týsdagur 19. mars 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33
NØVN
Lisbeth L. Petersen 80
Tá systirin Beata segði mær í
vikuskiftinum, at Lisbeth nýliga
hevur fylt 80, mátti eg bara ásanna,
at við árunum eru vit kanska nøgd
við at minnast børn og ommubørn,
men sjálvandi veit eg væl, at Lisbeth
hevur havt føðingardag um hesa
tíðina. Tað eru serliga tvær myndir,
sum eg seti í samband við hana. Hin
fyrra, tá hon fylti 50 og helt mikla
veitslu í Havnar Klubba og mamma
hennara Rakul f. Fonsdal helt sera
vakra røðu, har hon m.a. takkaði fyri
versonin, Jákup. Hin myndin er fra
ólavsøkuaftan í 1988, tá Smyril fór av
Havnini við 170 kvinnum, konum og
gentum í aldrinum 3 mánaðar til 79
ár við kós móti Oslo, har norðurlendsk
kvinnuráðstevna skuldi verða. Tað
var longu um várið sama ár, at vit í
Kvinnufelagnum veruliga fingu orku
og
eldhuga
til
hesa
verkætlan.
Frammanundan
høvdu
vit
havt
nógvar ósigrar. Javnstøðulógin, sum
var løgd fram á ting í 1979 var feld
beint tá í 1988, og orsakað av hesum
máli m.a. var samgongan sprongd og
umskipað. Heldur ikki var tað gloymt,
at
løgtingsins
formansskapur
noktaði føroyskum konum at brúka
løgtingið til kvinnuting í síni tíð. Tað
var ein serligur dagur, tá játtan fekst
frá Strandferðsluni at fáa skipið til
hesa ætlan. Nei vit fingu ongan
stuðul til verkætlanina. Vit rindaðu
sjálvar tað tað kostaði. Smyril var
bara tikin úr ferðaætlanini í eina
viku, tí skuldu vit leggja at í Skot
landi bæði á veg til Oslo og heimaft
ur. Lisbeth stóð á brúgvavonginum
og tosaði til alt fólkið niðri á kajuni,
sum var komið at siga farvæl og
ynska góða ferð. Hon var tá næstfor
kvinna
í
Kvinnufelagasamskipan
Føroya (KSF) og varaborgarstjóri í
Havn. Hetta gjørdist ein ógloymandi
ferð, har vit allar búðu saman í 12
dagar. Fyrst vóru vit í Schrabster, har
vit handaðu mótmælisskriv móti
Sellafield atomorkuverkinum. Polit
iska landslagið í Føroyum broyttist
eftir hesa ferð, og síðan hevur spaku
liga gingið frameftir hjá føroyskum
konum bæði í kommunu- og lands
politikki. Vit vóru fullar av áræði og
orku. Tað er eisini eftir hetta, at
kvinnulistar av álvara stinga seg upp,
og serliga vestmannakonur gjørdu
hol í sjógvin. Men eisini á vanligum
listum vóru kvinnur valdar í bygda-
og býráð, eins og fleiri kvinnur vóru
valdar inn í løgtingið sama ári. Har
kundi heldur ikki verið verri. Til
løgtingsvalið í 1980 og 1984 var bert
ein og sama kvinna vald. Tað var ein
stór løta, tá Smyril legði at kongakai
ini í Oslo og okkara tvær landsstýris
konur Jóngerð Purkhus og nýsetta
Karolina Petersen stóðu á kajuni. Nú
eri eg um at droyma meg burtur til
hesa serligu tíð. 3 mánaðir seinni 29.
januar 1989, kallaðu vit inn til fundar
í Mettustovu til tess at stovna eitt
kvinnuhúsfelag. 85 konur úr øllum
Føroyum møttu í himmalsins ódnar
veðri. Hetta var byrjanin til Kvinnu
húsið. Síðani varð skipað fyri skeiði
av ymiskum slagi í Mettustovu eitt
nú fyri barnaverndarlimum um ince
st, har undirvíst varð av serkønum.
Eisini hetta fíggjaðu vit sjálvar.
Í 1992 gjørdist Lisbeth borgarstjóri
í Havn í 4 ár fyri Sambandsflokkin.
Sat í Býráðnum til ár 2000. Og í
tíðarskeiðnum 2001 til 2004 var hon
floksforkvinna
Sambandsfloksins.
Vert er nevna, at sambandsflokkurin
í Býráðnum í Havn , sum hevði verið
minsti flokkur, gjørdist størsti flokk
ur, eftir at hon hevi verið borgarstjóri
í 4 ár. Í 1990, 1994 og 1998 var hon vald
í løgtingið, og Í tíðarskeiðnum 1990
til 1998 sat hon í Útnorðurráðnum,
harav 2 ár sum forkvinna. Í hesum
høpi er tað, at Lisbeth fekk borið so í
bandi, at Kvinnuráðstevna útnorðurs,
sum skuldi vera í Føroyum eftir, at
hava verið á Egilstøðum í 1993, men
útsett vegna ringu tíðirnar í Føroyum
mitt í 90-árunum, sá dagsins ljós í
Havn í 1999 undir heitinum Kvinnu
politiski Verkstaðurin. Sjálv sigur
Lisbeth, at alt eyðnaðist sera væl,
einamest tí Inga Ellllingsgaard, for
kvinna í KSF, og Bergtóra Hanusar
dóttir, forkvinna í Kvinnufelagnum,
vóru so vandaligar við fyrireikingar
arbeiðinum. 8 tilmæli spurdist burt
urúr til stjørnirnar í Íslandi, Grøn
landi og Føroyum og lagdar fyri øll
tingini, t.d. viðvíkjandi størri umboð
an av kvinnum í politikki, javnstøðu
millum kynini, felags tiltøk um harð
skapi móti kvinnum, viðv. arbeiðs
loysi hjá kvinnum og longri barsils
hvíld. Tað er sama verkætlan, sum
vísti á barsilsgrunn sum eina gongda
leið viðv. betri barsilshvíld.
Í 2001 var Lisbeth vald á Fólkating.
Áðrenn tað politiska lívið byrjaði,
var Lisbeth ábyrgdarfull sjómans
kona hjá útisiglara og mamma Elsu
og Georg. Annars er ikki so løgið, at
hon gjørdist politikari, tí sum dóttir
Georg Lindenskov Samuelsen og
Rakul,
kemur
hon
úr
einum
politiskum heimi. Men maðurin Ják
up, sáli, stuðlaði henni væl eisini. Hon
ætlaði sær at læra til journalist eftir
studentsprógvið, men tað vildi pápin
ikki. Slíkt arbeiði var alt ov tungt hjá
eini kvinnu, metti hann. Tí fór hon á
handilsháskúla. Í 2007 fór Lisbeth úr
politikki.
Lisbeth tók ofta til hesi mongu ár,
at felagsskapurin í Mettustovu hevði
havt miklan týdning fyri hana og
givið henni orku til at megna tað,
hon skuldi í politikki. Tá tað er sagt,
so má leggjast aftrat, at Kvinnu
felagið er óheft av partapolitikki, og
tað kláraðu vit væl at liva upp til,
hóast virknar í ymiskum flokkum.
Ongatíð var eitt einasta valrit at
síggja í Mettustovu. Nógv annað
kundi verið sagt um Lisbeth. Áhuga
vert er, at ikki fyrrenn børnini eru
undankomin fer hon uppí politikk.
Lisbeth er lætt at umgangast, sum
fólk úr Vestmanna bera orð fyri at
vera. Tað hevur hon ikki frá fremm
andum.
Góða Lisbeth! Vit hittast ikki long
ur í Mettustovu, summar eru fluttar,
og mangar eru ikki longur, men vit
sum eftir eru: Marjun, Bergtóra og
Bergliot gleðast alsamt, tá vit saman
við tær hittast hjá hvør aðrari, og vit
ikki minst kunnu skemtast og
flenna saman - felagsskapskenslan er
hin sama. Vit spáddu frá byrjan nógv
av tí, sum seinni hendi. Hóast óvæl
komnar á tingi einaferð, so vistu vit,
at vit fóru at sigra umsíður, og at
flokkar sum fráleið fóru at bøna kon
ur og gentur um at koma á vallistan.
Onkuntíð tosa vit um lívið umborð á
Smyrli og tað, at Strandferðslan
hevði ilt við at fáa manning til hesa
serligu ferð í 1988. Teir skuldu ikki til
skips við "konubáti". Og tá vit hittu
teir aftaná ferðina, so høvdu teir ofta
á máli, at hatta var teirra besta ferð
og spurdu, nær vit ætlaðu avstað
aftur. Vit ynskja tær heilsu og alt tað
besta framá.
Karin Kjølbro
Leivur hevði sín serliga skemtiliga
form, sum hugbant nógvar potentiellar
veljarar, so tey noyddust at møta og
settu eisini tann rætta krossin.
Saman við Ebbu Hentze var Leivur
ein av teimum allarheitastu talsmonn
unum fyri, at Atli, sum tá var staddur í
Miðeystri, skuldi koma heimaftur til
Føroya at arbeiða fyri Javnaðarflokkin,
og Leivur stórfegnaðist, tá ið lagsbróð
urin bleiv kosin til løgmans heystið 1970.
Ein av teimum beinleiðis politisku
fylgjunum bleiv, at Leivur sjálvur varð
uppstillaður á Javnaðarlistanum til bý
ráðsvalgið síðst í 1972 og eisini valdur.
Við tí sociala meðviti, sum Leivur
hevði, var tað heilt natúrligt, at hann
stutt eftir gjørdist limur og seinni for
maður í tí socialu nevndini, har hann
gjørdi eitt risaarbeiði fyri illastaddar,
húsvillar og aðrar treingjandi borgarar.
Við nógv høvi, serliga til høgtíðir
vitjaði Leivur fegin úti á Ellisheiminum,
har hann skemtaði og hugnaði sær
saman við teimum gomlu, og teirra
fundir vóru sum rein symbiosa.
Eldramál og socialir bústaðir vóru
politiskar aðal-stevnur hjá Leivi. Hann
stríddist leingi fyri at fáa røktar
heimið
"Lágargarð"
í
lag,
og
tað lukkaðist honum. - Tað er tí rætti
liga kuriøst, at hann sjálvur skuldi fáa
sítt lívskvøld á hesum sama stovni.
Leivur kýtti seg nógv fyri, at komm-
unan alla hansara tíð hevði eitt stórt
tal av smáum húsaognum, sum kundu
leigast bíliga, men hesi tiltrongdu
socialu býli, vórðu seinni tíverri seld av
einum
øgiliga
stuttskygdum
eftir
manni hjá Leivi, so kommunan nú á
døgum næstan ikki hevur nøkur bílig
smábýli at bjóða sínum ringast stillaðu
borgarum.
Tað píndi Leiv í nógv ár, at kommun
an eirindaleyst realiseraði sínar "soci
alu" ognir og harvið sveik sína socialu
umsorgan og empatisku ábyrgd.
Ovurhonds blíðskapur í Eiriksgøtu
Í tí hugnaliga heiminum hjá Tórdis og
Leivi, hevur ørgrynni av fólki vitjað
gjøgnum árini, og blíðskapurin var
altíð stórfingin.
Saknurin verður stórur hjá eini risa
fjøld av kenningum og vinum, men ser
liga meint verður saknið hjá Tórdis og
Hallu, sum hava mist mannin og pápan.
Sjálvur havi eg ofta vitjað og sitið
sera væl í Eiriksgøtu, og øll míni børn
hava havt ógloymiligar løtur saman
við tí stuttliga vertinum, Leivi av Skála.
Tey minnast hann við stórum takk
semi.
Lat meg lýsa frið yvir minnið um
tann musiska, empatiska og engager
aða skálamannin, sum næstan bleiv
inkarneraður havnarmaður við hesum
ørindi, sum abbi hansara, JANUS yrkti
um ein av sínum vinmonnum:
"Vinir vit vóru tey farnu ár,
vinir koma og fara,
ei sømir monnum at fella tár,
tá ið tynnist í vinaskara."
Virgar T. Dalsgaard