mánadagur 18. mars 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir tvey umfør er tað longu
greitt, at nógv skal venda øðr
vísi í heyst, enn tað ger nú, um
tað skal eydnast EBS/Skála at
endurvinna FM heitið, sum
felagsliðið hevur vunnið tvey
tey seinastu árini.
EBS/Skála tapti í fyrsta 4-1
umfari ímóti nýggja felagslið
num, sum eitur ÍF/Víkingur/
B68, og í gjár tapti EBS/Skála
4-0 á Skála ímóti HB.
ÍF/Víkingur/B68 vann í gjár
1-0 í Gundadali ímóti B36. Tí
er ÍF/Víkingur/B68 topplið við
fullum stigatali, nú tvey umfør
eru avgreidd.
Tað verður framvegis bíðað
eftir ábending um, hvussu
styrkismunurin millum liðini
er. Tað kemst eitt nú av, at KÍ
bara hevur spælt ein dyst, sum
KÍ vann 2-1 á heimavølli ímóti
B36, og at dysturin hjá HB á
Skála í gjár var tann fyrsti.
Triðja umfar verður leygar
dagin, og tá verður møguleiki
fyri fleiri ábendingum, tí tá
fær ÍF/Víkingur/B68 vitjan av
KÍ, og grannauppgerð verður í
Gundadali millum HB og B36.
Jóannes Hansen
Longu eftir tvey umfør hevur
einki lið í næstbestu deildini
fulla úrtøku.
Fimm lið hava fýra stig – 07
Vestur, B71, B68, Víkingur og KÍ.
Í triðja umfari hittast 07
Vestur og B68 í Sørvági.
Leygardagin var B68 gestur
hjá teimum næstbestu í HB
í Gundadali. HB legði seg
framum 2-0, men B68 fótaði
sær og vann 3-2.
Nýggjur venjari á Toftum
er Svenn Olsen. Veteranarnir
eru Jann Ingi Petersen, sum
orsaka av skaða ikki var við
leygardagin, Debes Danielsen
og Pedro Tarancon Anton,
sum í 2016 kom úr Spania
og til Toftir at spæla bólt og
framvegis er í Føroyum.
-Fleiri av hinum eru nýggir
á liðnum. Áhugin er stórur,
og vit arbeiða miðvíst fyri at
samanspæla nýtt lið. Eg haldi,
at tað býr nógv í hesum røsku
og
hugagóðu
monnunum.
Málið hjá B68 er aftur at
kappast í fremstu røð. Hvussu
tað fer at eydnast við hesum
liðnum, fáa vit at síggja, sigur
Svenn Olsen.
Skulu aftur til 1981
Tað kemur næstan ikki fyri, at
øll liðini hava mist stig longu,
tá ið kappingin í hesi deildini
bara er tvey umfør gomul. Tað
er so rár hending, at tað skal
leitast heilt aftur til 1981 at
finna síðsta dømið um tað.
Tá verður leitað aftur um, tá
ið kappingin í 2006 varð broytt
at fevna um 27 umfør, tá ið tað
í 1995 varð avgjørt at lata trý
stig fyri at vinna í staðin fyri
tvey, og tá ið deildin í 1988 varð
víðkað úr átta liðum og upp í
tíggju lið.
Faroesoccer er hent at kaga í.
Har sæst, at tað eftir tvey umfør
í 1981 vóru fýra lið, sum høvdu
vunnið einaferð og einaferð
spælt javnt – MB, EB, LÍF og NSÍ.
Síðani er tað ikki komið fyri, at
øll liðini hava mist stig, tá ið tvey
umfør eru avgreidd.
Kappingin
í
næstbestu
deildini í 1981 var minnisrík.
Eftir fjúrtan umfør høvdu MB
og LÍF átjan stig. Málmunurin
hjá báðum feløgunum var +9.
MB hevði skorað fleiri mál, og
FSF helt, at miðvingar høvdu
vunnið kappingina.
Tað vóru leirvíkingar ikki
samdir við FSF í. Teir kæru
og vístu á, at reglan um flest
skotin mál var ikki galdandi.
Dómsnevndin gav LÍF viðhald
og dømdi umdyst millum MB
og LÍF, sum fyrst í oktober
skuldu spæla á Sandi.
MB noktaði at spæla, tí
miðvingar mettu kappingina
at vera avgjørda. Tí var tað
LÍF, sum vann kappingina í 1.
deild í 1981 og flutti upp í bestu
deildina. Tað árið hevði einki lið
í deildini fulla úrtøku eftir tvey
umfør. Tað er ikki komið fyri
síðani fyrr enn nú í 2019 ella 38
ár seinni.
Nýggi venjarin á Svangaskarði heldur,
at ungu menninir, sum í Gundadali
reistu seg eftir skelk, kunnu verða
væl betri, enn teir nú eru
Tað kann væl vera, at kappingin verður meiri
fjøltáttað, enn hon hevur verið í nógv ár
FÓTBÓLTUR
1. deild menn:
Betri deildin støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
07 Vestur
2
1
1
0
2
0
+2
4
2
B71
2
1
1
0
4
3
+1
4
3
B68
2
1
1
0
4
3
+1
4
4
Víkingur II
2
1
1
0
3
2
+1
4
5
KÍ II
2
1
1
0
2
1
+1
4
6
NSÍ II
2
1
0
1
3
2
+1
3
7
Skála II
2
0
2
0
1
1
0
2
8
B36 II
2
0
1
1
1
4
-3
1
9
EB/Streymur II 2
0
0
2
5
7
-2
0
10
HB II
2
0
0
2
2
4
-2
0
Betri deildin støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
ÍF/Vík/B68
2
2
0
0
5
1
+4
6
2
HB
1
1
0
0
4
0
+4
3
3
KÍ
1
1
0
0
2
1
+1
3
4
B36
2
0
0
2
1
3
-2
0
5
EBS/Skála
2
0
0
2
1
8
-7
0
EB/Streymur –
B71 3-4 (2-3)
1-0: Teitur D. Olsen 4.
1-1: Brynjar Óli Bjarnason 38.
1-2: Brynjar Óli Bjarnason 39.
2-2: Gutti Dahl-Olsen 40.
2-3: Clayton Soares br 45.
2-4: Tijani Mohammed 66.
3-4: Hans Joensen 86.
NSÍ – B36 3-0 (1-0)
1-0: Andri Benjaminsen 13.
2-0: Kári Hansen 50.
3-0: Sølvi Sigvardsen 56.
Skála – KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Darius Lewis 18.
1-1: Julian Mikkelsen 48.
07 Vestur – Víkingur 0-0
HB – B68 2-3 (2-2)
1-0: Daniel Johansen 6.
2-0: Bjarni Brimnes 38.
2-1: Debes Danielsen br 43.
2-2: Esmar P. Clementsen 45.
2-3: Otto Reinert Petersen 70.
EBS/Skála – HB 0-4 (0-1)
0-1: Julia Naomi Mortensen 23.
0-2: Heidi Sevdal 52.
0-3: Rebekka Bernbakoura 56.
0-4: Julia Naomi Mortensen 86.
B36 – ÍF/Víkingur/
B68 0-1 (0-1)
0-1: Jacoba Langgaard 33.
Máltindurin
Brynjar Óli Bjarnason B71
2
3. umfar
Leygardagin 30. mars
Víkingur – NSÍ
Skála – EB/Streymur
07 Vestur – B68
B36 – KÍ
B71 – HB
Máltindurin
Hjørdis Rasmusdóttir ÍF/Víkingur/B68
2
Jacoba Langgaard ÍF/Víkingur/B68
2
Julia Naomi Mortensen HB
2
3. umfar
Leygardagin 23. mars
HB – B36
ÍF/Víkingur/B68 - KÍ
TAÐ ERU 38
ÁR SÍÐANI
SEINAST
1. deild kvinnur:
NÚ VENDIR
ALT ØÐRVÍSI