­menn Brim­nes, prest. Teir vóru trí­ menn­ingar. Langabbi teirra var Andrass á Vattóli, sum var ætt­ aður úr Skúvoy og gift­ist til Skæl­ ings við Súsannu Díðriks­dótti. Tey fingu tvíburar, tvær døtur. Onn­ur teirra, Anna Malena, var omma Brimnes og hin, Elin, var omma Niels Juel, Petur og Knút og forrestin langomma tann, sum skrivar hetta. Tað leikaði so hart á, at Victor saman við Andrew Sloan, Petur Háberg og Conrad Joensen fóru eina ferð til Eiðis at tosa við Zakaris Brimnes at fáa hann at av­sanna pástandir, sum vóru settar fram móti bíbliutýðingini hjá Victor. Men hetta førdi bara til enn meira blaðskriving. Petur Háberg ger bart Petur Háberg kundi vera nokk so bráður. Hetta kom eisini til sjónd­ ar, eftir at Brimnes hevði skrivað grein, har hann speirak “teir sjey vísu”, Petur var ein av teim­um. Petur heldur, at Brimnes legg­ ur teir mest sum undir at vera óreiði­ligar og at dálka minnið um Jákup Dahl, próst. Nú spann øði í Petur, og nú kundi skyldmaður vera skyld­ mað­ur. Petur skrivaði tá eina grein við yvirskriftini, Prestalótir, har hann byrjar: “Tað hevur stundum kropið í fingrarnar á mær eftir at lagt upp í, tá eg havi lisið mangt av .. skriv­ ing­ini .. frá prestahondum, síðan Brim­nes gjørdi sítt makaleysa og skak­andi álop á V. Danielsen og hina føroysku Bíbliuna”. Tað, sum serliga rakar Petur, er, at Brimnes hevur lagt hann og hinar undir at dálka minnið um Jákup Dahl. Og so loysir Petur av. Hvat enn hann kann siga um brøðurnar, so hava teir altíð mett próst Dahl høgt. Fuglafjarðar prestur, Poul Haremst, fær eisini av grovfílini, og so greiðir Petur frá, hvussu kirkj­an í Europa í øldir hevur forðað fyri, at fólkið skuldi fáa Bíbliu á móð­ur­málinum. Men Brimnes læt sær ikki siga, og hann roynir at gera gjøldur burt­ur úr skyldmanninum. Hend­ an partin av orðaskiftinum endar Vict­or við eini grein, har hann sjálv­andi verjir sítt verk. Tað er eisini ein partur av hesi søgu, at á Eiði var eingin ill­støða millum Brimnes og Brøðra­samkomuna. Símun Johan Wolles, sum var ímyndin av Brøða­samkomuni á Eiði alt sítt lív, segði, at hann kundi bara rósa Brimnes. Hann kom ofta hagar, tí hann var vinur við ein son hansara, og har føldi hann seg altíð væl. Hetta orðaskifti hasaði av. Í 1961 kom “prestabíblian” og seinni eru báðar týðingarnar end­ur­skoðaðar. Onkur munur er um grundleggjandi spurningar í tekst­inum, men í dag kann sigast, at báðir partar hava virðing fyri hvørjum øðrum. Niels Juel við pressuna. Lidna Bíblian Træskurður av Victor Danielsen við tveimum av hansara børnum eftir Fritjof Joensen, listamann.