mánadagur 18. mars 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Sunnudagin var seinasta umfar
í Okkaradeildini leikt. Hetta var
samstundis seinasta umfar av
fyrsta grundspælinum undir
nýggja
kappingarleistinum,
men áhugin var ikki so stórur
sum stigatalvan hevði uppi
borið.
Trý lið lóðu innanfyri tvey
stig av fremsta plássinum, og
hevði hetta verið støðan eftir
17 dystir undir einum øðr
um
kappingarleisti,
høvdu
fólk avgjørt leitað sær innar í
Høllina á Hálsi hóast sólin bak
aði á fótbóltsvøllunum uttan
fyri.
Hvar var spenningurin?
Fólk fingu rætt í, at H71 fór ikki
at fáa trupulleikar av Team
Klaksvík, so tað var dysturin á
Hálsi millum Neistan og VÍF, ið
var lykladysturin. Hann skuldi
avgera um tað gjørdist Neistin
ella H71, ið fekk fremsta plássið,
og møguleikan – ella skylduna
– at velja sær eitt mótstøðulið
til finaluna.
Vann Neistin dystin, so átti
Neistin oddasessin og VÍF
fekk triðja plássið. Vann VÍF,
so var H71 sent evst upp á
talvuna, meðan VÍF endaði á
øðrum plássi. Hetta orsakað
av innanhýsis rokniskapinum
millum liðini, ið øll fóru at enda
á 25 stigum.
Tí hevði Neistin onkurs
vegna meira at spæla fyri enn
VÍF, men bláu havnarmenninir
hava havt tað trupult við vest
menningum í ár, og tað var
eisini VÍF, ið hevði hug at vera
á odda.
Dysturin var kortini javnur
fyrstu 40 minuttirnar ella so,
men so vísti VÍF seg frá síni
bestu síðu. VÍF-verjan legði
lunnar undir fleiri skjótálop,
og eftir lítlari løtu hevði VÍF
økt úr 19-20 upp í 20-26. Hesum
kom Neistin ongantíð aftur frá,
og satt at siga so løgdu teir bláu
ikki so nógv fyri í royndini.
Har var ikki stóri fjálturin at
hóma, hóast liðið var um at
verða varpað av fremsta niður
á triðja plássið í kappingini.
Hetta bar boð um, at nýggi
kappingarleisturin
tekur
broddin
av
spenninginum
millum tey fremstu liðini í
grundspælinum. Alt snýr seg
um at enda millum tey fýra
fremstu, og hetta hava øll hesi
trý feløgini leingi verið vís í, at
tey fóru at gera.
TÍ valdi H71 VÍF
Endin var, at VÍF vann greiðan
sigur. Úrslitið gjørdist 23-30,
og at H71 tí vann grundspælið
frammanfyri VÍF á øðrum
plássið.
Og vestmenningar kundu
neyvan fegnast um hetta, tí
sera lítil ivi var um, at H71 fór at
velja sær VÍF sum mótstøðulið,
og har hevur gongdin í ár
sanniliga ikki verið gul.
Tríggjar ferðir í landskapp
ingini hava H71 og VÍF hitst og
tríggjar ferðir hava hoyvíkingar
verið við yvirlutan. Tekin
um hetta sóust longu í fyrsta
innanhýsis dystinum hin 25.
november. Tá vann H71 heili
17-29 í Vestmanna. Hinir báðir
dystirnir eru endaðir 34-30 og
33-29 til H71. Var tað ikki nóg
mikið, so vann H71 eisini dystin
móti VÍF í steypakappingini
við úrslitinum 30-27.
Tí var ikki torført hjá H71
at velja. Móti bæði Neistanum
og Kyndli hava úrslitini verið
minni góð og sera tepur. Móti
Neistanum hevði H71 tveir
javnleikir og ein ósigur at vísa
á, meðan tað móti Kyndli vóru
tveir teprir sigrar og ein ósigur
– umframt savnaða ósigurin í
steypahálvfinalunum.
Neistin eitt vet betri
innanhýsis enn Kyndil
Væntaði Neistin at H71 fór
at velja VÍF, er væl skilligt at
neistamenn ikki vóru vón
brotnari enn so at enda á triðja
plássið. Tí skuldi Neistin velja,
so var upplagda valið Kyndil.
Hjá Neistanum snúði tað seg
bert um at sleppa undan VÍF, ið
sunnudagin vann triðja sigurin
av trimum møguligum móti
Neistanum.
Í
landskappingini
hevði
Neistin bestu úrslitini móti
H71, við tveimum javnleikum
og einum sigri. Úrslitini móti
Kyndli vóru ein sigur, ein
javnleikur og ein ósigur. Aftur
at hesum vann Neistin so
báðar sínar dystir móti Kyndli
í steypakappingini. Men hetta
vóru so teprir sigrar, og tað
kanska kennist sum ein lætti
hjá Neistanum at sleppa undan
at velja sær mótstøðuliðið
sjálvt.
Nú verður tað stuttligt
Yvirhøvur ein sera torskild
og margháttlig støða, í hesum
fyrsta kappingarárinum við
nýggja kappingarleistinum.
Lætt er at iðra seg um at
spenningurin ikki var størri
í einum grundspælið har trý
tey fremstu liðini endaðu jøvn
í stigum, men nú kemur tann
spenningurin, ið vit hava bíðað
eftir.
Í hálvfinalunum kann alt
henda. Spælt verður best av
trimum dystum, og allir dystir
nir skulu avgerast. Tað verður
longd leiktíð um ein dysturin
endar javnur, og væntandi vera
høllirnar fullar av áskoðarum,
tá ið vit fáa fýra, fimm ella
vónandi seks minniligar dystir
við stuttum millumbilum.
Fyrstu hálvfinalurnar verða
leiktar mikudagin, men undan
prenting er ikki greitt nær
og hvar. Miðlahúsið kunnger
leikskránna á In.fo tá ið hon er
greið – Hetta verður væntandi
mánadag seinnapart. Ítrottar
sosialurin fer kortini at heita
á fólk um, at vera til reiðar at
hyggja eftir hondbólti klokkan
20.00 mikukvøldið.
sjurdur@sosialurin.fo
Eftir at tað leingi hevur verið greitt hvørji lið fóru at
røkka hálvfinalunum í mansdeildini, eru liðini fallin
á endaligu plássini, so at vinnarin av grundspælinum
kundi velja sær sítt yndismótstøðulið. H71 valdi
VÍF – Ein skilagóð avgerð eftir hagtølunum
SMS-deildin:
SMS-deildin: støðan
NR LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
VÍF
16
466
360
106
27
2
Neistin
16
374
333
41
20
3
Kyndil
15
374
361
13
19
4
H71
16
415
400
15
18
5
Stjørnan
15
344
371
-27
9
6
StÍF
16
310
458
-148
1
Okkaradeildin:
SMS-deildin: støðan
NR LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
H71
18
467
401
66
25
2
Neistin
18
479
419
60
25
3
VÍF
18
509
462
47
25
4
Kyndil
18
473
419
54
21
5
KÍF
18
452
444
8
18
6
StÍF
18
408
500
-92
10
7
Team Klaksvík
18
422
565
-143
2
Neistin – VÍF 23-30 (14-15)
Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni Zachariassen 7, Tróndur Kragesteen 3, Rune
Olsen 2, Pætur Mikkjalsson 2, Dánjal Ragnarsson 1, Tróndur Mikkelsen 1
VÍF: Filip Jojic 7, Sjúrður Olsen 6, Magnus Müller 4, Bjarti Hansen 3, Jákup
Andreas Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Julian Olsen 1, Johan í Garðastovu 1,
Heini á Heygum 1, Hallur Arason 1
H71 – Team Klaksvík 33-14 (16-6)
H71: Vilhelm Poulsen 6, Pætur Thomsen 5, Brandur Halgirsson 4, Poul
Símun í Garði 3, Sigmundur H. Dahl 3, Niklas H. Hanusarson 3, Djóni G.
Joensen 2, Peter Krogh 2, Bergur Ákason 2, Andrias G. Fríðuson 1, Leivur
Mortensen 1, Rúni V. Højgaard 1,
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 5, Christoffer Madsen 3, Finnur
Hansson 3, Vilhelm Vilhelmsen 1, Jan Eli Ragnarsson 1, Petur Martin Eliasen
1
Kyndil – StíF 33-18 (13-10)
Kyndil: Rógvi Dal Christiansen 7, David Edvardsen 5, Tróndur Wardum 4, Rói
H. Lamhauge 3, Hjalti M. Jacobsen 3, Ólavur av F. Mittún 2, Bartal K. Olsen
2, John í Innistovu 2, Tummas P. Hanusarson 2, Borgar Sveinsson 2, Jákup
Jørgensen 1
StÍF: Pætur Johansen 8, Jógvan G. Joensen 2, Martin Danielsen 2, Dávid
Danielsen 2, Rani A. Højgaard 1, Pætur Ó. Barclay 1, Teitur V. Nilssen 1
Neistin – VÌF 24-24 (11-17)
Neistin: Fríða á Dunga 8, Stina Madsen 5, Rakul Magnussen 3, Drós
Ragnarsdóttir 2, Ingunn K. Persson 2, Hjørdis Viðstein 2, Sólbjørt Høj, Sofie
Søberg 1
VÍF: Durita C. Jojic 9, Liljan Djurhuus 5, Randi Virgarsdóttir 3, Ingibjørg Olsen
2, Daniella Joensen 2, Lív Ingdórsdóttir 1, Ró Nielsen 1, Heidi Maria Akselsen
1
H71 – Stjørnan 28-26 (13-14)
H71: Eva Barba Arge 11, Guðrið á Borg 6, Marita Mortensen 4, Durita Toftum
4, Maria H. Weyhe 2, Silja Sámalsdóttir 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 11, Mina L. Sirdal 5, Sonja L. Sirdal 3, Katrin
Bertholdsen 2, Anna Jakobsen 2, Óluva A. Joensen 2, Annika M. Arge 1
Kyndil – StÍF 35-20 (17-10
Kyndil: Marianna Geirsdóttir 13, Turið Arge Samuelsen 7, Bára Krossteig
Hansen 6, Ásleyg Súnadóttir 3, Gudrun R. Olsen 2, Anja Eliasen 2, Beinta
Bárðardóttir 1, Bjørt Krossteig 1,
StÍF: Karina B. Høgnesen 11, Erla J. Petersen 3, Paula D. Berg 2, Emmy Kass
1, Simona á Fríðriksmørk 1, Sunfríð B. Johansen 1, Rebekka Zachariassen 1
HONDBÓLTUR
Endiliga:
HÁLVFINALURNAR
BYRJA MIKUDAGIN