Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen HEILSA Úrslitini ræðandi Ein nýggj gransk­ ingar­verk­ætlan vísir, at fyrr­verandi grann­ ar hjá einari eter­nit­ verk­smiðju í Aal­borg - Dansk Eter­nit Fabrik - eru í sjey ferðir so stórum vanda fyri at menna lungna­hinnu­ krabba, sum restin av danska fólkinum er. U n i ­v e r s i t e t s ­ sjúkra­húsið í Aalborg hevur nevniliga kann­ að fleiri enn 12.000 fólk, sum eru fødd í tíðarskeiðnum 1940- 1970, og sum hava ging­ ið á einum av teim­um fýra skúlu­num, sum lógu nær við verk­ smiðjuna. Orsøkin til økta vandan fyri lungna­ hinnukrabba, sum hesi fólk hava verið í, er hugsandi, at tey hava andað í seg eitr­andi asbeststøv. Eter­nit­ verk­smiðjan í Aalborg brúkti asbest í sínari fram­leiðslu heilt upp í 1980-ini. Nýtsla av asbesti hevur annars verið for­boðin leingi, tí fyri nógv­um árum síðan varð komið eftir, at saman­hangur var millum at anda í seg asbest­støv og eina røð av krabbasjúkum. Øyvind Omland, sum er professari á Arbeiðs-og Umhvørvis­ medisinskari deild, er ov­farin av úrsliti­num. Professarin sigur, at hann var í iva um, hvørt tey yvirhøvur fóru at síggja mun í títt­leika­num av krabba­meini í hesi kann­ing. Men, at hesi fólk, sum livdu nær­ indis verk­smiðjuni, hava verið í so stórum vanda, hevði hann ikki ímyndað sær. - Hetta má sigast at vera ræðuligt, tí tað kann ikki vera mein­ ingin, at fólk skulu veksa upp og ganga í skúla, har vandin fyri álvarsomum sjúk­ um er so stórur, sigur professarin, sum hevur verið við til at gjørt kanningina. Allir fýra umrøddu skúlar liggja minni enn ein kilometur frá staðnum, har Eter­nit­ verk­smiðjan í Aalborg lá, skrivar Ritzau. vilmund@sosialurin.fo Krabbamein, sum stendst av asbeststøvi úr arbeiðstilfari, vísir seg ofta eftir 30-60 árum, og tað rakar oftast tey, sum hava arbeitt við til­fari­ num. Bæði í Danmark og fleiri øðrum londum var asbest ógvuliga væl um­ tókt byggitilfar, tí hetta var so eldfast og hevði bjálvandi egin­leik­ar. Har­ aftrat var til­farið lut­fals­ liga bíligt. Asbest hevur verið brúkt í einari røð av byggi­verk­ætlanum til eitt nú gólv, veggir, loft og sum tak­plátur og klæd­ning­ur. Til­farið hevur eisini verið nógv brúkt til ventila­tións­ skipan­ir og til vatn­leið­ ingar og kloakkir. Asbest hevur eisini verið brúkt til bjálving av hitarørum, íløt og til pløgg, sum verja móti nógvum hita. Áður var eisini vanligt, at eitt nú skip og tok vóru bjálvað innan við asbesti, sum varð sproyrað á vegg­ir­nar. Haraftrat hevur tilfarið verður brúkt til blómukassar, bremsu­skivur, pakning, drív­reim­ar og sum tilfar til filtur. Asbest er bygt upp av einari røð av náttúrligum miniralum. Tá tú arbeiðir við asbesti, rívist tað sundur í mikro­skopiskar, avlangar fipr­ur, sum menniskju kunnu anda í seg sum støv. Tá hetta hendir, kunnu asbest­fiprur treingja út í lunguni. Jú, tynri fiprur­nar eru, jú longri út í luftrásina kunnu tær sleppa. Tær tynstu fiprur­nar kunnu treingja heilt út í blóðvegirnar og spreiða seg til ymiskar part­ar av likaminum. Tað er prógvað, at as­ best kann vera orsøkin til krabbamein í lungum, hálsi og eggrótini eins og í serstøkum hinnum kring lunguni, búkrúm og hjarta. Eisini er ávísur ill­gruni um, at asbest við­ virkar til krabbamein í svølg­rúmi, langa, enda­ tarmi og maga. Longu miðskeiðis í 1950-unum varð staðfest, at asbest kann vera orsøk til lungnakrabba. Seinni er so eisini staðfest, at vandin fyri krabbameini økist munandi, um tú bæði roykir og hevur verið útsettur fyri as­ besti. Men, hvør kann so hava fingið asbest í seg? Flestu, sum hava verið útsett fyri asbesti, hava verið tað gjøgnum arbeiðsumhvørvi, sum við­komandi hevur verið partur av. Eisini tey passivu Men, tað eru eisini dømi um ávirkan av asbesti, tó at fólk ikki hava verið partur av nøkrum arbeiði, men bara hava havt til­ farið tætt at sær. Dømi eru soleiðis um, at fólk, sum eru í familju við arbeiðsmenn, ið hava arbeitt við asbesti, eru vorðin sjúk, og tá kann eitt nú vera talan um kvinn­ur, sum hava vask­ að ar­beiðsklæði, ið vóru dálkað við asbesti. Dømir eru eisini um fólk, sum hava búð ella arbeitt tætt við verk­ smiðj­ur, ið ar­beiddu við as­besti, sum eru vorðin sjúk. Talan kann eitt nú vera um verksmiðjur ella skipa­smiðjur sum brúktu asbest. Tað vísir seg eisini, at krabbamein, sum hevur sínar røtur í asbesti, oftari rakar menn enn kvinn­ur. Orsøkin er, at ávirkan­in av asbesti gjarna hevur verið knýtt at um­hvørvum, har menn ar­beiddu. Kelda: cancer.dk UMTÓKT BYGGITILFAR KANN GEVA KRABBA Asbest er eitt náttúrligt miniral og tilfar, sum áður varð nógv brúkt, serliga sum byggitilfar og til bjálving. Men, vegna vandan fyri, at støv úr asbesti kann vera heilsuskaðiligt og elva til ávísar krabbasjúkur, sum ofta vísa seg fleiri ár seinni, er tilfarið vorðið bannað at brúka í flestu londum Asbest hevur verið brúkt til nógv ymisk endamál í byggi-og entreprenørvinnuni