mánadagur 18. mars 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NÆSTAN HÁLVA ØLD HJÁ REYNI SERVICE
Heri Guttesen úr Havn er tann av teimum sjey, sum fríggjadagin vórðu heiðrað á Reyni Serivce, sum hevur
nógv longst í starvi hjá felangum. Hann hevur starvast hjá felagnum í heili 45 ár. Øll, sum eiga ein Toyota,
munnu kenna dámliga havnarmannin, sum man vera tann í felagnum, sum veit best um allar smálutir
viðvíkjandi Toyota. Heri Guttesen er 62 ára gamal. Hann er sonur Petur Guttesen, hjá Kisan, og Herborg í
Ullvøruhúsinum. Hann byrjaði sum lærlingur hjá Reyni Service í Rættará í 1974.
Nicodemus Martin
Heinesen, ættaður
úr Sandavági, bú
sitandi í Gladsaxe,
andaðist fríggjadagin
84 ára gamal.
Símon Petur Finn
Hansen, ættaður úr
Vestmanna, búsitandi
í Tórshavn, andaðist á
Lágargarði leygardagin
16. mars, 86 ára gamal.
Øssur Gudmundarson,
Tórshavn andaðist á
Sambýlinum á Hóva
brekku leygardagin
53 ára gamal.
Bergleif Joensen,
ættaður úr Fuglafirði,
búsitandi í Reykjavík,
andaðist á Gran
Canaria hósdagin 14.
mars, 76 ára gamal.
Tróndur Jacobsen,
Selatrað, andaðist á
Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi mikudagin
13. mars, 69 ára gamal.
Kári Poulsen, vanliga
nevndur Kári á Skipa
nesi, andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
fríggjadagin 15. mars,
77 ára gamal.
Josva Djurhuus, ættað
ur úr Skopun, búsitandi
í Havn, andaðist 14.
mars, 75 ára gamal.
Hjørdis Riksfjord, fødd
Waag, ættað úr Klaks
vík, búsitandi í Molde
í Noregi, andaðist 12.
mars 89 ára gomul
Arne Solmunde,
ættaður úr Søldarfirði,
andaðist mánadagin
89 ára gamal. Kistan
kemur í Glyvra
kirkju mikukvøldið
13. mars kl. 18.
Klara Karolina Rein
ert Debes, fødd
Jacobsen, ættað úr
Leynum, búsitandi
í Havn, andaðist á
Boðanesheiminum 10.
mars, 92 ára gomul.
Don Petersen, Trong
isvági andaðist leyg
ardagin 9. mars á
Suðuroyar Sjúkrahúsi,
81 ára gamal.
Marianna Mikkelsen,
fødd Bæk, búsitandi
í Hvidovre, andaðist
á Herlev hospitali
hósdagin 7. mars,
48 ára gomul.
Ólavur Anker Johann
esen, Klaksvík, van
liga nevndur Ólavur
hjá Bethuel, andaðist
í heiminum sunnu
dagin 10. mars, 71 ára
gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Sofía Grønagarð fødd
Bjartalíð vanliga
nevnd Fía, ættað úr
Klaksvík, búsitandi
í Havn, andaðist á
Eysturoyar Ellis- og
Røktarheimið í Runavík
leygardagin 2.februar,
ANDLÁT
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
– Bilurin hjá Bjarna
er einki minni enn
ein heimssensatión
Tað segði Sámal av Reyni,
stjóri á Reyni Serivce á
móttøkuni fríggjadaign.
Sensatión er, at bilurin
hevur koyrt eina heila mill
ión kilometrar á føroysku
vegunum seinastu 11 árini.
– Vit hava ein vælkoy
randi bil sum hevur koyrt
eina
millión,
ella
hann
manglar nakrar fáar kil
ometrar so rundar hann
milliónina, og tað er Bjarni
Clausen sum eigur bilin, og
hevur havt hann síðani 2008,
tá hann keypti bilin spildur
nýggjan.
Bjarni Clausen hevur eis
ini havt aðrar Toyota bilar,
sum hava koyrt langt, onkur
400.000 km onkur 600.000
km. Men hesin hevur klárað
tað, sum teir allarfæstu bil
arnir í heiminum klára: At
koyra eina heila millión
kilometrar.
– Tað eru aðrir bilar, sum
hava koyrt tað sama og
summir eisini longur, men
har eru nokk teir flestu kilo
metrarnar koyrd á longum
motorvegum, ofta eisini um
landamørk. Í Føroyum veit
eg bara um ein annan bil,
sum hevur klárað at koyrt
eina
millión
kilometrar,
men tá var ikki nógv eftir
av bilinum, segði Sámal av
Reyni.
Tað, sum eisini er serligt
við
hesum
bilinum
hjá
Bjarna Clausen er, at hann
enn er í sera góðum standi,
hóast hann hevur skift øgi
liga fáar eykalutir.
– Nakað av slitlutum, so
sum bremsiskivur og klossar
eru sjálvandi skift nakrar
ferðir, umframt ein rúgva av
oljuskiftum. Men motorurin
er framvegis tann sami, gear
kassin er tann sami, kopling
in er tann sama. Líkasum
tað mesta av øðrum deilum,
sum mann annars kundi
vænta skulu skiftast, áðrenn
ein bilur hevur koyrt ein
brotpart, av hvat hesin Hiace
bilurin hevur koyrt, segði
hann.
– Man kann ikki siga ann
að enn at bilurin hevur verið
góður og førarin ikki minni
góður. Bjarni hevur koyrt,
um ikki allar kilometrar
nar sjálvur, so so gott sum.
Nakað annað sum hann
eisini nevnir, er at bilurin
hevur staðið øgiliga nógv í
tómgongd. Tað tora vit ikki
at siga so hart, so fáa vit
umhvørvisbólkanar á nakk
an. Men hettar av tí, at hann
hesi árini hevur koyrt dia
lysu sjúklingar til havnar úr
norðoyggjum og aðrastaðni í
Føroyum, og hesi skulu helst
ikki gerast ov køld. Tí stend
ur bilurin í gongd, fyri at
halda hitan.
Sámal av Reyni segði, at at
tá »hettar bragdið nærkaði
st«, setti hann seg í samband
við Toyota Danmark.
– Tí eg hugsaði, at teir
vóru vanir við at bilar koyra
so mikið langt, men tað er
eisini sera forkunnugt hjá
teimun at bilar koyra so
langt. Teir hava tí biðið um
at fingið mynd av bilinum
hjá Bjarna Clausen, sum teir
ynskja at brúka sínum lýs
ingartilfari. Teir hava eisini
eina gávu, sum teir ynskja
at geva Bjarna í samband
við hettar bragdið, segði
Sámal av Reyni, sum síðani
við myndamáli lýsti, hvussu
langt bilurin hjá Bjarna
Clausen
í
veruleikanum
hevur koyr:
– Ein millión kilometrar
er tað sama sum 25 ferðir
kring jørðkúluna. Ella 6.354
til Klaksvíkar og aftur, so tað
er ikki smávegis. Bilurin er
líka yvir 10 ár. Um vit síggja
burtur frá vikuskiftum, so
hevur bilurin í miðal koyrt
yvir 370 km um dagin. Eg
veit ikki um nakran annan
bil, sum er nær við at koyra
eina millión kilometrar, so
tað fer nokk at ganga long
tíð áðrenn næsti bilur kemur
har upp, segði hann og vísti
á, hvussu pliktuppfyllandi
Bjarni Clausen er:
– Hann fortaldi mær í gjár,
at tað var ivasamt, um hann
kundi vera her í dag, av tí at
hann skuldi koyra onkran
kl 13, men tíbetur fingu vit
hann at skaffa ein avloysara,
so hann kundi vera her til
hesa hátíðarløtuna.
Síðan fekk Bjarni Clausen
eina blómuheilsan og lovaði
Sámal av Reyni, at tey
skuldu polera tað síðsta av
hjelminum á bilinum – og at
hann skuldi fáaein nýggjan
kilometurvísara til bilin, nú
hann væntandi fer at gevast
við at telja aftan á øll 9- tøl
ini.
– Umframt okkara gávu,
fært tú eisini eitt gávubræv
upp á 10.000 krónur frá
Toyota Danmark, sum eisini
ynskir at vera við til at heiðra
teg og bilin, segði Smála av
Reyni á hátíðarhaldinum
á Reyni Service í Hoyvík
fríggjadagin.
Hann endaði við at siga,
at »vit síggjast vónandi aftur
her um 5 ár, tá vit eisini hava
eitt 50 ára jubilæum« – tá
eru fimmti ár síðni, at Heri
Guttesen byrjaði hjá felag
num.
Bilurin hjá Bjarna hevur
koyrt eina millión kilometrar
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barninum, og vit vilja fegin siga frá
hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Send mynd við
Øll børn, sum koma í
blaðið, fáa ein bamsuklút
sendandi frá Sosialinum
Feðgarnir báðir, Sámal av
Reyni, stjóri, og Eivind av
Reyni, fyrrverandi stjóri á
Reyni Service
Bjarni Clausen við Toyota Hiace bili sínum, sum hevur koyrt eina heila millión kilometrar