Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33 TÍÐINDI ar heilt fáar dagar við møblum frá bólkinum, sigur Karl Christi­ansen. So eru tað eisini søgurnar um tey, ið innan fyri stutta tíð hava verið noydd at flutt út av sínum bústaði. Fleiri hava fingið tømt íbúðina skjótt og ókeypis, tí fólk eru komin eftir teimum tingunum, sum tey ann­ars høvdu koyrt vekk. Byrjaði við 50 limum Alt byrjaði við einari um­fat­andi umbygg­ ing heima hjá Karl Christiansen. Um­ bygg­ing­in hevði við sær, at hann end­ aði við at hava so mikið nógv byggi­tilfar eftir, sum hann ikki visti, hvat hann skuldi gera við. Tað var ov gott at koyra vekk, men ikki ordi­liga nakað, hann føldi seg kunna loyva sær selja. Hevði tað bara verið onkur møguleiki, har mann kundi sleppa av við hetta byggi­til­ farið skjótt og ókeypis, hugsaði Karl. Hann prøvaði so at stovna ein bólk á Facebook og bjóð­aði 50 av sínum vinum uppí. Bólk­ urin varð doyptur Ókeyp­is. - Onkur tók bein­an­ vegin av og kom eftir byggi­tilfarinum, og bein­ anvegin byrjaðu fólk at leggjast aftrat bólk­ inum. Aft­aná eina viku vóru 100 fólk í bólk­inum, og so gekk tað slag í slag, for­ telur hann. Dagligu uppsløgini frá gávu­mildum og umhugsnum før­oy­ing­ um eru nógv í tali, og við­merk­ ing­arnar uppá ein heil­an mánað eru fleiri túsund í dag. Tann fyrsti eigur Tað kann ganga sera skjótt, frá tí at onkur hevur lagt okkurt út á bólkin, og til “handilin” er avgreiddur. Men tað veldst alt um, hvat tað er fyri eitt ting. Er tað okkurt, sum er áhugavert og í góðum standi, eru tað ofta 10 fólk, sum stilla seg í kø inn­ an fyri fáar minuttir. Meginreglan er, at tann, sum er fyrstur á sjóv­ar­fall­in­ um, fær lutin. Her skal mann við­merkja “ja takk”, og um við­ kom­andi ikki heintar lutin, so er tað næsti persónur í røðini, ið fær lutin. Tað kann vera ringt at halda skil á øllum upp­ sløg­unum, og tí verður eisini heitt á limirnar um at strikað upp­sløgini, tá luturin er farin. Bólkurin mettar nógvar familjur “Vit hava gjørt okkum døgurða í kvøld, og tað leyp í so nógv av. Her er nokk til nakrar tallerkar, um onkur hevur hug at faá burturav”. Tílík umhugsin upp­ sløg hava av og á verið at sæð á facebookbólkinum, ÓKEYPIS!. Fleiri og fleiri føroyingar ynskja at deila sínar matrestir við onn­ur, sum kanska ikki hava líka góðar fyri­treyt­ ir at gera sær og familj­ uni døgurða hvørt kvøld. - Sjálvt um vit búgva í einum av heimsins rík­ astu londum, so eru tað jú altíð ymsar menn­ iskja­lagnur. Tað eru fólk í Før­oyum, sum liva á mark­inum hvønn ein­ asta dag. Nøkur av hes­ um hava fingið mat gjøgn­um bólkin, sigur Karl Christiansen, stovn­ ari av bólkinum. Fólk lótu jólapakkar Upp undir jól byrjaði eitt rák, har ein rúgva av fólki løgdu jólapakkar við mati í út á bólkin við vón um at gleða onkran, sum hevði meira brúk fyri tí enn tey sjálvi. Hetta vóru jólapakk­ar­ nir, sum fyritøkur plaga at geva starvsfólkum, har dunna, lambsbógvur, fiskur og annað gott er í. - Tað var heilt ótrúligt at síggja, og eg bleiv púr­ asta paff. Ein sovorðin jólapakki kostar einar 500 krónur, og pakkarnir fóru eisini sjálvsagt bein­ anvegin, sigur Karl Christi­ansen. Sjálvur heldur Karl Christ­ian­ sen, at hetta er ein fyri­myndar­ ligur tend­ensur, sum fyri­tøk­ur áttu at lagt seg eft­ ir at eftirlíkna við at lata jóla­gávur til eitt nú felags­skapir, ið arbeiða fyri vælgerandi enda­mál­um. FÆR Døgurðarestir og jólapakkar: