Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Leivur av Skála in memoriam Mikudagin tann 6. mars komu boðini um, at Leivur Johannesen fv. býar- ingeniørur hevði lagt tær allarsíðstu árarnar inn. Heilsan var farin at bila tey seinastu trý árini, so at enda dvald­ ist hann á eldrabýlinum Lágar­garði. Leivur var føddur 27. mei 1933 á Skála. Hann plagdi at skemta við, at tað vóru akkurát 230 ár millum hann og ta føgru Neva-drotningina Leningrad (Skt. Petersburg), sum Petur tann Stóri grund­aði á følsdegnum hjá Leivi.  Hann hevði tvær systrar: Marjun, sum búði í Kjøpinhavn og Ingibjørg, sum búði í Reykjavík. Foreldur teirra vóru Jóhan og Inge­ borg Johannesen. Johan var tiltikin góður lærari, og Ingeborg, sum var dóttir megnarskaldið J. H. O. Djurhuus, var kend fyri at vera sera hittinorðað, so Leivur hevði gott í at breðga. Aftan á barnaskúlan arbeiddi hann eitt skifti á Skála skipasmiðju, men hann ætlaði sær kortini at fáa sær hægri skúla-útbúgving og fór tí sum so mang­ur bygdadrongur tá í tíðini til Havn­ar á preliminerskúla, haðani hann tók prógv á VBV í 1951. Um hetta mundið  hittust hann og Tórdis av Skarði, sum seinni gjørdist kona hansara.  Sum so nógvir avbygdanæmingar át Leiv­ur á pensionatinum hjá tí viðgitnu frú Ellingsgaard, og tað var beint í túninum, har Tórdis úr Snikkarastovu javnliga vitjaði í sínum gamla barndómsheimi. Nakað  eftir sín fyrsta ungdóm í Havn fór hann til Danmarkar á stud­ enta­skeið í Høng, har fleiri aðrir før­oy­ ing­ar gingu. Aftan á studentsprógvið fór hann á Poly­teknisk Læreanstalt at lesa til ingeniør. Tórdis fór eisini til Danmarkar, har hon las til læknaskrivara, og bæði settu seg niður í Kjøpinhavn á tí hugnaligu Eyst­arubrúgv, og tað bleiv bara eitt steink­ast millum teirra býli. (Hann í Malmø­gade og hon í Øster Farimags­ gade). Leivur tók prógv miðskeiðis í 1960´un­um sum bygningsingeniørur, og eftir nøkur fá ár í vinnu hjá byggi­ fyri­tøkuni Pihl & Søn, fekk hann starv sum býar-ingeniørur í Havn síðst í 1960´unum. Har starvaðist hann í nógv ár og var sera væl lýddur av tí komm­ un­alu arbeiðsmanningini. Sjónleikari uttan pall og skald uttan bók Leivur luttók ógvuliga aktivt í stud­ enta­lív­inum í Kjøpinhavn í dekaduni frá miðskeiðis í 50´unum til mitt í 60´unum. Hann var fastur fúsur í tí leg­end­ar­ iska "føroyska krókinum" á univers­it­ ets-mat­stovuni í Nørregade, har tað  føroyska  "Burschenschaft"  hevði sítt hvønndagsliga centrum. Tann vælvitjaða matstovan var van­ liga bara kallað "Kannibalurin", og har høvdu føroyskir studentar stóra væl­ vild frá tí lagaliga Konsistorium, og vit fingu javnliga innivist, eisini um kvøldið, bæði til debatt-fundir og skemti­ligar veitsl­ur. Tað  stud­ent­ikosa Burschen- lívið  við  bæði gam­an og álvara dámdi Leivi óvu­liga væl. Í tí beskedna og spartanska døg­ urða-um­hvørv­inum skaptu fátækir stud­entar (áðr­enn SU) fleiri ferðir sannar stjørnu­løtur, og Leiv­ur var ofta á odda. Tá ið KANNI­BAL­URIN lat aft­ur, var tað  ikki sjáldan, at hann við­  mong­ um  stud­entikosum lagsmanni leitaði om­an á tað nærliggjandi og traditións­ ríka studenta-vertshúsið " Det lille apotek" til filosofiskt "Nachspiel", sum við­hvørt kundi blíva drúgt aft­ur­ við fløvandi klaverspæli, sum gestirnir sjálvir ad libitum skipaðu fyri. Við slík høvi kundi Leivur herma og skemta, so menn næstan hildu seg vera komnar til dramatiskan sjónleik á tí gamla tilhaldinum hjá Holberg og Pet­ er Faber. Leivur hevði eminentar sjónleik­ara­ gáv­ur og dámdi væl at undirhalda í smærri­bólkum. Sum skemtandi keipari og hermari var hann úr leikum tikin, so Stud­enta­ fel­agið hevði ofta boð  eftir honum til fyri­reikandi kabarett-fundir, og har fram­førdi hann ofta sína heilt privatu kabar­ett fyri einum lítlum vinaskara. Men tað  lukkaðist okkum stórt sæð ongantíð at fáa hann at átaka sær eina reella rollu á nakrari almennari scenu. So tíverri blivu allir okkara mongu kabarett-leikir framførdir,  uttan  Leiv, sum bara spældi sínar rollur á heilt "ekskl­usivum" fundum fyri innbodn­ um frammanundan teimum alment lýstu framførslunum.  Tann kalejdoskopiski pallurin hjá Leivi var altíð í einum privatum vis-á- vis-um­hvørvi í smærri stovum og int­ im­um hølum, har hann kendi alt sítt publik­um.   Javnaðarmaður um ein háls Men alt var avgjørt ikki gamansleikur! Á tí sociala og samfelagsliga økinum var Leivur kompromisleysur og slett ikki til at skemta við! Hann hevði longu frá barnsbeini fingið eina ógvuliga sterka sociala ind­ igna­tión, sum gjørdi hann til eld­hug­að­ an javnaðarmann. Hann og Atli Dam vóru javnaldrar, partamenn, vinmenn og samlesandi á Tí polytekniska Lærustovninum, sum tá lá á Eystarubrúgv.  Teir hópaðust ofta við samhugaðum føroyskum socialdemokratum, sum allir vóru í sterk­ari andstøðu til ta turrgeldu national­ismuna, sum tá í tíðini enn plágaði nógv­ar stud­ent­ar. - Leivur vildi ikki vita av loys­ing­arfólki og hermdi alsamt eftir teimum. Hann plagdi ofta at taka til, at ideal­ isturin Pet­ur Mohr Dam var tann ein­ asti før­oyski polit­ik­ar­in, sum hevði havt intern­a­tion­alt format. Hann kendi jú Dam líka frá óvita­døgum.  - Jóhan av Skála gekk á læraraskúla saman við P. M. Dam. Teir vóru bæði vin­menn og partamenn. Leivur og nógvir aðrir social­demo­ krat­ar hittust ofta úti hjá Atla á Arnold Nielsens boulevard til heilt óformellar hugnafundir, har tann fjalda dags­skrá­ in altíð var, hvussu Javnaðarflokkurin kundi fáa broytt tað  føroyska sam­ felagið  so fundamentalt, at tað  kundi bjóða øllum sínum fólki norð­ur­europé­ isk vilkor og social líkindi eftir social­ demo­kratiskum leisti. Summir skeptikarar hildu teir ofta vera ovmikið  bjartskygdar idealistar, men teir hugfangaðu við  sínum mið­ vísu og konstruktivu framtíðar-visión­ um. Tað  førdi við  sær, at Atli og Leivur høvdu eitt fast fundament av javn­að­ ar­fólki, sum ikki vóru organiserað  í nøkr­um formellum felag, men sum altíð vóru fús til at hjálpa til við debatt- fund­um, agitatión, upplýsandi greinum og tilfari ella fígging til floks­ blaðið Sosialin. Við konsekventari politiskari telving og eggjandi persónligari agitatión lukk­aðist tað  Leivi, Atla og fleiri til valgið í 1958 at gera Javnaðarflokkin til tann størsta flokkin í Stud­enta­felagn­ um fyri fyrstu ferð. Hetta hendi á ein­ um heystfundi á Kannibalinum. Tað var ikki sørt av eini sensatión tá, men fáar vikur seinni bleiv flokkurin eisini tann størsti flokkurin til Løg­ tings­valgið heima í Føroyum, so stud­ ent­arnir vóru næstan "clair-voyantir". Bæði Leivur og Atli vóru fulkomuliga euforiskir um úrslitið: Eg hevði aldrin fyrr sæð báðar so ekstatiskt fegnar. So tað kvøldið gjørdist sera seint, og menn blivu heldur drúgvir á "Det lille apot­ ek". Sosialurin og býráðið Tá ið Leivur hevði sett seg niður aftur í Havn sum kommunalur embætis­mað­ ur gjørdist hann skjótt eitt kent andlit, bæði í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og á Sosialinum. Tað  førdi við  sær, at hann bleiv ein integreraður partur av tí organiseraða javnaðarliðinum í Havn. Floksblaðið  Sosialurin, sum hevði sína prentsmiðju á Heygsbreyt, var ein centralur varði hjá Javnaðarrørsluni. Men blaðútgávan gav stórt hall, so Sosialurin mátti hava konstanta hjálp fyri at klára seg. Tað  var neyðugt við fíggj­arligum gávum og praktiskari hjálp. Har var Leivur óførur og dugnaði blaðnum, sum so nógv privat javn­að­ar­ fólk gjørdu.  Fyri hann var trivnaður hjá blaðnum eitt avgjørt hjartamál. Uppi á Heygsbreyt hittust ídnir social­demokratar ofta, men ikki minst, tá ið valg vórðu hildin. Menn fylktust sjálvbodnir í tímavís og arbeiddu við sera vælstýrdari agi­ta­ tión, bæði til løgtings-, fólkatings- og bý­ráðsvalg.  Tað vóru aloftast Jákup Lindenskov og Tórfinn Smith, sum skipaðu fyri, men Leivur av Skála, Villi Hansen, Jóhan Samuelsen og Herman Jacobsen vóru hvør í sínum lagi millum teir al­ neyð­ugu krumtapparnar í tí praktiska valg-stríðnum.  Teir ringdu til fólk, vitjaðu tey, koyrdu tey og tosaðu ótroyttiliga við tey um flokkin og hansara neyðugu socialu stevnu.