týsdagur 19. mars 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33
Tróndur Arge – Malta
Ferðin til Malta og fyrsta lands
dystin í EM 2020 undankapp
ingini er byrjað. Lars Olsen,
landsliðsvenjari, hevur úttikið
20 spælarar til dystirnar móti
Malta og Rumenia.
Tað er ein broyting í mun
til upprunaliga hópin. Sonni
Ragnar Nattestad, sum nú
spælir í FC Fredericia í næst
bestu deildini í Danmark, er
skaddur. Í hansara stað er
komin Bartal Wardum, sum er
úttikin til landsliðið á fyrsta
sinni, saman við málverjanum
Karstini Hansen. Teir hava
báðir spælt við U21-lands
liðnum, men eru farnir um
aldursmarkið fyri at spæla
U-landsliðsfótbólt.
Fyrsta venjingin
gav ábendingar
Í gjár, týsdagin, hevði lands
liðið sína fyrstu venjing á
Malta. Vant var á vøllinum
sum Hibernians hevur sum
heimavøll. Eitt nú spældi B36 á
hesum vøllinum, tá teir spældu
móti Valletta fyri nøkrum árum
síðani.
Venjingin gav ábendingar
um, at Lars Olsen ætlar at
halda fast í somu spælskipan
sum seinasta dyst móti Malta,
sum var í november 2018. Sonni
Ragnar Nattestad hevur givið
avboð og í hansara stað kemur
helst Odmar Færø.
Síðani sær tað út til, at Rógvi
Baldvinsson verður á verju
kenda miðvøllinum saman við
Brandi Hendriksson, meðan
Hallur Hansson verður meiri
framrættaður. Á vengrunum
verða tað Sølvi Vatnhamar í
høgri og René Shaki Joensen í
vinstru. Fremsti maður verður
óiva Jóan Símun Edmundsson.
-Eg havi sent ein part av
liðnum, men enn kann nógv
henda. Eg haldi vit kunnu siga,
at eg havi lagt meg eftir at
spæla 4-4-1-1. Vit skapa ov lítið
móti teimum, tá vit spældu
seinast og tað samanumkom,
so vóru teir vandamiklari móti
endanum. Tað skal ikki henda
aftur. Vit mugu verða vanda
miklari á bóltinum, sigur Lars
Olsen
Annars er at leggja afturat,
at veðrið á Malta er gott. Hartil
letur Lars Olsen væl at venj
ingarumstøunum,
men
tað
verður sagt frá regni og verri
veðrið seinni í vikuni.
Støðast væl á Malta
Tað eru bara fýra mánaðir
síðani, at føroyska landsliðið
seinast spældi móti Malta á
útivølli. Tað var november,
har liðini spældi javnleik 1-1 í
Nations League. Tí kemur einki
óvart á føroyska ferðalagið, tá
tað lendur á Malta mánadagin.
Í Fótbóltssambandinum er
tey so væl nøgd við umstøður
nar, at ferðalagið verður ver
andi dagin eftir dystin, áðrenn
leiðin gongur víðar til Rumenia,
har Føroyar spæla týskvøldið.
Orsøkin
er,
at
Fótbólts
sambandið letur væl at um
støðunum og vektar tað hægri,
enn at koma til Rumenia tveir
undan dystinu.
- Umstøðurnar á Malta
er góðar og tað gevur eisini
spælarunum
møguleika
at
renna av dagin eftir. Vit hava
roynt tað onkuntíð fyrr og tað
hevur riggað væl, sigur Kristin
Dam Ziska, varaaðalskrivari
hjá Fótbóltssambandinum.
Ferðin byrjaði mánadagin
úr
Føroyum,
meðan
útisetarnir
komu
við
úr
Keypmannahavn, har flogið
bleiv við rutuflúgvara til Malta
seinnapartin.
Landsdysturin móti Malta
verður leygardagin, so lands
liðið hevur góða tíð at fyrireika
seg. Hitin liggur 15 til 20 stig
hesa tíðina á árinum.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
EM 2020:
Vit gita:
LARS HELDUR FAST
Í TEIMUM SOMU
Føroyska A-landsliðið hevur havt sína fyrstu venjing á Malta. Greiðar ábendingar eru
um liðið, sum Lars Olsen ætlar skal takast við Malta leygardagin. Allir spælararnir
eru komnir og vandu við í gjár, men Hallur Hansson og Heini Vatnsdal vandu fyriliti
Karstin Hansen og Bartal
Wardum eru nýggir í lands
liðshópinum. Karstin Han
sen er málverji hjá Skála,
meðan Bartal Wardum er
miðverji hjá HB. Fyrrnevndi
svav leingi mánamorgunin,
tá hann fekk góðu boðini.
-Venjarin hjá mær, Eyðun
Klakstein, skrivaði og ynskti
mær til lukku við úttøkuni.
Eg trúði tí ikki heilt at byrja
við, sigur Karstin Hansen.
Lars Olsen heldur fyri,
at hetta er ein góður møgu
leiki hjá honum og Emeka
Andersen, málmansvenjara
num, at hyggja nærri at unga
málverjanum.
Eitt sindur øðrvísi var hjá
Bartali Wardum. Hann var
upprunaliga ikki úttikin,
men sunnudagin eftir 1-1
javnleikin móti NSÍ, fekk
hann boð um, at hann skuldi
avloysa Sonna Ragnar Natte
stad.
-Vit sótu nakrir í skifti
rúminum, tá tað verður
rópt á meg. Eg helt eg skuldi
gera samrøðu, men bar meg
undan. Fekk so at vita, at
eg var úttikin til landsliðið,
sigur Bartal Wardum, um
løtuna, tá hann fekk boðini.
Lars Olsen sigur, at tað
var natúrligt at taka Bartal
Wardum við. Hann vandi við
landsliðnum í november og
hevur spælt við U21-lands
liðnum.
trondur@sosialurin.fo
Tveir nýggir mans
Gunnar
Nielsen
Gilli
Rólantsson
Sølvi
Vatnhamar
Odmar
Færø
Brandur
Hendriksson
Hallur
Hansson
Jóan Símun
Edmundsson
Atli
Gregersen
Rógvi
Baldvinsson
Viljormur
Davidsen
René Shaki
Joensen