Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32 TÍÐINDI um eru harðbalnir, tí her fær hann gjørt meiri, uttan at brúka doyving, enn ein dansk­ ur sjúklingur hevði góðtikið. –  Tað er ikki rætt, at skera øll yvir ein kamb, men tað er eis­ini mín fatan, at føroyingar koma ikki til lækna uttan at teimum bagir nakað. – Har haldi eg, at føroyingar duga betur at sortera ímillum, nær tað er rætt at fara til lækna, enn danir, tí teir kunnu vera skjótari at fara til læknar uttan at teimum bagir nakað, sigur Filtenborg. Er við í gerandislívinum Filtenborg sigur, at hesa tíðina, hann hevur verið í Føroyum, hev­ur hann fingið nógv vin­ fólk her. At kalla hvørja ferð, hann er her sum avloysari, er konan eisini við, og tey bæði hjúnini gera nógv burtur úr at ferðast í náttúruni. Tey hava gingið allastaðni í Suðuroy, uttan ímillum Hvalba og Sandvík, so tað liggur enn á láni. Tey hava eisini verið nógva­ staðni norðanfyri, har tey hava gingið ímillum bygdir. Og tær einastu oyggjarnar, tey ikki hava verið á, eru Dímunar báð­ar. – Vit hava fleiri ferðir ligið á ferð at fara til dímunar báðar, bæði í Lítlu Dímun við hvalb­ ing­um at reka, og í Stóru Dím­ un við báti, men tíverri hevur tað ikki eydnast enn fyri veð­ ur. Filtenborg sigur, at honum dámar eisini væl at taka lut í føroyskum gerandislívi, og hann hevur bæði verið við at reka og at fletta og stinga sperð­il. Grindadráp hevur tað ikki eydnast honum at síggja enn, men tað kundi hann gott hugsa sær. Og tá ið tey so eisini hava donsk vinfólk heruppi, gera tey nógv við at lata tey sleppa at uppliva gerandislívið í Før­ oy­um. Hann ræðist heldur ikki føroyskan mat. Tvørturímóti er tað við góðum huga at hann setir seg til borðs, tá ið okkurt føroyskt er á borðinum, – Mær dámar allan før­oysk­ an mat, og eg haldi at eg havi smakkað tað mesta, bæði grind, ræst kjøt, skerpikjøt, fugl, og ymiskt annað. – Men tá ið eg skal reypa eitt sind­ur, spyrji eg onkuntíð føroyingar, hvat teimum dám­ ar grunningshøvd. Tá snerkja nógv við, men í roynd og veru eru grunningshøvd við spiki og garnatálg, ein av mínum lív­ rættum. Tað luktar ræðuligt, men tað smakkar fantastiskt, sigur Filtenborg. – Men eg eri eisini rættiliga hugtikin av føroyskum arkit­ ekt­uri, føroysku dansi og før­ oysk­ari list, og eg lesi nógvar, føroyskar bøkur. – Beint nú eri eg farin undir stóra bókaverkið hjá Jóan Paula Joensen, Bót og biti, sum er um matarhald í Føroyum upp ígjøgnum tíðina. Hon er løtt at lesa, og hon gevur eitt ser­stakliga gott innlit í før­ oyska matmentan, føroyskt hús­arhald, og føroyska ment­ an upp ígjøgnum tíðirnar, held­ur hann. Filtenborg sigur, at nú hev­ ur hann verið í Føroyum so ofta, at hann skilir rættiliga væl føroyskt, og hann lesur eis­ini føroyskt. – Men tá ið eg tosi við sjúkl­ ing­ar er tað avgerðandi, ongar mis­skiljingar eru, og tá vil eg helst tosa danskt. Og tá er tað eisini ein stórur fyrimunur, at – Eg dámi so væl á Tvøroyri, at eg havi ongantíð hugsað um at fara aðrastaðni í Føroyum at arbeiða, sigur Jens Anton Filtenborg, sum nú hevur verið avloysari sum kommunulækni á Tvøroyri samfullar 50 ferðir Gevur tú einum føroyskum sjúklingi eina góða forkláring, verður hon góðtikin Har haldi eg at føroyinga duga betur at sortera ímillum, nær tað er rætt at fara til lækna allir føroyingar duga rættiliga væl danskt, eisini børnini, sig­ ur hann. Og nú Filtenborg akkurát er farin av stað aftur hesa ferð, er tað samstundis greitt, at hetta verður ikki síðstu ferð, at hann verður at síggja á Tvøroyri. Tað liggur nevniliga longu fast, at hann kemur aftur tvær ferðir í summar. Og helst verð­ ur tað oftari enn so, tí hann hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær so leingi hugurin at arbeiðið er til staðar. Og hugin at arbeiða hevur 74 ára gamla Filtenborg fram­ vegis. Tað undrar meg at læknar ikki støðast í Suðuroynni EIN FÍNUR MØGULEIKI Hjá ungum kommunulæknum er tað ein fínur møguleiki at vera í Suðuroy, tí umstøðurnar eru sera góðar, sigur Jens Anton Filtenborg, kommunulækni Áki Bertholdsen Tað er ikki yvir at dylja, at tað gongur illa at fáa kommunulæknar at støðast úti um landið og av tí saman gongur tað eisini strilti at fáa kommunulæknar í fast starv kring um í landinum. Tað hevur eisini Suður­oygg­ in merkt sviðan av, tí eisini her hongur strilti at fáa komm­unulæknar í fast starv. Men tað heldur Jens Ant­ on Filtenborg er eitt sindur óskiljandi. Sum vit skriva í aðrari grein her á síðunum, hevur hann verið avloysari á Tvøroyri heilar 50 ferðir, so hann kennir um­støð­ur­n­ ar. Hann sigur, at eftir hans­ ara tykki eru umstøðurnar hjá einum kommunulækna í Suðuroy betri enn tær eru flesta aðrastaðni í Føroyum, og eisini betri enn tær eru flesta staðni í Danmark. Og hann heldur eisini, at tað sama er galdandi fyri tæn­ ast­una frá komm­unu­lækn­ un­um til borgararnar. Hann sigur, at lækna­við­ tal­urnar eru ikki so stórar, so samskiftið ímillum lækna og sjúklingin er rætti­liga per­sónligt. –  Samstundis er arbeiðs­ um­støðurnar fantastiska góð­ar. Og tað eru tær ikki minst tí at eitt sjúkrahús er beint við, sum veitir komm­ unu­læknunum eina fant­ ast­iska tænastu. Sjúkra­ húsið ger nevniliga, at tað er skjótt at kanna sjúklingar í teim­um førum, tað er neyð­ ugt, sigur Jens Anton Filt­ en­borg. – Skal eg vita, hvat bagir ein­um sjúklingi, kann eg senda hann beint yvir á sjúkra­húsið at taka blóð­ roynd­ir, ella røntgen­mynd­ ur, og samstundis er tað rætti­liga skjótt at fáa úrslitið av kanningunum. – Vit hava eisini fleiri ser­ lækn­ar á Suðuroya sjúkra­ húsi, sum eisini eru til taks hjá okkum. Og tá ið eg komi aftur til arbeiðis á Tvøroyri í summar, hava vit somuleiðis ein skannara til taks, og tað fer at gera umstøðurnar upp aftur betri. Men er tað neyðugt, ber eisini til at senda sjúklingar á Landsjúkrahúsið, leggur hann afturat. Tí heldur hann, at hjá tveim­um ungum komm­ unu­læknum, hevði viðtalan á Tvør­oyri verið ein fínur møgu­leiki. – Ein viðtala sum hendan, er ikki bara ein avgreiðsla, tí læknarnir sleppa í stóran mun sjálvir at sjúkugreina sjúklingarnar við teimum hent­leikum sum eru til taks við bæði rannsóknarstovu, røntgen, skannara og yvir­ lækn­um beint við á sjúkra­ hús­inum. – Sjálvsagt er tað nógv at gera til tíðir, men tað er tað jú í øllum yrkjum, so tað fær meg ikki at setast aftur, stað­festir hann- Filtenborg leggur afturat, at so vítt hann veit, eru tað nakrir læknar, sum eru und­ ir. Útbúgvin til komm­unu­ lækna, og hann væntar av­ gjørt, at sum frálíður fer tað at eydnast at fáa komm­ unu­læknar í fast starv í Suð­ur­oy.