Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Í samband við at føroyska lands­liðið fer undir sína 14. undan­kapping í EM og HM saman­hangi, so fara vit at hyggja nærri at gongdini í ser­liga fyrsta dystinum, nú Før­oyar skulu spæla móti Malta leyg­ardagin. Fjóðingsmøguleiki fyri stigi Vit fara ein túr aftur í tíðina saman við Faroesoccer, og hyggja at hvussu fyrsti dysturin í teimum 14 EM- og HM-undan­kapp­ ingardystunum hevur gingið. Tað hevur verið ójvant, men tølini siga, at tað er út og við ein fjóðingsmøguleiki fyri at fáa stig. Av teimum 14 frum­ fram­førslunum hava vit vunnið eina, og spælt tríggjar javnar. Sigurin er søguligi sigurin á Eystur­ríki í Landskrona, tá Torkil Nielsen skoraði einsa­malla málið. Tveir teir fyrstu javnleikirnir eru minniligir á hvør sín hátt. Um aldarskiftið, tá Øssur Han­sen við næstan seinasta sparki­ num javnaði til 2-2 móti Slovenia, og tá John Petersen við tveimum málum fyrsta korterið legði Føroyar á odda 2-0 móti Skotlandi. Tann triði var málleysi javnleikurin móti Ungarn á Tórsvølli í 2016. Á odda í hálvleikinum Tvær ferðir hevur útlitið verið gott í fyrsta hálvleikinum í undan­ kappingini. Í 2010 var Før­ oyar á odda 1-0 í hálv­leiki­ num, og heilt til vanliga leik­tíðin var farin. Tá mistu vit alt á gólvið. Eisini í 2014 eru vit á odda í hálvleikinum. Málskjútti er Christian L. Holst, men før­oyska liðið megnar ikki at standa ímóti Finnlandi, sum vinnur 3-1. Tríggir góðkendir Av teimum 14 eru tríggir taptir undir góðkendum umstøðum. Í 1996 spældi føroyska liðið ein frálíkan seinna hálvleik móti Jugoslavia í Beograd. Før­oyar tapa 3-1, men dagsins mál skorar John Petersen, sum flúktar bóltin í málið eftir drúgt og gott uppspæl. Í HM undankappingini 2010 byrja vit á útivølli móti Serbia. Vit 2-0, men avgerandi málið kem­ur ikki fyrr stutt fyri tíð. Til HM 2010 undankappingina taptu vit eisini 3-0 í Hannover móti Týsklandi. Teir blivu seinni heimsmeistara við millum annað at vinna 7-1 á Brasil. So 3-0 var væl sloppið. Frammaná Fimm ferðir hava vit fingið ein frammaná í fyrsta dystinum. Ein ordans sekk upp á 7-0 í Bukarest í 1992, tveir sekkar á 6-0 móti Georgia í 2006 og Sveis í 2004, og ein 5-0 sekk í Estlandi í 1998. Fimta stórtapið var fyrsti dyst­urin hjá Allani Simonsen, tá Føroyar í 1994 taptu 5-1 fyri Grikka­ landi á útivølli. Felags fyri stórtapini er, at tey eru øll fyri SKJÓTT 30 ÁR VIÐ ALTJÓÐA FÓTBÓLTI Ein minniligur sigur, tríggir minniligi javnleikir og 10 taptar frumframførslir í EM og HM undankappingar samanhangi. Tvær ferðir eru vit á odda í hálvleikinum og tapa, meðan vit fimm ferðir fáa ein sekk FÓTBÓLTUR