Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32 20 byggiklár grundstykki í summar - Við fleiri bústaðarmøguleikum vænta vit, at áhugin at seta búgv í kommununi verður enn størri tey komandi árini, sigur formaðurin í teknisku nevnd hjá Fuglafjarðar kommunu Vilmund Jacobsen Í síðstu viku byrjaði entre­prenørfyritøkan JHR at grava út fyri átta nýggj­um grund­stykkj­um, sum skulu gerast byggi­ búgvin á Kambs­dali, og ætlanin hjá Fugla­fjarðar kommunu er, at grund­ stykkini skulu verða lið­ ug í summ­ar. Eivin Breiðaskarð, vara­borgarstjóri og for­ mað­ur í teknisku nevnd hjá kommununi, vísir á, at hetta er fyrsta út­ stykk­ing á Kambsdali tey seinastu 8-10 árini.  - Vit síggja stórar møgu­leikar á Kambsdali, nú fólkavøkstur er í Fugla­ fjarðar kommunu og í flestu økjum í Før­oy­um ann­ars. Við fleiri bú­stað­ armøguleikum vænta vit, at áhugin at seta búgv í Fuglafjarðar komm­ ­unu verður enn størri tey komandi árini, held­ ur hann.   20 stykki tilsamans Eivin Breiðaskarð sigur, at Fuglafjarðar komm­ una eisini hevur eina út­ stykking á Bøvegi í Fugla­firði, har 12 grund­ stykki verða gjørd byggi­ búgvin.  - Tað er eisini JHR, sum stendur fyri ar­ beiðn­um á Bøvegi, har øll grundstykkini verða lið­ ug og klár at byggja á í summar. Fleiri av hesum stykkjum eru umbiðin, men eisini her eru nøkur eftir. Varaborgarstjórin og formaðurin í teknisku nevnd sigur, at Fugla­ fjarð­ar kommuna selur byggi­kláru grund­stykk­ ini á Bøvegi í Fuglafirði fyri 300.000 krónur, og tey byggikláru á Kambs­ dali verður seld fyri 200.000 krónur.   Bíligari á Kambsdali Formaðurin í teknisku nevnd og varaborg­ar­ stjór­in vísir á, at fólk, sum eru áhugaði í grund­ stykkj­unum, sum JHR nú ger klár fyri Fugla­ fjarð­ar kommunu, eru væl­komin at venda sær til kommununa. - Vit hava ábendingar um, at áhugi eisini er fyri grund­stykkjunum á Kambsdali, og eisini her er eisini okkurt stykkið um­biðið, leggur Eivin Breiða­skarð aftrat. Í morgun skrivar Esbjerg Havn á sínari heimasíðu, at føroyski trolarin Ran, sum er fyrrverandi Ljósafelli og Enniberg, er komin til Esbjerg ”med salg for øje”. Fiskiskapur sum ongantíð byrjaði Hóast nógv er at fáa av toski og hýsu, er fiskiskapurin eftir upsa ongantíð vorðin góður í vetur Vilmund Jacobsen Flestu partrolarar eru til fiskiskap, og flestu pørini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er ongantíð vorðin góð­ur í vetur, men skip­ ini fáa nakað av toski og longu sum hjáveiði. Í dag koma tveir djúp­ vatns­trolarar inn at landa. Annar hevur mest av toski, hýsu og upsa, og hin hevur djúpvatnsfisk, mest stinglaks. Fríggjadagin vóru trígg­ir trolbátar til fiski­ skap. Ein fiskaði hav­ tasku, og hinir báðir fisk­ aðu tosk og hýsu. Allir trolbátarnir koma inn at landa í vik­uni, vita tey á Fiska­markn­aði Før­ oya at siga. Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku. - Bæði skipini koma inn at landa hesa vikuna, og tey hava brúkiligan fiski­skap, verður lagt aftr­at. Ikki bara ”dovna” burtur Vilmund Jacobsen Hin 1. mars varð Ingmar Dam kosin Føroya besti timburlærlingur. Hetta var til FM fyri handverkslærlingar, sum var á Torginum í SMS henda dagin. Ingmar Dam starvast í løtuni á Skúlanum á Fløtum. Hann er í læru hjá Búsetur og er tískil partur av stóru byggiverkætlanini á Fløtum. Ingmar luttók í FM fyri handverkslærlingar 28. februar og 1. mars á Torginum í SMS. - Av fyrstan tíð, tá eg bleiv spurdur, segði eg nei, men eftir at eg hevði prátað við ein vinmann, sum er búsitandi í Danmark og sum sjálvur hevur kappast í Danmark, broytti eg meining. Hann viðmælti mær at luttaka, so eg gjørdi av at mel da meg til. Ingmar Dam heldur tað avgjørt vera týdningarmikið, at tað eisini framhaldandi verður skipað fyri tílíkum kappingum og tiltøkum. - Tað eru nógvir lærlingar sum tíma og dáma væl at kappast, og tað ger, at ein hevur nakað at arbeiða fram ímóti, soleiðis at tú ikki bara “dovnar” burtur á skúlabonkinum. Hann heldur, at timburkappingin var sera trupul og umfatandi við nógvum skurðum og skeivum vinklum. Vinnuhúsið – industry. fo – hevur skift orð við Ingmar Dam, har hann greiðir neyvari frá kappingini á Torginum í SMS, og hví hann fór undir sína yrkisútbúgving. - Eg haldi, tað er stuttligt at sleppa at arbeiða við timri – at brúka hendurnar, sjálvur taka ábyrgd, ikki bara fylgja ordrum, men royna at trýsta eitt sindur til ”grensurnar”, soleiðis at tú hevur eitt sindur av sjálvræði, sigur Ingmar Dam. STAÐSETING: Á býráðsfundi á Tvøroyri í síðstu viku varð endaliga samtykt, at nýggi fólkaskúlin skal staðsetast, har verandi skúli á Tvøroyri er. Nú skulu ætlanir leggjast fyri, hvussu íløgan skal fíggjast, men skúlin verður ikki bygdur í ár, ei heldur næsta ár. Í síðstu viku byrjaði entreprenørfyritøkan JHR at grava út fyri átta grundstykkjum á Kambsdali