týsdagur 19. mars 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33
Innkalling til aðalfund í P/F Bakkafrost
Boðað verður við hesum til
ársaðalfund í P/F Bakkafrost
Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar,
fríggjadagin 5. apríl 2019, kl. 15.00.
Bakkafrost P/F • Bakkavegur 9 • 625 Glyvrar • Tel +298 40 50 00 • Fax +298 40 50 09 • bakkafrost@bakkafrost.com • www.bakkafrost.com
Dagsskráin fyri fundin verður hendan:
1. Val av fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna
roknskaparári
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2018 við notum fyri P/F Bakkafrost og
fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá
nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2018, er
at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært
góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd
felagsins upp soljóðandi samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 8,25 kr.
fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd
áljóðandi 403 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir
partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann
5. apríl 2019. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti vinningurin
tilsamans 3.544 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 8. apríl
2019, og skrásetingardagurin (record date) er 9. apríl 2019.
Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið 26. apríl 2019.”
5. Val av nevnd
Til hendan aðalfundin standa 2 nevndarlimir fyri vali. Hesir eru
Øystein Sandvik og Annika Frederiksberg.
Afturval av nevndarlimum kann fara fram. Sambært viðtøkum
felagsins skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um val av
nevndarlimum.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Øystein Sandvik og
Anniku Frederiksberg fyri 1 ár, sí eisini pkt. 12 á dagsskránni.
Samstundis skjýtur valnevndin upp at velja Einar Wathne,
Garden 12, Lundegrend, Noreg sum nýggjan nevndarlim. Einar
Wathne er 57 ára gamal og er MBA & PhD í alivinnu og er at
meta sum óheftur av felagnum.
6. Val av nevndarformanni
Til hendan aðalfundin stendur Rúni M Hansen,
nevndarformaður, fyri vali.
Nevndarformaðurin kann verða afturvaldur. Sambært
viðtøkunum skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um val
av nevndarformanni.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Rúna M. Hansen sum
nevndarformann fyri 1 ár, sí eisini pkt. 12 á dagsskránni.
7. Ásetan av samsýning til nevndina og
grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2019 verður
óbroytt.
Nevndarlimir fáa 220.000 kr. um árið, næstformaðurin fær
275.000 kr. um árið, og formaðurin fær 440.000 kr. um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til nevndarlimir í
grannskoðaranevndini verður 45.000 kr. um árið.
8. Val av limum til valnevndina, herundir val av formanni til
valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Leif Eriksrød og Eyðun
Rasmussen fyri vali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Leif Eriksrød og Eyðun
Rasmussen.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða til formann fyri
valnevndina.
9. Ásetan av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til limirnar í
valnevndini fyri 2019 verður óbroytt hendan:
Nevndarlimir fáa 12.000 kr. um árið og formaðurin 24.000 kr.
um árið.
10. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/F Januar, løggilt
grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 110 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara felagsins at sita til
næsta ársaðalfund.
11. Samsýningarpolitikkur
Við tilvísing til grein 10, stk. 4, í viðtøkum felagsins skjýtur
nevndin upp, at galdandi leiðreglur fyri samsýning til leiðslu
felagsins, sum vórðu samtyktar á aðalfundi felagsins í 2018,
verða óbroyttar galdandi fyri roknskaparárið 2019.
12. Uppskot til viðtøkubroyting
Nevndin skjýtur upp, at grein 10, stk. 1, 2. pkt. í viðtøkum
felagsins verður broytt soleiðis:
„Nevndarlimir verða valdir fyri 1 ár í senn.“
Broytingin hevur við sær, at valskeiðið hjá nevndarlimum verður
broytt frá 2 árum til 1 ár. Broytingin hevur eisini ta avleiðing, at
allir nevndarlimirnir standa fyri vali til komandi aðalfund.
13. Ymiskt
Onki mál er innkomið til viðgerðar undir hesum punkti á
dagsskránni. Undir hesum punkti verður sostatt eingin
atkvøðugreiðsla.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfundinum, verða bidnir um at
senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com, til P/F Bakkafrost, Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, ella
at senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á
telefax nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja
til felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi
týsdagin tann 2. apríl 2019, kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisini fram
umvegis heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com ella á skrivstovu
felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000
og/ella telefax nr. +298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av
atgongumerkjum og atkvøðuseðlum er mánadagin tann 1. apríl 2019,
kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum
møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu
felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum
eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla
við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri
fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar
fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á
teldupostbústaði agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálvum
aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á
aðalfundinum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan
aðalfundinum. Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru skrásett í
seinasta lagi 29. mars 2019, kl. 24.00, atkvøðurætt.
Ársfrásøgn fyri 2018 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum
Ársfrásøgnin fyri 2018 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost
samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins
og grannskoðaraátekning fyri 2018 og dagsskrá við fullfíggjaðum
uppskotum, verður almannakunngjørd á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com frá og við týsdegnum 12. mars 2019. Skjølini liggja
eisini frá hesum degi frammi til skjals fyri partaeigarar felagsins á
skrivstovu felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka upp eitt ávíst evni til
dagsskránna á aðalfundinum skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd
felagsins á bústaðnum Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, Føroyar, ella á
teldupostbústaðnum agm@bakkafrost.com í seinasta lagi fríggjadagin
tann 22. februar 2019, og freistin er tí farin. Móttekur felagið uppskot til
evni til dagsskránna eftir 22. februar 2019, ger nevndin av, um kravið er
sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða sett á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur í 48.858.065
partabrøv við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt
192.451 partabrøv. Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri
hvørjar DKK 1, teir eiga í partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi
partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið
felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum.
Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella saman við einum
ráðgeva. Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrú,
sum partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu
fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki
longur enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til
aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum partabrøvum,
sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank AB (publ), filial i Norge,
Essendropsgate 7, PO box 1166 Sentrum, 0107 Oslo, Norway,
983258344 MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu parteigarar
felagsins venda sær til henda peningastovn fyri at útinna fíggjarligu
rættindi síni í felagnum.
Glyvrar, tann 12. mars 2019
P/F Bakkafrost
Fyri nevndina
Rúni M. Hansen, nevndarformaður