Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í gjár, hin 19. mars 2019, vóru liðin 40 ár, síðan kom­munurnar hildu stovn­andi aðalfund fyri Inter­kommunala Reno­ va­tións­felagsskapinum, IRF. - Tá var vanligt, at nógv burturkast endaði í havinum og úti í náttúru­ni. IRF fekk til enda­máls at virka fyri, at burturkast og annað órudd verður beint burt­ ur, soleiðis at dálking av um­hvørvinum heldur upp­at.  Tað veit Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF, at siga á sínari Facebook- síðu í gár, sum eina heilsan til felagsskapin. Eitt stórt arbeiði Nevndarforkvinnan leggur aftrat, at hvønn dag verður eitt stórt arbeiði lagt í at røkka enda­málinum, og hon heldur, at ikki kann sigast annað enn, at tað hevur ging­ist væl. - Virksemið hjá IRF er  vaksið nógv og fevnir í dag eisini um eitt spilloljureinsiverk, endur­nýtlsu, tyrving­ ar­pláss, rot­tanga­skip­an og handfaran av vanda­ miklum burtur­kasti.  Forkvinnan vísir á, at í dag er okkara reina náttúra vorðin ein sonn mark­naðarførsla fyri Før­ o­yar, hóast nøgdirnar av burturkasti eru vaksnar nógv hesi árini. - Vit geva okkum kanska ikki altíð far um hesi viðurskifti í gerandis­degnum, men vit hava so sera nógv at vera takksom fyri, sigur nevndarforkvinnan í IRF. Reinar og grønar Kristina Roest sigur, at tað er hennara vón á hesum stóra degi, nú IRF hevur lagt 40 ár aftur um seg, at øll sam­an – og hvør í sínum lagi – framhaldandi fara at virka fyri at halda Før­oyar reinar, eins og ar­ beiðast støðugt eigur at verða fyri at gera Føroyar grønar. - Hjartaliga tillukku við 40 ára føðingardegi tín­um, IRF, eru sein­astu orð­ini hjá nevnd­ar­for­ kvinnuni í IRF í hesum um­fari. 24 kør av útróðrar­ fiski av Sandi Mánadagin vóru fleiri bát­ar úr Sandoynni á útróðri við snellu. Talan var bæði um størri glastrevjabátar og opnir føroyskir bát­ ar. Nógvur snellufiskur hevur verið at fingið vestan fyri seinastu tíð­ina, og dagurin í gjár var einki undantak. Bæði í Skopun og á Sandi vóru fáir bátar eftir í havnini, tá menn høvdu loyst tíðliga mána­morgunin. Tíverri hava vit ikki frætt, hvussu gekk hjá bát­unum, sum fóru úr Skopun, men vit vita, at ikki færri enn 24 kør á umleið 600 pund var samlaða veiðan hjá bátunum á Sandi mána­dagin. Í Sandoynni hava bestu bátar við tveim­ um monnum fingið upp í eini 5000 pund ein góðan snelludag, og tað eru eisini einstakir menn, sum hava gjørt snellu­túrar uppí eini 3000 til 4000 pund, sum má sigast at vera óføra góður útróður. vilmund@sosialurin.fo Seinastu tíðina hava bátar úr Sandoynni fingið rættiliga nógvan snellufisk vestanfyri Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen TÍÐINDI OKKARA REINA NÁTTÚRA EIN SONN MARKNAÐARFØRSLA - Vit geva okkum ikki altíð far um tað, men vit hava so sera nógv at vera takksom fyri, sigur nevndarforkvinnan í IRF, nú felagsskapurin í gjár hevði 40 ár á baki Kristina Roest er nevndarforkvinna í IRF Í gjár vóru 40 ár liðin, síðan Interkommunali Renovatións­felagsskapurin varð stovnaður