mánadagur 18. mars 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
Í morgin, týsdagin 19.
mars klokkan 17.45, verður
ókeypis fyrilestur í Miðlatúni
í Vági undir heitinum ”Vores
urolige klode”, og hetta er
eitt framhald av
samstarvinum millum Vágs
kommunu og Aarhus
Universitet.
Tveir fingu 5000 pund við snellu
Útróðrarmenn, sum
fiska við snellu,
leggja nógv fyri,
nú fiskur er at fáa
Vilmund Jacobsen
Í morgun eru nógvir útróðr
arbátar úr Sandoynni farnir
við snellu. Teir vita av fiski
vestanfyri, og tí verður lagt til
brots frá morgunstundini.
Sandoyingar hava nevniliga
gjørt fleiri góðar útróðrardagar
seinastu tíðina, tó at líkindini
ikki allar dagar hava verið av
teimum bestu.
Herfyri var nógv trýst í
sjónum, og brimið stóð í grasið,
og vit kunnu siga, at tað, sum
brýtur upp á land, er eisini í
sjónum.
Nógv hevur verið lagt fyri,
og menn hava verið bæði ófør
ir og ágrýtnir.
Í Skopun var tómligt í báta
hylinum um 08-tíðina í morg
un, og sagt verður av Sandi, at
har hava eisini fleiri bátar
loyst. Eisini á Sandi var tómligt
í havnini tíðliga í morgun,
verður sagt haðani.
Í morgun er veðrið heilt
hampiligt hjá teimum størru
glastrevjabátunum.
Hinvegin er einki at ivast í,
at slíkir dagar eru tvassutir hjá
opnu føroysku bátunum, sum
eisini liggja framvið, nú snellu
útróðurin er góður.
At tveir mans við snellu fáa
uppí eini 4.000-5.000 pund, má
sigast at vera rættiligur rokút
róður.
So seint sum leygardagin, tá
hann annars ein part av degn
um lá við frískum landnyrð
ingsloti og nógvum ælaveðri,
bæði regni og vátaslettingi,
vóru teir størri glastrevjabát
arnir á Sandi og Skopun eisini
á útróðri.
Tveir mans vóru við tí eina
bátinum, sum rør út av Sandi,
og teir høvdu umleið 5.000
pund av góðum snellufiski.
Ein annar bátur av Sandi
við einum manni hevði millum
3.000 og 4.000 pund, og síðan
hevði ein triði bátur – eisini av
Sandi - við einum manni eini
1400 pund av snellufiski.
Í morgun, tá Sosialurin var
ein túr eftir bryggjuni í Skop
un, kom ein maður aftur at
landi, og líkt kundi verið til, at
hann var vendur aftur.
Men, so var ikki.
Hesin hevði verið á útróðri
leygardagin.
Fiskurin
hevði
ligið í ísi, og hann hevði nú
verið yviri á flakavirkinum hjá
Sandoy Seafood í Skopun og
lagt fiskin upp.
- Eg eri ikki farin avstað aft
ur í morgun, men her hava
nógvir bátar loyst, segði hann.
Ein pensjóneraður maður,
sum eisini hevur útróðrarbát í
Skopun, kom spákandi eftir
bryggjuni hesa løtu.
- Eg havi gjørt nakrar túrar,
men í løtuni havi eg trupulleikar
við tí eina fingrinum, sum eg
noyðist til lækna við, segði
hann.
Maðurin legði aftrat, at
snellubátarnir, sum rógva út
úr Skopun, royna á leiðini ein
ar 10-12 fjórðingar úr Høvdan
um.
Ein góður
kilometur
er nú eftir
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku vórðu boraðir
og sprongdir 143 metrar í
Eysturoyartunlinum
tilsamans.
Nú eru boraðir tilsam
ans 10.168 metrar av teim
um 11.250 metrunum, sum
Eysturoyartunnilin verður
langur.
Tað merkir, at nú er beint
yvir ein kilometur – ella
1.082 metrar – tilsamans
eftir at bora og spreingja.
Í síðstu viku vórðu 51
metrar sprongdir Hvítanes
megin, og frá rundkoyr
ingini undir Skálafjørðin
um og móti Hvítanesi vóru
38 metrar boraðir.
Seinastu
tíðina
eru
nógvir metrar boraðir frá
rundkoyringini
undir
Skálafjørðinum og móti
Rókini í Saltnesi, og í síðstu
viku var samlaða talið 54
metrar.
200 ÁR: Sunnudagin 24. mars
verður stórt hátíðarhald í samband
við 200 ára dagin hjá V. U.
Hammershaimb. Haldið verður í
Sandavági, har vøgga hjá faðirinum
at føroyska skriftmálinum stóð.
Línuskip landa í vikuni
Við tað, at streym
urin verður ógvu
liga harður, sum
vikan gongur,
er væntandi, at
ísfiskalínuskip
ini fara at gera
ein stuttan túr
Vilmund Jacobsen
Flestu ísfiskalínuskip eru til
fiskiskap, men fleiri eru ný
liga byrjaði nýggjan túr.
Væntandi er tó, at fleiri
línuskip
koma
inn
aftur
longu hesa vikuna, tí streym
urin verður sera harður, sum
vikan gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at ísfiskalínu
skipini fáa mest av toski,
hýsu, longu og so fáa tey eis
ini nakað av brosmu og
skøtu.
Sagt hevur verið frá góð
um fiskiskapi við húki.
Útlitini til útróður hesa
vikuna eru hampilig, tó at
streymurin verður harður.
- Veðrið sær út til at gerast
brúkiligt ein part av vikuni,
og tí verður roknað við, at
nakað verður av útróðri,
verður lagt aftrat.
Myndina eigur Sands kommuna