mánadagur 18. mars 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐNDI SÍÐA 8
Fingu
5.000
pund við
snellu
TÍÐNDI SÍÐA 9
Tað er eitt áhugavert roknistykki,
sum Heri Mohr, fyrrverandi gjald
stovustjóri, setti upp í lesarabrævi,
um hvussu nógv skerjingin í ríkis
veitingini hevur kostað sjúkrahús
verkinum.
Gamaní er lætt at siga, at »sjálv
andi skulu føroyingar sjálvir gjalda
sína vælferð«. Men hvat nyttar tað,
tá vit ikki vilja gjalda hana?
Heri Mohr vísir á, at tað í 2013
vantaðu 175 milliónir krónur í mun
til tað, sum ríkiskassin hevði endur
goldið, um ríkisveitingin ikki varð
lækkað í 2002.
Tá vit ikki kenna seinastu árs
roknskapir landskassan, so fáa vit
ikki roknað út neyva talið, men tað
skjótt at rokna seg fram til, at her er
talan um túsundals milliónir.
Vit kunnu eisini staðfesta, at tað
Fólkaflokkurin, sum stóð á odda
fyri skerjingini í ríkisveitingini.
Sami flokkur, sum ikki vil, at til
dømis fiskivinnan skal gjalda meira
í felagskassan. Saman við Fólka
flokkinum vóru tað Tjóðveldi og
Sjálvstýrisflokkurin, sum stóðu fyri
hesum blokkniðurskurði.
Síðani tá hava fyrst Miðflok
kurin síðani Javnaðarflokkurin og
Framsókn tikið undir við henni. Eft
ir var bara Sambandsflokkurin, sum
mutaði ímóti. Men sambandsrødd
irnar, sum vilja hava blokkstuðul
in at hækka aftur tykjast doyvdar
nakað.
Niðurstøðan er, at ein stórur
meiriluti av føroysku politikarum
heldur, at tað var í fínasta lagi, at
blokkstuðulin úr Danmark lækka
30 prosent í 2002 – og at tað eisini
er í fínasta lagi, at tað hevur gingið
út yvir millum annað heilsuverkið.
Tað sum kanska er ringt at skilja,
er hví politikarar taka slíkar avgerð
ir – uttan at hava ánilis fyri, hvat
ein slíkur fíggjarligur smeitur fer
at merkja, tá somu politikarar ikki
megna at fáa til vega somu inn
tøkur, sum teir hava takkað nei til
úr Danmark. Hvussu mundu Fólk
aflokkurin, Tjóðveldi og gamla
Sjálvstýri ætla at byggja land uttan
pengar? Sjáldan áður hevur gingið
so væl í føroyska búskapinum, sum
seinastu árini – men kortini hava vit
ikki ráð til grundleggjandi vælferð
artænastur, tí at Løgtingið heldur,
at »sjálvandi skulu føroyingar
sjálvir gjalda sína vælferð«. Tað er
lætt at grína eftir Sambandsflokk
inum, sum vil hava alt fyri einki
úr Danmark. Men ringt at skilja
Fólkaflokkin og hinar, sum vilja
skerja ríkisveiting uttan at vilja seta
nakra aðra inntøku í staðin.
Fólkið kann gera sum politikarr
arnir ogbara lata eygu og oyru aftur.
Men tað er kortini áhugavert at seta
stutta spurningin »hví?«. Hví skerja
ríkisstuðulin í óðum verkum uttan
at finna aðrar inntøkur?
HVØR SKAL GJALDA VÆLFERÐINA?
Bankin við serligum
láni til el-bilar
Skerjið bara ríkisstuðulin –
men so mugu aðrir pengar finnast
Í morgun varð skipað fyri
trygdarvenjing umborð á
Norrönu. Venjingin er nú
av. Talan var um eina so
nevnda Eagle-venjing, ið
varð fyriskipað í samráði
við allar avvarðandi mynd
ugleikar.
Í hesum sambandi hev
ur verið stórt virksemi
kring skipið í Nólsoyarfirði
nú fyrrapartin.
Í venjingini ringdi ein
persónur til Smyril Line
og hótti við bumbum. Um
sama mundið kom eldur í
á dekki 5. Tamarhald varð
skjótt fingið á eldinum, og
farið var undir at flyta fólk
av skipinum.
Venjingin skal tryggja, at
mannagongdir í sambandi
við kreppustøðu á Norrönu
virka sum ætlað. Her er tal
an um mannagongdir og
samskipan bæði umborð og
í landi, hjá Smyril Line eins
væl og øllum viðkomandi
myndugleikum.
Vandir vórðu førleikar
nir at hópflyta fólk av skip
inum í vandastøðu, um
framt móttøku av hesum
somu á landi.
Harumframt
skulu
Smyril Line og avvarðandi
myndugleikar við venjing
ini og eftirmetingini kunna
betra um mannagongdir
nar.
Tí vandi Norrøna
í Nólsoyarfirði
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
BankNordik boðar í dag frá,
at bankin nú fer undir at
veita viðskiftafólkum eitt
serligt lán til keyp av elbili.
Talan skal vera um eitt lán
við serliga lagaligari rentu,
skrivar
bankin.
Umframt
nýggja fíggingarmøguleikan
fer BankNordik at keypa
og seta upp løðingarstøðir
við allar bankadeildir kring
landið, har tað verður ókeypis
at løða bilin.
Myndugleikar
landsins
hava boðað frá, at í 2030 skal
øll ferðsla á landi nýta varandi
orkukeldur. Samstundis hava
myndugleikarnir gjørt ym
isk átøk fyri at skunda und
ir orkuskiftið í føroysku
bilparkini. Elbilaeigarar rinda
hvørki skrásetingargjald ella
vegskatt og upp til eina ávísa
upphædd verður meirvirðis
gjaldið eisini endurgoldið.
Og tað sær út til, at
føroyingar í størri mun taka
elbilarnar til sín. Tøl frá Ak
stovuni vísa, at meðan 37
el-akfør vóru skrásett í Før
oyum 1. januar í 2018, var talið
í februar í ár hækkað upp í
126, og eftirspurningurin eftir
elbilum er í støðugum vøkstri.
– Alsamt fleiri føroyingar
keypa sær elbil, og við nýggja
elbilláninum vilja vit styðja
uppundir jaligu gongdina
og geva okkara íkast til, at
elbilar gerast ein skilagóð
íløga fyri bæði umhvørvið og
pengapungin. Vit hava í fleiri
ár veitt orkulán við serliga
lagaligari rentu til orkuspar
andi ábøtur á bústaðin, og nú
fer tað so eisini at loysa seg
at velja umhvørvisvinarligu
loysnina, tá ið bilurin skal
veljast. Allar deildir okkara
kring landið fáa harumframt
løðingarstøðir, og á tann hátt
kunnu vit vera við til at gera
tað eitt sindur lættari hjá
okkara viðskiftafólkum at
hava elbil, sigur Turið F. Arge,
rakstrarstjóri í BankNordik.
Eftir ætlan verða løðingar
støðirnar settar upp uttanfyri
deildirnar hjá BankNordik
í næstum, og bankin hevur
sett seg í samband við Klaks
víkar kommunu til tess at
kanna møguleikarnar fyri at
seta eina løðingarstøð upp
við Biskupstorgið, tá ið bank
in flytur í nýggju hølini í mið
býnum. So hvørt sum bilarnir
hjá BankNordik-samtakinum
skulu skiftast út, fer bankin
eisini at leggja dent á at velja
elbilar.
Nýggja elbillánið verður
0,5% bíligari enn vanliga bil
lánið, og tað fer at bera til at
læna upp til 300.000 kr. Upp
hæddir omanfyri 300.000 kr.
fara at fylgja rentuni á van
liga billáninum.
Lagaligari lán til el-bilar og løðistøðir við deildir bankans er í
nýggjast tilboðnum frá BankNordik
20
byggiklár
stykki í
summar