Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og Bjerringbro-Silkeborg vun­nu í gjár bronsu í donsku steypa­ kappingini, tá ið teir í bronsu­ dystinum vunnu brots­kasts­ kapping ímóti Århus Håndbold eftir at dysturin var endaður við 23-23-javnleiki. Føroyski høgri vongurin skoraði eitt av brotskøstunum í avgerandi kapp­ingini, har hann var ískaldur og lobbaði bóltin upp um málverjan. Hálvfinalan var fyrrdagin, og hana vann Aalborg 29-27 ímóti teimum í Bjerringbro-Silkeborg, sum tó fáa 175.000 krónur fyri at gerast nummar trý. Føroyski málverjin, Niklas Simon­sen, og teir úr TM Tønder, taptu annan dystin á rað, tá ið teir í gjár fingu eitt 26- 22-tap við sær aftur frá vitjanini hjá Team Sydhavsøerne. TM Tønder var aftanfyri 13-11 í hálvleikssteðginum og var tarnað av heili átta útvísingum í dystinum. TM Tønder hevði annars møguleikan at hála seg inn á oddaliðið, Fredericia, sum hetta umfarið tapti greitt á útivølli fyri HC Odense. Tapið hjá TM Tønder hevur við sær, at teir framvegis eru trý stig aftanfyri Fredericia. 2. plássið er tó rættiliga trygt, tí í løtuni eru fýra stig niður til Skive fH, ið er nummar trý í næstbestu donsku deildini. HEI Skæring við Róki Akralíð á liðnum vann hetta um­farið í næstbestu donsku deild­ini 35-26-stórsigur á botn­lið­num í deildini, Køge. Føroyski verjuskansin fekk tvær útvísingar hjá HEI Skæring, sum er nummar 10 í deildini, nú einans eitt stig frá at lyfta seg upp um strikuna, ið skilir yvirliving í niðurflytingarspæl. PARASPORT Parasport Føroyar luttekur í hesum døgum í Special Olympics World Games í Abu Dhabi, og har hevur Signa Vár Dáva­dóttir Joensen vunnið trý heiðurs­merki í svimjing. Hon vann silvur í 200 metra blandað við tíðini 2:53.40, bronsu í 200 metra frí við tíðini 2:32.68 og silvur í 100 metra firvald við tíðini 1:18.38. Av øðrum úrslitum kann nevnast, at Meiken Olsen og Rúni Jacobsen eru blivin ávikavist nummar fýra og fimm í 200 metra renning. TALV Oddaliðini í 1. deild, Sandavágs Talvfelag og Havnar Telv­ingar­ felag, vunnu báðar sínar dystir tá næstseinasta umfar varð telvað í gjár. Sandavágsmenn, sum vóru uttan tann fótbólts- upp­tikna Rógva E. Nielsen, vunnu 3-1 á B-liðnum hjá Klaks­víkar Talvfelagi, meðan Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á A-liðnum hjá Klaksvíkar Telvingarfelagi. Triði dysturin í 1. deild var millum Kollafjørð og Havnina B. Kollfirðingar vunnu 2½-1½. Avgerðin í kapp­ ing­ini fellur, tá oddaliðini bresta saman í seinasta umfari 6. apríl. Støðan í deildini er: 1. Sanda­vágur 28 stig, 2. Havnin 26½, 3. Klaksvík 16, 4. Havnin B 14½, 5. Kollafjørður 12, 6. Klaksvík B 11. Føroysk heiðursmerkir í Special Olympics Føroyski svimjarin, Signa Vár Dávadóttir Joensen, vann heili trý heiðursmerkir í Special Olympics World Games í Abu Dhabi FM fyri ung í borðtennis var í høllini í Trongisvági um vikuskiftið. Pætur Albinus Leygardagin varð skipað fyri FM fyri ung í borðtennis. Kappingin var í høllini í Trongisvági, har tað frá morgni til út ímóti kvøldi varð kappast í einmansleiki og tvímansleiki. Úrslitini síggjast niðanfyri: Smápiltar – einmansleikur 1. Poul Knút Poulsen (TBF) 2. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF) 3. Tobias Garðshamar (TBF) Smápiltar – tvímansleikur 1. Poul Knút Poulsen/ Hans Jacob Gaard Petersen (TBF/ TBF) 2. Tobias Garðshamar/Lias Arnason (TBF/TBF) 3. Rói Ragnarson Mortensen/ Páll Hansen Sørensen (TBF/ TBF) Smágentur – einmansleikur 1. Marin Elisabet Poulsen (TBF) Piltar – einmansleikur 1. Elias Petersen (Tór) 2. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) 3. Gunnar Vang Niclasen (Tór) Piltar – tvímansleikur 1. Gunnar Vang Niclasen/Elias Petersen (Tór/Tór) 2. Jósvá Fonsdal Højgaard/ Rólant Hansen (TBF/TBF) 3. Poul Knút Poulsen/ Hans Jacob Gaard Perersen (TBF/ TBF) Smádreingir – einmansleikur 1. Rói Hjaltason (Tór) 2. Høgni Heinason (Tór) 3. Tórur Eið Eliasen (Tór) Smádreingir – tvímansleikur 1. Rói Hjaltason/Høgni Heinason (Tór/Tór) 2. Tórur Eið Eliasen/Pætur Frederiksen (Tór/Tór) 3. Gunnar Vang Niclasen/Elias Petersen (Tór/Tór) Dreingir – einmansleikur 1. Tórur Eið Eliasen (Tór) 2. Høgni Heinason (Tór) 3. Rói Hjaltason (Tór) Dreingir – tvímansleikur 1. Rói Hjaltason/Høgni Heinason (Tór/Tór) 2. Ári F. Jensen/Heri Lava Láadal (Tór/Tór) 3. Tórur Eið Eliasen/Pætur Frederiksen (Tór/Tór) Gentur – einmansleikur 1. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór) 2. Britt Michelsen (TBF) 3. Marin Elisabet Poulsen (Royn) Gentur – tvímansleikur 1. Britt Michelsen/Anja Wongwai (TBF/TBF) 2. Sólja Hilduberg Djurhuus/ Marin Elisabet Poulsen (Tór/ TBF) 3. Beinta Dalfoss Joensen/Bára Guttesen (TBF/TBF) Kvinnuunglingar – einmansleikur 1. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór) 2. Marin Elisabet Poulsen (TBF) 3. Anja Wongwai (TBF) Mansunglingar og tvímansleikur í kvinnuunglingum verður spælt næsta vikuskifti. UNGIR FØROYA­MEISTAR­AR Í BORÐTENNIS 13 ára gamli Tórur Eið Eliasen er føroyameistari hjá dreingjum FÓTBÓLTUR