mánadagur 18. mars 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
TÍÐINDI
TRÍVIST VÆL Eg trívist væl ímillum
suðuroyingar og eg verði aldrin troyttur
av Føroyum, sigur danskarin, Jens Anton
Filtenborg, sum nú hevur verið á Tvøroyrui
sum kommunulækni fyri 50. ferð
Áki Bertholdsen
–
Arbeiðsumstøðurnar
hjá
kommunulæknum eru betri í
Suðuroynni enn tær eru flesta
aðrastaðni í Føroyum, og tær
eru eisini betri enn tær eru
flesta staðni í Danmark.
Tað sigur danski kommunu
læknin, Jens Anton Filtenborg,
sum er mestsum fastur avloys
ari í kommunulæknaviðtalini
á Tvøroyri.
Og tað er ikki yvir at dylja,
at hann trívist serstakliga væl
her, tí nú hann aftur hevur
verið kommunulækni á Tvør
oyri hesar báðar fyrstu vikur
nar í mars, er hetta 50. ferð, at
hann er her sum avloysari.
Og nú hann hevur verið her
so ofta, er tað eisini hvørt
mansbarn í norðaru helvt í
Suðuroy, sum kennir hendan
fryntliga og týdliga læknan,
sum vanliga bara verður kall
aður Filtenborg.
Bæði hann og konan eru
kommunulæknar, og í fleiri ár
høvdu tær viðtalu í Kolding.
Men í 2005 søgdu tey bæði seg
úr sínum fasta starvi, og síðani
hevur hevur hann verið av
loysari runt umkring.
Men honum dámar best at
vera á smáplássum, so um
framt at vera fastur fusur á
Tvøroyri, hevur hann eisini
verið í avloysarastarvi sum
kommunulækni á fleiri donsk
um smáoyggjum
Ein serlig grund
Fyrstu ferð, Filtenborg kom til
Føroya var kortini ikki í ar
beiðsørindum, tí tað var á eini
privatari vitjan í 1992, og so
gingu 10 ár til hann var aftur í
Føroyum, og tá kom hann hig
ar at vera við á einum skeiði
fyri læknar.
– Men í 2006 kom so tankin,
at nú vildi eg fegin sleppa til
Føroya at arbeiða. Eg setti meg
í samband við heilsumyndug
leikan í Føroyum at vita, hvørj
ir møguleikar eru, men eg legði
dent á, at eg vildi sleppa til
Suðuroyar at vera lækni, sigur
Filtenborg.
Og tað var ein heilt serlig
orsøk til at hann vildi sleppa
til Suðuroyar. Orsøkin var, at í
1972, tá ið hann var um at vera
liðugur við lækni, datt hann
fram á eina lýsing, har tey
søktu eftir vikari til Suðuroyar
Sjúkrahús.
– Eg søkti starvið á Suður
oyar Sjúkrahúsi, men eg søkti
eisini tíggju onnur størv í Dan
mark. Men eg fekk bara eitt
aftursvar, og tað var eitt pent
bræv aftur frá einum yvir
lækna á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
har hann takkaði fyri umsókn
ina, men at ein annar umsøkj
ari tíverri var settur í starvið,
minnist Filtenborg.
Men tað merkiliga var, at
tann sum hevði fingið starvið,
var Signar Dam, sum eisini
hevur verið kommunulækni á
Tvøroyri í eitt mannaminni, og
sum Filtenborg sostatt hevur
arbeitt nógv saman við.
– Tað hava vit mangan flent
at síðani, sigur Filtenborg.
Men tá ið hann so aftur
fekk brell at koma til Suður
oyar at arbeiða í 2006, var úrs
litið, at hann fekk starv sum
avloysari á Tvøroyri í tríggjar
mánaðir. Og honum hevur
dámað so mikið væl á Tvøroyri,
at hann hevur ikki hugsað um
at fara aðrastaðni í Føroyum
at arbeitt.
Trívist avbera væl
Filtenborg sigiur, at fyrstu tíð
ina, hann kom til Tvøroyrar at
arbeiða,
skuldu
kommunu
læknarnir eisini vera til taks á
skaðastovuni á sjúkrahúsin
um.
– Tað var strævið, tí tað var
nógv náttararbeiðið. Men mær
dámdi ómetaliga væl, tí eg var
væl
móttikin,
arbeiðsum
hvørvið var gott, og starvsfólk
ini fóru bæði fitt og dámlig at
arbeiða saman við, sigur hann.
Og tað eru fyrst og fremst
arbeiðsumstøðurnar,
starvs
fólkini og vinfólkini, sum fáa
meg at koma aftur ferð eftir
ferð– og so trívist eg eisini væl
saman við hinum kommunu
læknanum, Signari Dam, sigur
Filtenborg.
– Somuleiðis trívist eg eisini
avbera væl í millum suðuroy
ingar og í Suðuroynni. Mær
dámar fólki, mentanina og
nátturuna. Eg verið aldrin
troyttur av Føroyum, leggur
hann afturat.
– Og við tíðini eru vit komin
at kenna fleiri og fleiri fólk, og
vit hava fingið fleiri vinfólk á
Tvøroyri, leggur hann afturat.
Ger tað nógv lættari
Eitt, sum sjúklingar, sum fara
til Filtenborg, leggja merki til,
er, at hann minnist ikki bara
tey aftur, og hvat feilti teimum
fyri fleiri árum síðani. Hann
kennur eisini alla familjna hjá
teimum.
– Eg havi altíð verið áhugað
ur í familjuviðurskiftum og nú
eg havi verið her so ofta nú, eri
eg komin at kenna, ikki bara
sjúklingar, men eisini familjur
nar.
– Eg haldi, at sum lækni er
tað ein stórur fyrimunur at
kenna
familjusøgurnar
hjá
sjúklingum, tí tað kann gera
tað lættari at greina sjúkurnar,
leggur hann afturat.
Og honum dámar væl at
fáast við føroyskar sjuklingar.
– Eg haldi ikki, at føroyskir
sjúklingar sum so, eru meiri
myndugleikatrúgvir enn onn
ur. Men gevur tú einum før
oyskum sjúklingi eina góða
forkláring, verður hon góðtik
in, og so verða avtalurnar um
viðgerðir eisini hildnar, og tað
ger tað nógv lættari at arbeiða,
sigur hann.
– Men tá er tað nettupp eis
ini ein fyrimunur, at lækni og
sjúklingar kenna hvønn ann
an, heldur hann. Í so máta lík
ast føroyingar nakað fólkinum
á smáoyggjunum í Danmark,
leggur hann aftutat.
Men so hevur hann eisini
lagt eitt til merkis afturat, og
tað er, at eg sjúklingar í Føroy
EG FÁI
ALDRIN
NOKK AV
FØROYUM
Tað luktar
ræðuligt, men
tað smakkar
fantastiskt