týsdagur 19. mars 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VÁRBLAÐ
HAVASTOVA ER BÆÐI
TIL SUMMAR OG VETUR
- Vit vilja gera alt fyri at ganga ynskjunum hjá okkara viðskiftafólkum
á møti og gera tingini einfølt og løtt, sigur Pætur M. Hansen
Vilmund Jacobsen
Pætur M. Hansen í Havn eigur
felagið Marká Sp/f, sum hevur
meira enn 20 ára royndir við
eitt nú havastovum, glasbygn
ingum, vindeygum, úthurðum
og ymiskum øðrum forvitnis
ligum í sínum útboði.
Við havastovum og glas
bygningum annars ræður ikki
minst um at fáa ljósið inn í
rúmið, soleiðis at tú longri
kanst njóta ta góðu tíðina av
árinum, eins og tú kanst njóta
hitan frá sólini í nógv fleiri
dagar gjøgnum árið enn ann
ars.
- Vit kunnu eisini siga tað
soleiðis at hava tey, sum liva í
heitari londum enn føroyingar,
brúk fyri havastovum, so hava
vit tað ikki minni. Slíkar eru at
síggja víða um – ikki minst í
Danmark, har tær eru púra
vanligar.
Pætur M. Hansen vísir á, at
eisini í Føroyum hava fólk sæð
frálíku
møguleikarnar
við
havastovum, og soleiðis hevur
Marká Sp/f eisini selt nógvar
slíkar kring landið.
- Hevur tú eina havastovu
við skjótihurðum, kanst tú
skjótt broyta havastovuna frá
einum innirúmi til eitt útirúm.
Tá nýtist tær ikki at renna
runt við havamøblum og øðr
um, um eitt æl kemur, tí tú
dregur bara hurðina fyri.
Við terassu- ella lufthitara
fært tú stóra gleði av at brúka
havastovuna alt árið.
-
Ein
kava-ella
regndag
kanst tú sita inni og njóta
ljósið útifrá – ja, sjálvt á há
vetri, tá sólin sendir nakrar
geiðslar, kann tað gerast heitt
inni í havastovuni, sigur Pætur
M. Hansen.
Alt eftir ynski
Felagið
Marká
Sp/f
gevur
óbindandi tilboð upp á tær
tænastur, sum fyritøkan bjóð
ar.
- Við í tilboðnum kunnu vit
eisini, um viðskiftafólk ynskja
tað, taka okkum av øllum tí
praktiska, sum er knýtt at
slíkari verkætlan, eitt nú tekn
ingum, umsóknum um byggi
loyvi, útgrevstri, fundamenti,
gólvi, hurð inn til verandi hús
og betongsaging, um tað er
neyðugt.
Hin møguleikin er, sigur
Pætur M. Hansen, at fólk gera
sum mest sjálvi og soleiðis
tryggja sær, at íløgan verður
minni.
- Vit vilja gera alt fyri at
ganga ynskjunum hjá okkara
viðskiftafólki á møti og gera
tingini einfølt og løtt, leggur
hann aftrat.
Marká Sp/f skiftir eisini
vindeygu og hurðar í bestu
góðsku, og her hava tey roynd
ir við góðum úrsliti í meira enn
15 ár.
- Prísurin verður alt eftir,
hvat skal takast við í tilboðið.
Vit kunnu koma á staðið, geva
vegleiðing, gera uppmátingar
og geva eitt óbindandi tilboð,
sigur Pætur M. Hansen, sum
eisini vísir til heimasíðuna
www.havatovur.com
vilmund@sosialurin.fo
ÆTLAR TÚ
OKKURT Í
SUMMAR?
Tíðin er komin til at
hugsa um, hvat gerast
skal uttandura í vár, um
tú ætlar tær at síggja
nakran vøkstur í summar.
Tá teir góðu várdagar
nir eru, hevur tú hug at
leita tær út um dyrnar og
út í tún at fáast við grót
og mold.
Men, eitt er, hvat fólk
sjálvi hava stundir til og
megna. Annað er, hvørjar
tænastur fólk hava høvi
at keypa sær frá ymisk
um veitarum á økinum.
Ætlar tú tær at gera
nógv, tekur slíkt arbeiðið
tíð - alt eftir, hvussu
lendið sær út, og hvussu
umfatandi arbeiðið er.
Tað eru eisini fleiri
veitarar á økinum, sum
tú hevur brúk fyri einari
hjálpandi hond.
Hetta eru fyritøkur, ið
kunnu taka sær av øllum
uttanduraarbeiði - alt frá
grevstri og planering til
flísaarbeiði, grótlaðing og
planting.
Veitarar bjóða eisini
ráðgeving, um fólk eru í
iva um, hvussu eitt økið,
tún ella ein heilur urta
garður skal skipast.
Slíkar tænastur verða
veittar bæði privatum,
fyritøkum,
kommunum
og almennum stovnum.
Fyritøkur bjóða eisini
tænastur til viðlíkahald,
eitt nú við lúking, at sláa
gras, klippa hekk og skera
trø.
Sum møguligur keyp
ari av slíkum tænastum,
fært tú eisini óbindandi
tilboð upp á tað, tú ætlar
at fáa gjørt.
vilmund@sosialurin.fo