Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Petur Knudsen NSÍ Bjarki Nolsøe AB Sølvi Vatnhamar Víkingur Árni Fredriksberg B36 Ari Olsen Skála Brynjar Hløðveirson HB Venjari: Jákup á Borg B36 Oddur Højgaard NSÍ Milan Svojic Víkingur Jákup B. Andrease KÍ Meinhard Joensen KÍ KLUMMAN Árni sigur sína hugsan... Innkast! Lat ongan ivast í, at eg eri ein av teimum, sum gleðist, tá ið føroyska landskappingin byrjar aftur. Við drúgvum royndum í fótbóltinum og rundanum fótbóltin, dugi eg væl at síggja, at hendan ítróttargreinin hevur flutt seg í Føroyum, eins og hon hevur aðrastaðni. Spælararnir eru betur fyri og teir gera stórar persónligar íløgur í ítróttin fyri at sleppa at luttaka á hægsta støði. Í gjár var annað umfar spælt í føroyusku landskappingini. Hevði hetta verið fyri 30 árum síðani, so høvdu spælararnir als ikki verið í venjing og dystirnir høvdu verið so sum so. Sjálvur sá eg bert ein dyst, men eg hoyrdi um hinar og vit kunnu staðfesta – eisini við tí frálíka fótbóltsveðrinum í mars – at tempo og førleikar longu eru á veg móti hægstu tindum. Støðan er soleiðis í ár, at teir bestu leikararnir eisini manna landsliðið, sum longu skal leika tveir avgerandi dystir móti Malta og Rumnenia í hesi og næstu viku. Tað krevur sín mann. Um annað umfar í landskappingini kann lesast um aðrastaðni á síðunum her. Ætlaði at nema við, at nú er eitt alment telefonfelagfarið at vísa áhuga fyri fótbóltinum og hevur troðkað Kringvarpið av vøllinum. Altjóða fíggjaða FSF hevur valt at selja rættindini til livandi myndir frá fótbóltsdystunum til Føroya Tele heldur enn til Kringvarpið ella onkran privatan á marknaðinum. Jú, Mammon er komin inn í fótbóltin – ikki í ár, men tann gudurin vinnir sær meira og meira pláss. Fleiri privatar fyritøkur hava fylgt við og sagt úrslit frá dystum meðan teir verða spældir. Eisini har ætlar almenna telefonfelagið at sleppa sær framat. Tað kostar, men telefonfelagarnir gjalda óbeinleiðis við ov høgum telefonrokningum. Soleiðis er tað. Onki at siga til, at tey sum royna at fáa tingini at hanga saman á privata marknaðinum, nú hanga eitt sindur við høvdinum. FSF – mastodonturin í føroyskum ítrótti – kastar saman við Føroya Tele – landsins størstu samskiftisfyritøku – almenn og fíggjað av telefonfeløgunum. Hetta skal tó á ongan hátt taka gleðina við fótbóltinum frá mær, tí ein stórur partur er at fara til fótbólt, uppliva stemningin og tosa við onnur, sum eisini brúka tveir tímar fram við síðulinjuni. Lat meg eisini gera vart við, at eg eisini er bergtikin av altjóða ítrótti – kanska fyrst og fremst av enskum fótbólti, men eisini øðrum ítrótti á høgum støði. Í gjár byrjaðu teir aftur at koyra Formel 1. Spennandi, tí heimsmeistarin bert bleiv nummar tvey í fyrstu kappingini í hesum kappingarárinum, men so sanniliga eisini, tí danin Kevin Magnussen, megnaði at tryggja sær sætta plássið. Ensku steypakappingina tími eg ikki at siga nakað um. Mítt lið tapti leygarkvøldið til Wolverhampton og er úti úr tí kappingini. Nú er trýst á norska venjaranum í Norðuronglandi. Árið kann blíva gott, men tað kann eisini enda við fiasko hjá teimum. Okkara landslið fer av landinum í dag til Malta. Vónandi eru vit so væl fyri nú, at vit kunnu tryggja okkum stig har – og hvør veit. Ein javnleik í Rumenia? Vit fáa at síggja! Vikuliðið: Tróndur Arge Føroyska landsliðið hevur longu byrjað ferð­ ina til Malta, har lands­ liðið skal spæla EM- undan­kappingardyst leygar­dagin. Lars Olsen, lands­liðsvenjari, hevur útt­ikið 20 spælarar til dyst­ir­nar móti Malta og Rumenia. Tað er ein broyting í mun til upprunaliga hóp­ in. Sonni Ragnar Natte­ stad, sum nú spælir í FC Fredericia í næstbestu deild­ini í Danmark, er skadd­ur. Í hansara stað er komin Bartal Wardum, sum er úttikin til lands­ liðið á fyrsta sinni, sam­ an við málverjanum Karst­ini Hansen. Teir hava báðir spælt við U21-landsliðnum, men eru farnir um aldurs­ markið fyri at spæla U-landsliðsfótbólt. Støðast væl á Malta Tað eru bara fýra mánaðir síðani, at føroyska lands­ lið­ið seinast spældi móti Malta á útivølli. Tað var november, har lið­ ini spældi javnleik 1-1 í Nations League. Tí kemur einki óvart á føroyska ferða­lagið, tá tað lendur á Malta mánadagin. Í Fótbólts­sam­bandi­ num er tey so væl nøgd við umstøðurnar, at ferða­lagið verður verandi dagin eftir dystin, áðrenn leiðin gongur víðar til Rumenia, har Føroyar spæla týskvøldið. Orsøkin er, at Fótbóltssambandið letur væl at umstøðunum og vektar tað hægri, enn at koma til Rumenia tveir undan dystinu. - Umstøðurnar á Malta er góðar og tað gevur eisini spælarunum møgu­leika at renna av dagin eftir. Vit hava roynt tað onkuntíð fyrr og tað hevur riggað væl, sigur Kristin Dam Ziska, vara­ aðal­skrivari hjá Fót­bólts­ sam­bandinum. Ferðin í dag byrjar í Føroyum, meðan úti­set­ ar­nir koma við úr Keyp­ manna­havn, har flogið verður við rutuflúgvara til Malta seinnapartin. Landsdysturin móti Malta verður leygardagin, so landsliðið hevur góða tíð at fyrireika seg. Hitin liggur 15 til 20 stig hesa tíðina á árinum. Ferðin til Malta og fyrsta landsdystin í EM 2020 undankappingini er byrjað. Ein broyting er í upptunaliga hópinum. Sonni Ragnar Nattestad hevur givið avboð og í hansara stað er komin Bartal Wardum úr HB Bartal Wardum nýggjur á landsliðnum Gunnar Nielsen, FH (Ísland) Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn Karstin Hansen, Skála ÍF Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Ham Kam (Noreg) Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark) Magnus Egilsson, HB Tórshavn Gilli R. Sørensen, SK Brann (Noreg) Bartal Wardum, HB Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark) Rene Shaki Joensen, Grindavík (Ísland) Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark) Brandur H. Olsen, FH (Ísland) Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (Noreg) Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland) Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn Sølvi Vatnhamar, Víkingur Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland) Jákup L. Thomsen, FH (Ísland) Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík Brian Jacobsen B36