týsdagur 19. mars 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33
pláss, men helst
verður hann at finna á vinstra
vongi ein stóran part av tíðini.
Er eisini nevndur sum ein
neyðloysn á høgra bakki, um
tað verður neyðugt.
Hallur Hansson, AC
Horsens (Danmark)
Hevur sitið yvir við leikbanni,
men spældi aftur móti Brønd
by um vikuskiftið. Er ein lykla
spælari á landsliðnum, men
okkurt bendir á at hann fær ein
meiri framrættaðan leiklut á
miðvøllinum. Hann hevur fyri
tað mesta spælt mitt á miðjuni,
men kann verða fluttur fram á
framrættaða miðvøllin móti
Malta. Spælir helst báðar dyst
irnar.
Brandur H. Olsen,
FH (Ísland)
Er eins og hinir í Íslandi ikki
byrjaður upp á kappingarárið,
men hevur í uppstartinum
skotið mál og spælt væl fyri
FH. Stríddist í alt fjør við at
finna formin, eftir drúgvan
skaða. Nú bendir okkurt á,
at skálvíkingurin er har hann
skal vera. Hann spælir fast og
orkan er betri, men tað sær
út til at hann kemur at spæla
longur afturi á vøllinum í fyrra
dystinum. Hann hevur fyri
tað mesta verið tað fremsti av
trimum á miðvøllinum, men
nú eru boð eftir honum mitt á
miðjuni.
Rógvi Baldvinsson,
Bryne FK (Noreg)
Er eitt gott boð upp á ein verju
kendan miðvallara til hesa
báðar dystirnar, men tað er
hugsandi at Lars Olsen má
hugsa um orkuna. Kappingin í
triðjbestu deildini er ikki byrjað
og tí hava Rógvi og Bryne ikki
spælt
landskappingardystir
enn.
Hann er eisini nevndur sum
ein avloysari, ið kann røkja øll
plássini í verjuni.
Kaj Leo í Bartalsstovu,
Valur (Ísland)
Gøtumaðurin hevur skift til
meistaraliðið í Íslandi, men enn
er ov tíðliga til at siga um hann
kemur at spæla fast og hvønn
leiklut hann fær. Higartil hev
ur hann verið á vøllinum í
øllum teimum dystunum, sum
Valur hevur spælt. Lars Olsen
hevur ikki havt álit á Kaj Leo
í seinastuni og tí er óvist, um
hvussu nógva spælitíð hann
fær. Helst verður talan um eitt
innhopp ella tvey.
Árni Frederiksberg,
B36 Tórshavn
Hóast Árni spælir í føroysku
kappingini, so tykist lands
liðsvenjarin
hinvegin
hava
stórt álit á nýggjum vonginum
hjá
B36.
Hann
hevur
eginleikarnar,
sum
skulu
til at skapa málmøguleikar.
Nakað sum landsliðsvenjarin
eisini hevur eftirlýst. Tí kundi
tað eisini væl hent, at Árni
fær spæltíð, hóast hann er
aftanfyri René og Sølva.
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Eins og við Víkingi, so sær tað
út til, at Sølvi er aftur har hann
var í 2016 og 2017. Hann hevur
nú sama leiklut á liðnum, sum
hann hevði tá hann tvær ferðir
bleiv valdur til ársins spælara.
Hann fær eisini vant meiri nú
enn í fjør og tykist sum ein
sikkurt startari, so leingi orkan
er til staðar. Ein maðurin, sum
landsliðsvenjarin hevur fult
álit á.
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson,
DSC Arminia Bielefeld
(Týskland)
Var stórliga saknaður, tá lands
liðið spældi tveir teir seinastu
dystirnar í Nations League, har
tann seinni var móti Malta. Nú
er vónin, at hann kann gera
munin so vit vinna. Hann er
sjálvskrivaður á liðnum og
spælir báðar dystirnar. Spurn
ingurin er bara um vit koma í
eina støðu, har hann kanska
verður fluttur á annað pláss,
fyri at gera pláss fyri einum
innskiftara.
Jákup L. Thomsen,
FH (Ísland)
Hevur skotið nøkur mál í upp
startinum, men kappingin í
Íslandi er ikki farin í gongd
enn. Er helst mentur nakað,
eftir at hann byrjaði at skjóta
mál fyri FH í seinnu hálvu, og
fekk ein landsdyst frá byrjan.
Fær allarhelst nakrar minuttir
sum innhoppari.
Klæmint A. Olsen,
NSÍ Runavík
Vandamikli
málskjúttin
úr Rituvík er enn eina ferð
í
hópinum.
Hevði
nøkur
misjøvn avrik á landsliðnum
í Nations League, har hann tó
prógvaði at hann hevur tað,
sum skal til fyri at órógva,
men ikki á útivølli móti Aser
badjan. Skuldi kanska heldur
havt spælt móti júst Malta,
har vit koma til innlegg. Tí er
hugsingur, at rituvikingur fær
nakrar minuttir og okkurt at
arbeiða við.
FÓTBÓLTUR