týsdagur 19. mars 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
– Nýggja býarsavnið hjá okkum og
umsiting okkara á økinum hevur
mett um málið og eru komin til
ta niðurstøðu, at Tórshavnar
kommuna ikki skal bjarga gamla
Reyða Krossi.
Tað sigur Gunvør Balle, for
kvinna í mentanarnevndini hjá
Tórshavnar kommunu.
Hon vísir á, at kommunan eis
ini eigur sluppungan Fram, sum
kommunan hevur roynt at sloppið
av við – tó uttan úrslit.
– Hvat skulu vit gera við allar
hesa gomlu bátarnar? spyr hon,
tá vit spyrja hana, um hon tekur
undir við hugskotinum hjá Birg
ari Johannessen um at kommun
an eigur at bjarga 100 ára gamla
læknabátinum, sum varð smíðaður
í Havn í 1919.
– Tað kostar nógvar pengar,
og hvar skulu bátarnir vera, spyr
hon og vísir á avgerðina um ikki at
bjarga bátinum.
– Vit kunnu ikki goyma alt, bara
tí at tað er gamalt.
– Um ein bygd hevur eitt hús ella
bát, sum umboðar eina ávísa tíð, so
er ikki neyðugt, at vit eisini skulu
hava tað. Alt skal ikki bara goymast,
sigur hon og vísir á, at býráðið brúk
ar nógvar pengar upp á Westward
Ho, sum er býarins stolta far. Tann
játtanin er júst hækkað við 400.000
kr, sigur hon.
Gunvør Balle sigur tó, at mál
ið ikki hevur verið til formliga
nevndarviðgerð í býráðnum.
– Vit hava tosað um tað fakliga,
men tað hevur ikki verið eitt mál
sum hevur verið reist og verið á
nevndarfundi. Men tað er so nið
urstøðan frá innanhýsisprátinum
frá fakfólki, sigur hon.
Spurd um tað ikki er ein møg
uleiki, nú tað stendur kommun
uni í boði, at fara eftir bátinum
og fáa hann til Havnar, áðrenn
hann verður burturbeindur, vísir
hon aftur til sluppungan Fram,
sum liggur og fúnar úti á Argjum
– og endurtekur, at vit kunnu ikki
goyma alt.
Hon heldur tó, at hetta kundi
verið eitt mál fyri grunnin, sum
eigur Gamla Hospital, sum eisini
átti at fingið eina formliga áheitan.
Hon sigur tó, at tey eru opin fyri
at viðgera málið, um tey fáa tað inn
sum eitt mál.
– So kundu vit viðgjørt tað ordi
ligt. Vit hava havt tað uppi og vent
fleiri ferðir, tí at Birgar Johanne
ssen hevur nevnt tað fleiri ferðir
fyri okkum.
Hon heldur tí, at tey, sum ar
beiða við málinum, kunnu senda
tað inn til býráðið.
– So kunnu vit fáa tað til form
liga viðgerð í mentamálanevndini
um tvær vikur, tá vit hava fund
aftur, sigur hon og vísir á, at so fær
tað eina veruliga viðgerð.
Vit kunnu ikki goyma alt
bara tí at tað er gamalt
Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavn
ar Býráð, sum ikki tekur undir við, at kommunan skal bjarga 100
ára gamla Reyða Krossi
BJARGA REYÐA KROSSI
Gamli Reyði Krossur fyri teymi á Vestaruvág í Havn í 1949. Hann varð seldur í 1950
Tórshavnar kommuna vil fegin sleppa av við deksbáturin FRAM, men
eingin áhugi er fyri bátinum, sigur Gunvør Balle. Tað var Laurits Debes,
Laurits í Mortanstovu í Havn, ið bygdi bátin í 1921
FAKTA
um Reyða Kross
Lias í Rættará bygdi bátin.
Bygdur í 1919 til læknabát
Læknabátur frá 1919 til
1950
Gulu skótarnir høvdu
hann frá 1950-1957.
Fyrstí 60'unum keypti
Jógvan Hermansen bátin.
Umbygdur til fiskiskap
Í 2009 keypa Árni og
Christian Hansen í Hósvík
bátin
Hevur staðið á landi
seinastu tvey árini