mánadagur 18. mars 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ELLISAKFØR GÁVU FRÁ REYNI SERIVCE
Á hátíðarhaldinum á Reyni Service fríggjadagin
vórðu sýdnir fram fimm gamlir Toyotabilar: Ein
Mark II, tveir Crown, ein Cressida og ein Celica.
Sum ein tøkk til teirra, lat Reyni Service eina gávu
til felagið Føroya Ellisakfør.
Samkomurnar í Føroyum
hava fingið forvitnisliga
vitjan av Bahama oyggju
num, nú Føroyavinurin
Tom Roberts og kona
hansara Lisa komu á vitj
an.
Tað eru hjúnini Brita
og Eli Smith, sum hava
vitjað Tom og konu
hansara í heimi teirra á
Bahama oyggjunum, ið
hava fingið vitjanina í lag.
Seinast Tom var í
Føroym var á vári í 2011,
tá hann ferðaðist runt
oyggjarnar saman við
vinmanninum og tulki
num Zacharias Zachari
assen, sála.
Fyrsta vitjanin
Fyrsta ferðin hjá Tom
Roberts í Føroyum var í
1973. Hann var ókendur á
okkara leiðum, og tað var
fyrstu ferð, at ein myrk
ur evangelistur steig á
talarapallin í brøðrasam
komunum í Føroyum.
Hetta var óivað við
virkandi til, at áhoyrara
skarin var stórur longu
á fyrsta møtinum. Men
skarin av fólki, sum kom
til møtini, vaks kvøld
eftir kvøld, og nú var
tað ikki tí, at fólkið vildi
síggja
henda
myrka
mannin, men boðskapur
in hjá Tom Roberts rakti
fólkið á ein serligan hátt,
at tey ynsktu at hoyra
meira.
Á hesi fyrstu vitjan
hansara í 1973 vóru tað
fólk í hópatali, bæði
ung og eldri úr øllum
landinum, sum komu til
persónliga trúgv á Jesus
Kristus, og sum til dagin
í dag hava víst trúskap
bæði innan brøðrasam
komuna og aðrar sam
komur og kirkjur í Før
oyum.
Eitt satt vinarband
varð knýtt millum Tom
og Zacharias Zacharias
sen, og fylgjandi mongu
árini vitjaði hann javnan
í Føroyum, har hann al
tið hevði væl vitjaðar
møtirøðir um alt landi,
har Zacharias trúfast
stóð honum við lið sum
hin ótroyttiligi tulkurin.
38 - 83
Tá Tom Roberts vitjaði í
Føroyum á fyrsta sinni
var hann 38 ára gamal,
í dag hevur hann bara
endavent talinum og er
í dag 83 ára gamal. Hann
er framvegis virksamur
sum evangelistur á Ba
hama oyggjunum. Tom
sigur, at hann við hesi
vitjan fegin ynskir at
møta
føroyingum
og
samkomum.
Tom kemur ikki at
hava møtirøðir á sama
hátt sum áður, men
skipað er fyri einstøkum
evangeliskum
møtum
í nøkrum av samkom
unum.
Ein
ferðaskrá
er gjørd, sum kemur at
liggja á heimasíðunum
hjá EVR/Evangelisku og
Lindini og fleiri øðrum
heimasíðum.
Tom og Lisa verða í
Føroyum til seinast í ap
ríl, og tey koma at vitja
bæði á páskamøtunum á
Tvøroyri og í Runavíkini.
Tá Tom vitjaði í 2011
hevði Kristiliga Sjón
varpsstøðin IKTUS sam
røðu við hann, sum varð
send í apríl mánaða sama
ár. Vit hava hugt aftir
hesi 8 ára gomlu upptøk
uni við Tom, og leiðslan
í IKTUS hevur avgjørt at
endursenda samrøðuna
við Tom, sum verður at
síggja í IKTUS í næstu
viku. Samrøðan verður
umsett til føroyskt.
Tom og Lisa komu
til Føroyar fríggjadagin
og í gjár talaði hann í
Nazaret í Kaldbak og í
Ebenezer í Havn.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
Fríggjadagin var
stórt hátíðarhald
á bilasøluni Reyni
Service í Hoyvík.
Høvið var, at
sjey starvsfólk
hava havt rund
ar dagar í fel
agnum – og at
ein Toyotabilur
hevur koyrt eina
heila millión
kilometrar
Eirikur Lindenskov
Tey
sjey
fólkini,
sum
fríggjadagin vórðu heiðrað á
Reyni Service hava starvast í
felagnum í tilsamans 251 ár:
• Heri Guttesen, 45 ár
• Johannes Tauser, 40 ár
• Katrin Norðfoss, 38 ár
• Heðin Hansen, 35 ár
• Marian Pedersen, 32 ár
• Signar Hammer, 31 ár
• Muddi Udbø, 30 ár
Í røðu síni segði Sámal av
Reyni, stjóri, at tey hava lagt
nakrar rundar og hálvrundar
dagar saman:
– Heldur enn at hava
fleiri slíkar móttøkur valdu
vit at fagna øll hesi í dag,
segði hann og vísti á, at tey
á Reyni Service hava tann
framíhjárætt, at nógv av
starvsfólkunum hava verið
hjá fyritøkuni í nógv ár.
– Í dag ynskja vit á ein ser
ligan hátt at heiðra tey, sum
hava starvast hjá okkum
millum 30 ár og heilt upp í 45
ár. Tey eru sjey í talið.
Tann fyrsti, sum varð
heiðarður,
var
Magnus
Pauli Udbø, vanliga kallaður
Muddi. Hann var tó ikki
til
staðar,
tí
hann
var
uttanlands í sjúkraørindum,
men lat endiliga heilsa, segði
Sámal av Reyni. Hann hevur
verið hjá Reyni Service í 30
ár.
– Vit minnast ikki akkurát
dagin, tá hann byrjaði hjá
okkum. Men TAKS hevur
upplýst okkum, at fyrsta
lønin hjá honum bleiv flutt í
apríl 1989. So tað hevur verið
har á leið, segði Sámal av
Reyni.
Muddi er lakkerari hjá
Reyni Service og hevur í
nógv ár havt ábyrgd av lakk
verkstaðnum.
Signar Hammer hevur
verið hjá Reyni Service í 31
ár. Fyrst sum goymslufólk
og tey seinastu árini sum
goymsluleiðari.
Marian Pedersen byrjaði
upprunaliga á søludeilini
hjá Reyni Service í 1986, men
hevur tey seinastu mongu
árini verið á bókhaldinum.
– Heðin Hansen kom í
læru hjá Reyni Service í 1983,
og síðani hava vit »hingið
upp á hann«, segði Sámal
av Reyni við einum smíli og
legði afturat, at Heðin Han
sen hevur øll árini verið ein
av berandi kreftunum á
verkstaðnum. Hann hevur
nú verið verkstaðsleiðari í
rættiliga nógv ár.
Katrin Norðfoss byrjaði
eisini sum ung á bókhald
inum hjá Reyni Service í
1980. Hon hevur eisini havt
leiðsluábyrgd
á
økinum.
Umframt at taka sær av bók
haldi, hevur hon eisini læru
sáttmálarnar undir hond,
og har hevur hon nógv sam
skifti við lærlingarnar hjá
okkum, segði Sámal av Reyni.
Johannus Tauser byrjaði
á Reyni Service í 1978 sum
mekanikari og hevur, burt
ursæð frá tveimun stuttum
tíðarskeiðum, verið á Reyni
Service øll árini. Fyrst á
verkstaðnum, síðani á Tidy
Car, sum nú eitur Ditec,
har hann eisini hevur verið
leiðari. Eitt skifti tók hann
sær eisini av øllum leigubil
unum.
– Heri Guttesen hevur al
tíð verið hjá Reyni Service.
Hann ger ikki nógv um seg,
men arbeiðir í tí stilla. Hann
byrjaði hjá Reyni Service,
meðan virkið var í Rættará
í 1974, tá sum verkstaðslærl
ingur, greiddi Sámal av Reyni
frá.
Heri Guttesen hevur í
onkur tíðarskeið roynt seg
sum leiðari á verkstaðnum,
men fyri tað mesta hevur
hann verið eitt av álitunum
úti á verkstaðnum.
–
Hann
hevur
eisini
ábyrgdina av garantiarbeið
unum hjá Toyota. Hóast
høgan aldur, sum ikki sæst,
er hann framhaldandi nokk
tann mest uppdateraði sum
er, segði Sámal av Reyni.
– Hann er forvitin av lyndi
og fylgir væl við teimum
tøkniligu broytingum, sum
eru á nýmótans bilunum.
Tom Roberts:
Gamal kenningur
í Føroyum
Sjey fólk í drúgvari
tænastu hjá Reyni Service
Eivind av Reyni, Katrin Pedersen, Heri Guttesen, Signar Hammer, Heðin Hansen, Katrin Norðfoss, Johannes Tauser og Sámal
av Reyni. Muddi Udbø, sum hevur havt 30 ára starvsdag, vantar á myndini Myndir: Jens Kristian Vang