týsdagur 19. mars 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
100 ára gamli
læknabáturin,
sum varð bygdur
í Havn, verður
burturbeindur
fyrsta dagin
Eirikur Lindenskov
Fyrsta dagin fer gamli Tofta
fossur – sum er gamli Reyði
Krossur, til upphøggingar.
Báturin hevur seinastu
tíðina staðið uppi á landi í
Hósvík, har hann ikki longur
ger nyttu á sjónum.
Tað er stórt spell, heldur
Birgar Johannessen í Havn,
sum hevur stríðst fyri at fáa
bátin til Havnar, so hann
kann varðveitast.
– Hetta er fyrsti bátur,
sum er bygdur til læknabát í
Føroyum. Hetta er ei partur
av hospitalssøguni, og tí
eigur báturin á onkran hátt
at verða knýttur til savnið í
Gamla Hospitali, heldur Birg
ar Johannessen.
Hann hevur júst frætt frá
eigarunum, at báturin nú
verður upphøgdur.
– Tað er einki minni enn
ein beistagerð, um báturin
ikki verður bjargaður og
fingin til Havnar, heldur
Birgar Johannessen, sum
hevur tosað við fólk hjá
Tórshavnar kommunu um
at bjarga bátinum.
– Tey kunnu bara senda
ein bil hjá Sløkkiliðnum
norður eftir honum og fáa
hann til Havnar. Tey kunnu
seta hann undir eina pre
sending, til støða er tikin
til, hvat gerast skal, heldur
hann.
– Tí so er hann bjargaður
og ikki farin fyri skeyti.
Birgar
Johannessen
ímyndar sær, at mastur og
hús verða tikin av bátinum,
sum so kann umvælast og
fáast í uppruna stand aftur
sum lækna- og sjúkraflutn
ingsbátur. Hann heldur ikki,
at báturin skal flotast aftur.
– Hann eigur at standa
uppi á landi innandura til
framsýning, heldur Birgar
Johannessen.
Tað var Lias í Rættará,
sum bygdi bátin fyri júst 100
árum síðani. Hann er fyrstu
bátur, sum er bygdur til
sjúkraflutning í Føroyum –
til Færø Amts Hospital, sum
Gamla Hospital í Lágabø
kallaðist tá.
Tað heldur Birgar Johann
essen, at vit eiga at virða og
varðveita.
Óli Olsen, skipa
kønur, greiðir
frá um 100 ára
gamla lækn
abátin, Reyða
Kross
Í Jólaódnini 2016 sakk deks
báturin
Toftafossur
við
brúnna í Hósvík. Hann fekk
onkrar snuddir, men varð
skjótt tikin upp aftur og
hevur síðan staðið á landi á
havnarlagnum í Hósvík.
Hetta er søguligt far,
gamli læknabáturin, Reyði
Krossur, sum Lias í Rættará
smíðaði í 1919 til sjúkrahús
verkið í Havn. Vit kunnu so
statt staðfesta, at hann fyllir
hundrað í ár. Hann hevði ein
30/36 hesta hundested motor
og sigldi hampiliga skjótt.
Í 1950 gavst Reyði Kross
ur við sjúkraflutningi og
varð árið eftir seldur Rov
araflokki Sigmunds Brest
issonar í Havn. Brestir, sum
báturin síðan nevndist, hevði
stórt ruff, var rúmligur undir
dekkinum og væl egnaður til
skótavirksemi. Teir sigldu
við honum kring oyggjarnar.
Tað var serliga í sambandi
við páska-, hvítusunnu- og
summarlegur.
Daniel Hermansen í Hós
vík keypti nøkur ár seinni,
í 1957, Brest frá skótunum í
Havn og ætlaði at umbyggja
hann til útróðrarbát, men
gjørdist sjúkur. Bróðirsonur
hansara, Jógvan Hermansen,
keypti deksbátin eitt sind
ur seinni. Hann og bróðirin
Gutti fóru so at rógva út við
Toftafossi, sum báturin tá
kallaðist.
Í 2009 keyptu Kristian og
Árni Hansen í Hósvík Tofta
foss. Teir plagdu, sum skilst,
at vera á Norðhavinum við
snellu um várið og at seta
línu viðhvørt. Seinastu tíðina
tykist deksbáturin, sum hev
ur 165 hesta volvo penta,
meir og meir at hava ligið við
bryggju.
Ikki er yvir at dylja, at
nógv orka - bæði so og so
- krevst at hava sovorðið
hundrað ára gamalt træs
kip siglandi. Og tað er skilj
andi, at hósvíkingar ætla at
sleppa av við bátin, sum vit
hava frætt.
Í hesum sambandi er við
komandi at spyrja: Er stund
in ikki komin at seta á stovn
deks- ella motorbátasavn í
Føroyum?
Eldsálum okkara at takka
sigla hesir vøkru motor
bátarnir, ið líkjast smáum
sluppum, framvegis summ
arsigling. Men eiga vit ikki
at fáa deksbátarnar, ið ikki
longur sigla, undir tak?
Saman við fiskireiðskapi,
smíðiamboðum, myndum o.
m. ø. hevði slíkt savn varpað
ljós á eina hugfarsliga farna
tíð, tíðina tá ið støði varð lagt
undir vælferðarsamfelagið.
Lias í Rættará flotaði ann
ars fyrsta skrásetta deksfar
sítt á vári 1901. Tað var Mar
ia, eitt lítið súðubygt segl
skip, níggju tons stórt. Olaf
Finsen, apotekari, í Havn
átti tað.
Eli var annað deksfarið,
sum Lias og menn hansara
smíðaðu. Hetta fór fram á
Høgukai í Havn. Restorffs
handil í Vágsbotni læt farið
smíða at sigla við farmi mill
um handilin í Havn og út
handlarnar á bygd. Eli fór av
bakkastokki 26. august 1901,
var um 17 tons og fekk í 1902
sum fyrsta føroyska deksfar
ið motor.
Í 1905 fór Lias í Rættará út
í Álakersvík í Havn at smíða
undir taki. Tá ið mest var at
gera, flotaðu teir ein bát um
mánaðin. Sama árið fór fór
eisini Laurits í Mortansstovu
út í Álakersvík við skipa
smíði sínum. Teir smíðaðu
eisini vanligar árabátar um
framt at umvæla sluppir á
Havnar vág.
Reyði Krossur hundrað ár í ár
BIRGAR STRÍÐIST FYRI AT
Birgar Johannessen heldur tað vera skom, um Havnin ikki kann bjarga søguliga læknabátinum
Toftafossur í Hósvík er gamli Reyði Krossur, tann fyrri. Lias í Rættará í Havn bygdi bátin í 1919. Seinastu 61 árini hevur hann
verið heimahoyrandi í Hósvík