týsdagur 19. mars 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33
VÁRBLAÐ
FOREKS · Varðagøta 3 · FO-100 Tórshavn · Tel 22 58 41 · Service 22 58 42 · www.markisur.fo
Heildarveiting innan markisur
Fleiri góðar løtur uttandura - alt árið
Dygdar markisur og hitarar
REX markisur Vakrar, hentar og álítandi · Skjót og trygg uppseting · Dygd fyri rættan prís
Markisur / hitarar:
Hví bíða til
summarið er komið
- bílegg í góðari tíð
Les meira á www.markisur.fo
Grafix 504251
Vit lata ein
ókeypis el-hitara
við hvørjari
markisu fram til
1. APRÍL 2019
Bilreins koyrir út at reinsa bilarnar
- Vit hava vatntanga, streym, trýstluft og dampreins
og annars alt, sum vit skulu brúka í arbeiðnum.
Tað einasta, sum viðskiftafólk skulu hugsa um, er
at hava bilin opnan, so vit fáa gjørt okkara arbeiði,
siga tveir 23 ára gamlir vinmenn, sum hava verið
í Birmingham og lært seg at gera bilar reinar
Vilmund Jacobsen
Magnus Madsen og Tóri Nattestad
eru farnir í holt við fyritøkuna,
teir rópa Bilreins, sum er fyrsta
flytbara bilvask í Føroyum, ið ser
liga vendir sær til persónbilar og
vørubilar.
Hetta merkir, siga teir, at við
skiftafólk sleppa undan at koma
til teirra við bilinum fyri at fáa bil
in reinsaðan.
- Vit koma í staðið til tín. Tað
einasta, tú skalt gera, er at ringja
ella senda okkum teldupost, so
syrgja vit fyri rest.
Magnus Madsen og Tóri Natte
stad eru vinmenn, og teir eru báðir
23 ára gamlir.
Í fjør heyst búnaðist tankin at
fara í holt við eitt hvørt virksemi
saman, og teir komu eftir, at ein
møguleiki kanska var at fara út at
reinsa bilar.
- Tað er útbjóðarar á marknað
inum, sum veita slíka tænastu,
men tað er eingin, sum hevur flyt
bara tænastu, og hetta síggja vit
sum ein møguleika.
Men, áðrenn teir fóru í gongd,
fóru teir fyrst at leita eftir skeið
um í bilreinsi ,og valið fall á Birm
ingham í Onglandi.
- Hetta skeiðið tiltalaði okkum
mest, tí tað tóktist sum eitt veru
ligt kvalitetsskeið, ið eisini kostaði
fitt av peningi. Skeiðið tók eina
viku, og bygdi bæði á teori og
praksis. Í endanum av skeiðnum
skuldu vit eisini upp til roynd, og
her fingu vit báðir prógv í tí, sum
rópt verður “mobile detailing”.
Magnus Madsen og Tóri Natte
stad siga, at teir lærdu óføra nógv í
Birmingham, og her fingu teir
bæði royndir og førleika at fara í
holt við sína fyritøku.
Hava alt í bilinum
Hóast heimasíðan – www.bilreins.
fo - ikki er klár fyrr enn nú, hava
teir havt væl at gera. Stórur dent
ur verður lagdur á, at arbeiðið
verður gjørt bæði væl og virðiliga
– og ikki minst fyri ein sámiligan
prís.
- Á skeiðnum lærdu vit um alt,
sum hevur við bilreins at gera,
bæði innan og uttan, og vit lærdu
eisini um polering av bilum. Pol
ering bíðar tó nakað enn, tí tað er
best, at hetta arbeiði verður gjørt
inni. Vit veita tænastuna á staðn
um, og tí er polering ikki vorðin
partur av okkara tænastu enn.
Magnus Madsen og Tóri Natte
stad hava ein bil, sum teir fara út
við, og her hava teir alt tað, teir
hava brúk fyri.
- Vit hava vatntanga, streym,
trýstluft og dampreins og annars
alt, sum vit skulu brúka í arbeiðn
um. Tað einasta, sum viðskiftafólk
skulu hugsa um, er at hava bilin
opnan, so vit fáa gjørt okkara ar
beiði.
Teir siga, at tænastan hjá teim
um røkkur um alt landið – í fyrstu
syfti, har landafast er.
Fýra ymiskir “pakkar”
Í tænastuni hjá Bilreins eru fýra
pakkar, har hin fyrsti og bíligasti
er bilvask uttan, har eisini verður
vaskað undir hurðar og millum
felgur.
- Hin størsti og dýrasti pakkin
er bilreins bæði uttan og innan,
har farið verður um allan bilin og
eisini í motorrúmið. Her verður
bilurin næstan sum nýggjur inn
an, og tú finnur ikki støv nakra
staðni. Vit taka ikki setrini úr bil
inum, men vit taka alt, sum er
undir setrunum og við síðuna av
setrunum. Eru blettir á setrum
ella innan í bilinum annars, verður
tað eisini tikið – ja, sjálvt pedalirnir
fáa helst eisini ein umgang.
Magnus Madsen og Tóri Natte
stad siga, at við tí størsta pakkan
um verður motorurin dampreins
aður.
- Allur skitturin á motorinum
og í motorrúminum annars verður
loystur, og síðan verður turkað við
klúti
eftir
bæði
motori
og
motorrúmi, soleiðis at motorurin
frá at vera skitin nú fer at lýsa
upp í motorrúminum, siga teir
báðir.
HAVA FINGIÐ
GÓÐAR AFTUR
MELDINGAR
Ungu menninir, Magnus
Madsen og Tóri Nattestad,
sum við lív og sál ganga upp
í sítt arbeiði, siga, at aftur
meldingarnar, teir higartil
hava fingið, hava verið góð
ar.
- Vit gera okkara arbeiði
so væl, sum yvirhøvur tilber.
Vit eru teir einastu, sum
hava eina flytbara tænastu,
og vit eru avgjørt teir bílig
astu við hesi tænastu í
Føroyum.
Magnus Madsen og Tóri
Nattestad siga, at tænastan
hjá Bilreins vendir sær til øll
potentiell
viðskiftafólk
-
privatfólk,
arbeiðspláss,
stovnar og kommunur sum
hava persónbilar og vørubil
ar.
Fólk, sum hava hug at
kunna seg um tænastuna
hjá Bilreins, kunnu ringja á
tlf. 355050 – og eisini ber til
at vitja nýggju heimasíðuna
– www.bilreins.fo
vilmund@sosialurin.fo
Teir eru báðir 23 ára gamlir,
vinmenn – og reka nú
fyritøkuna Bilreins saman