Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Myndir: Hans Erik Danielsen Leygardagin rullar fysti bólt­ urin í bólki F í undan­kapp­ ingini til EM 2020. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Ásetingarnar hjá UEFA, sum er evropesiska fót­bólts­ samgongan, siga at Før­oyar ikki kunnu spæla heima­dystir í mars og november mánaði. Tí er før­oyska landsliðið farið á eina longri ferð, sum fyrst gongur til Malta og síðani til Rumenia. Mánadagin eftir fyrsta um­ far úttók landsliðsvenjarin, Lars Olsen, landsliðið. Hann setti navn á tjúgu spælarar, sjálvt um tað er møguligt at taka 23 við. Stutt undan fráferð gav Sonni Ragnar Nattestad av­boð. Í hansara stað er kom­in miðverjin úr HB, Bartal War­d­ um. Tað er gleðiligt at síggja, at vit hava fleiri og fleiri útisetar, men tað er eisini ein avbjóðing, at flestu av okkara ikki eru í dystarvenjing á hesi ársins tíð. Her hyggja vit nærri at støðu­ni hjá einstøku spælar­ un­um á landsliðnum. Málverjar: Gunnar Nielsen, FH (Ísland) Hevði ikki sítt besta kapp­ingar­ ár í fjør, har hann sá óheppin út í onkrum av málunum, sum vit fingu ímóti okkum. Hann er tó framvegis fyrstaval og spælir undir øllum vanligum umstøðu teir komandi tveir dystirnar. Dystarvenjingin er ikki tann besta, men hann hevur tikið lut í fleiri av smærru steypa­ kapp­ingunum, sum eru undan kappingarbyrjan í Íslandi. Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn Ársins málverji í føroyskum fót­bólti er aftur á landsliðnum. Hann er framvegis okkara numm­ar tvey, men hevur hálað inn á ein fyrstaliðskjans. Av­ rik­ini hava verið sannførandi í málinum hjá HB, har hann letur fá mál inn. Tað er ikki líkt til, at Lars Olsen umhugsar at gera broyt­ ing­ar í málinum, har Gunnar Niel­sen er fyrstaval. Karstin Hansen, Skála ÍF Er nýggjur á landsliðnum. Mál­ verjin hjá Skála hevur stað­ið væl seinasta árið, har hann eisini hevur spælt onkran branddyst fyri U21-lands­liðið. Lars Olsen segði til lands­liðs­ út­tøkuna, at hann valdi Karstin Han­sen, so at hann og Emeka Ander­sen, málmansvenjarin, kundu hyggja nærri at unga mál­verjanum. Hann kann tó ikki vænta sær spælitíð. Verjan: Atli Gregersen, Víkingur Liðskiparin tekur eitt tørn aftur­ at í miðverjuni. Hann sigur, at hann er betri fyri enn nakrantíð hesa tíðina á ári­num. Hóast fótbóltsaldurin er høgur, so er hugurin og viljin at spæla á landsliðnum stórur. Alt bendir á, at hann spælir báð­ar dystirnar, um ikki okkurt óvæntað hendir. Odmar Færø, Ham Kam (Noreg) Hevur valt lívið sum yrkis­ spælari í næstbestu deildini í Norg, men enn er óvist um hann vinnur sær pláss á liðnum í Hamkam. Nú Sonni Ragnar Natte­stad hevur givið avboð, so er Odmar Færø helst fyrstaval undir liðini á liðskiparanum. Tí kann hann vænta at spæla nógv hesa báðar dystirnar. Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark) Vinstri bakkurin í Vejle verður óiva á vinstra bakki báð­ar dystirnar. Hann hevur havt nøkur misjøvn avrik á lands­ lið­num, men alt bendir á, at hann spælir báðar dystirnar í um­farinum. Hann er framvegis at síggja í Superliguni, men helst flytur Vejle niður. Tá er spurningurin, um vinstri bakk­ urin skal til at leita sær eftir nýggjum felagi, tí hann hevur prógvað at hann kann spæla á hægsta stigi í Danmark. Magnus Egilsson, HB Tórshavn Er aftur á landsliðnum, eftir fleiri sannførandi avrik á vinstra bakki hjá HB. Hann er í kapp­ing við Rógva Baldvinsson um kjansin á vinstra bakki, um Viljormur Davidsen ikki spælir. Tykist at fella væl til í hópinum. Gilli R. Sørensen, SK Brann (Noreg) Hevur verið á venjingarlegu við Brann Bergen í Spania, men norska kappingin er ikki byrj­ að enn. Lars Olsen legði dent á, at Gilli Rólantsson er høgri bakkur, tá hann er á lands­ liðnum. Í Brann spælir hann á vinstra vongi. Er ikki í dystarvenjing, men tvøramaðurin er íðin at venja og er tí væl fyri. Ongin bein­leiðis avbjóðari til høgra bakkin er úttikin. Tí er eisini líkt til, at hann spælir báðar dystirnar. Bartal Wardum, HB Er úttikin í staðin fyri Sonna Ragnar Nattestad, sum er skadd­ur. Hevur seinastu árini spælt javnt gott í miðverjuni hjá HB og á U21-landsliðnum. Hetta er eitt natúrligt stig hjá hon­um, men í hesum førinum er hann í læru og spælir vænt­ andi ikki, tí venjarin hevur alternativ sum Rógva Baldvins­ son og Heina Vatnsdal. Miðvøllur: Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark) Hevur spælt seinastu tríggjar dyst­ir­nar í miðverjuni hjá Fremad Amager í næstbestu deild­ini í Danmark. Spældi seinast vit vóru á Malta og gjørdi tað væl, men tað var bara tí Rógvi Baldvinsson bleiv skadd­ur í upphitingini. Tað sær út til, at tað er ein kapping millum Rógva Baldvins­son og Heina Vatnsdal um plássið á verjukenda mið­ vøllinum. Rene Shaki Joensen, Grindavík (Ísland) Kappingin í Íslandi er ikki byrjað enn, men tað er greitt at René Shaki Joensen verður ver­ andi í Grindavík, hóast hann hevur ynskt at koma til eitt størri felag. Hann bleiv topp­ skjútti í Nations League kapp­ ingini við trimum málum. Helst spælir hann báðar dystir­nar, um orkan ikki er ein trupul­ leiki. Hann kann røkja fleiri FÓTBÓLTUR Støðumeting: VANTANDI DYSTAR­VENJING ER EIN AVBJÓÐING Føroyska landsliðið er í hesum døgum á Malta, har liðið fyrireikar seg til fyrsta landsdystin í EM 2020 undankappingini. Felags fyri flestu av okkara spælarum er, at teir ikki eru í dystarvenjing