Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32 TÍÐINDI Uppskotið hjá Laksáfoss liggur í rættarnevndini Løgtingið skal ívár taka støðu til um SEV framvegis skal eiga elnetið – ella umt að skal í eitt serstakt felag Árni Gregersen Rættarnevndin hjá Løgting­in­ um skal skriva álit í ei num upp­skoti, sum Magni Laksá­ foss, uttanflokkatingmaður hev­ur lagt fram. Aðalendamálið við upp­skot­ inum er at skapa karmar, sum eggja til vøkstur í grønu el­ framleiðsluni og samstundis stimbra elnýtsluna, soleiðis at hon passar seg til fram­leiðsl­ una. Magni Lakáfoss sigur í við­ merk­ingunum, at fyri at stimbra framleiðslupartin, verð­ur latið upp fyri, at fleiri fram­leiðarar kunnu bjóða seg fram, sum framleiða orku úr var­andi orkukeldum. Ein annar partur av upp­ skot­inum gongur út uppá, at fram­leiðarar, størri sum smærri, sleppa at lata streym inn í elnetið. Hesir kunnu byggja orkuverk uttan at tey eru boðin út alment. Hesin møguleikin finst ikki í lógini í dag. Verður hetta gjørt, so leggur tað upp til eina opna skipan, sum ger at tað fer at ganga skjótari at fáa streym frá øðrum keldum enn olju, enn tað gongur í dag. Prísskipanin Fyri at fáa eina slíka skipan at virka, er neyðugt at fáa brúk­ ar­an at laga seg eftir tí fram­ leiðslu er. Sum nú er vita vit, at fram­ leiðslan úr vindi og øðru var­ andi orkukeldum, kann vezra ógvu­liga ójøvn. Viðhvørt verð­ ur framleitt í ríkiligt mát, með­ an aðrar tíðir er neyðugt við streymi, framleiddum á tradi­ tion­ellan hátt. Tí er neyðugt at gera eina prís­skipan, sum fær brúk­ar­ar­ nar at brúka mesxt, tá ið fram­ leiðslan er stór. Hetta gerst best við at lata bíligari streym, tá ið nógv er til. Tað eigur at fáa brúkaran at umleggja nýtsl­una, so trýstið verður á, tá ið nógvur streymur verður fram­leiddur. Uppskotið leggur upp til hesar broytingara: • Ásetingarnar um loyvisviðurskifti verða nágreinaðar, • Krav um skipan av óheftum netfelag pr. 1. januar 2020 verður sett í lógina, • Ásetingar um skipan av ravmagnsmarknaði frá 1. januar 2020, • Ásetingar um, at góðkend sølufeløg skulu standa fyri ravmagnssøluni frá 1. januar 2020. Netfelagið skal sambært upp­ skot­inum vera skipað longu 1. januar næsta ár. Ravmagnsmarknaður Netfelagið fær ábyrgdina av, at ravmagnsskipanin virkar eftir ætlan meðan fram­leiðsl­ an verður gjørd av øðum í ein­ ari kapping millum ymisku feløg­ini. Tað sum so verður framleitt skal so bjóðast fram á einum ravmagnsmarknaði, sum net­ felagið stendur fyri. Tað er eitt slag av heilsølumarknaði, har sum streymurin skal slejast ígjøgnum. Tað er ikki loyvt framleið­ar­ un­uma t selja orkuna uttan um ravmagnsmarknaðin. Ravmagnsmarknaðurin er so­statt eitt bindilið millum fram­leiðsluna og brúkaran av rav­magni. Prísásetingin á markn­að­in­ um er avgerandi fortreyt fyri, at brúkarin, gjøgnum sølu­ feløg­ini, kann fáa eitt signal um, at t.d. nógv orka er tøk, prís­urin er lágur, og at tað tískil loysir seg at økja um nýtsl­una. Harvið er ravmagns­markn­ að­urin ein sera týdningarmikil partur av loysnini fyri at fáa brúkaran til at rætta seg eftir framleiðsluni, sum er ein av­ ger­andi fortreyt fyri at gagn­ nýta mest møguligt av fram­ leiðsl­uni úr varandi orku­keld­um. Væntast kann, at tað verða sølufeløgini, sum koma at bjóða fram sjálvvirkandi loysn­ir til brúkararnar, sum kunnu rætta seg eftir prís­ broyt­ingunum. Harvið er tað ikki brúkarin, sum sjálvur skal halda eyga við marknaðinum og broyta sína nýtslu eftir prísinum, men heldur at sølufeløgini taka sær av hesum, brúkarans vegna. Uppskotið frá Magna Laksá­ foss er eitt av tveimum upp­ skotum, sum liggja í ting­in­um. Hitt er eitt uppskot, sum Sam­ bandsflokkurin hevur lagt fram. Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, eigur eitt uppskot um ravmagn, sum liggur í rættarnevndini. Mælt verður til, at netið til streym verður lagt í eitt felag fyri seg. Ætlanin er, at Føroyar bert brúka grøna orku á landi í 2030