týsdagur 19. mars 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
- Dómsvaldið er 13.000 fólk, sum sleppa at gera av, um luturin
skal fara á brennistøðina ella ikki. Um luturin er ov góður at koyra
vekk, so plagar onkur altíð at taka av, sigur Karl Christiansen,
sum hevur stovnað ein av føroya størstu Facebook-bólkum
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Á Facebook er eitt stórt før
oyskt torg, har tú kanst sleppa
tær av við ting, tú ikki tímir at
eiga longur. Samstundis kanst
tú fáa ting, tú kanska manglar
í staðin fyri at keypa nýtt. Alt
uttan at gjalda eitt oyra. Um
talaða
torgið
er
bólkurin
ÓKEYPIS!, sum má sigast at
vera nakað av einari sólskins
søgu.
Nógv
tons
av
møblum,
elektronikki, barnaleikum og
klæðum hava skift hendur
gjøgnum hendan bólkin, síðan
hann varð stovnaður í 2012.
- Vit hjálpa hvørjum øðrum
Stovnarin av bólkinum er
skálamaðurin, Karl Christian
sen, og hann fegnast um góðu
undirtøkuna,
sum
bólkurin
hevur fingið. Við sínum 13.212
limum telist bólkurin millum
størstu
føroysku
facebook
bólkarnar yvirhøvur.
- Hugskotið við bólkinum
er, at vit skulu hjálpa hvørjum
øðrum. Í næstan øllum førum
eru tað báðir partarnir, sum
verða
nøgdir,
sigur
Karl
Christiansen og vísir á eitt
dømi um, hvussu bólkurin
kann tryggja hesar sokallaðu
win-win støðurnar.
- Um ein illa gongufør
kvinna skal av við eina stóra
sofu, so sleppur hon frá at
brúka kreftir ella dýrar dómar
uppá at fáa sofuna út. Hon fær
heldur tveir manns frá bólkin
um at troppa upp og fara av
stað við sofuni. Báðir partar
vinna her – tann eini parturin
sleppur av við okkurt ókeypis,
og hin parturin fær nakað
ókeypis.
Endurnýtsla fram
um brennistøðina
Heisn bólkurin er blivið eitt hit
týdningarmesta
íkastið
til
endurnýtslu í Føroyum í dag.
At tað er ókeypis og ómaka
leyst at lata og fáa lutir, sparir
heilt vist umhvørvinum fyri
nógv tons av brendum skrelli
árliga. Júst hetta er eisini eitt
av týðandi prinsippunum við
bólkinum.
- Nógv fólk tíma ikki at
koyra nakað til sølu, sum
kanska ikki hevur so stórt
virði longur. Tí kundi tað fyrr
ofta bara enda í einum kon
teynara á brennistøðini. Men á
bólkinum er dómsvaldið jú
13.000 fólk, sum sleppa at gera
av, um luturin skal fara á
brennistøðina ella ikki. Um tað
er ov gott at koyra vekk, so
plagar onkur altíð at taka av,
sigur Karl Christiansen, sum
privat og persónliga leggur
stóran dent á endurnýtslu.
Fleiri hava møblerað
heilar íbúðir
Søgurnar um fólk, sum hava
gjørt kuppið á bólkinum, eru
nógvar. Tað kann til dømis
vera onkur, sum akkurát er
fluttur til Føroya og hevur
fingið okkurt at búgva í, men
ikki hevur so nógvar pengar
millum hendurnar.
Tað skal nógv til at møblera
eina heila íbúð hjá einum stak
um fólki, og tað kann skjótt
koma at kosta nógvar túsund
krónur. Tí hava fólk onkuntíð
skrivað út, at tey mangla møbl
ar og ymisk ting til nýggju
íbúðina. Tá plaga fólk at vera
skjót at viðmerkja, at tey hava
sofu, reol, grýtur, bestikk ella
okkurt annað búnýti.
- Í summum førum havi eg
sæð, at fólk hava møblerað
eina heila lítla íbúð uppá nakr
Facebook-bólkurin ÓKEYPIS:
BÁÐIR PARTAR
VINNA – EIN
LETUR OG EIN F