Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. mars 2019 · Nr. 33 VÁRBLAÐ LINE-X FØROYAR Vegurin Langi 41 188 Hoyvík Tel. 353040 line-x.fo line-x@line-x.fo VARANDI LOYSN TIL LASTARÚMIÐ ... slitsterkt og einki viðlíkahald Børn tíma væl at planta Børnini elska at fara út at keypa fræ, grava, planta og væta blómur Vilmund Jacobsen Várjavndøgur er dagurin um várið, tá vit eru mitt millum stytsta dag og longsta dag. Hetta verður sagt at verða hin 21. mars, men summi ár kann 19. ella 20. mars vera rættari dag­urin, sigst. Í Føroyum er hetta árstíðin, tá dagarnir kunnu vera ógvu­ liga skiftandi til veður, vind, vætu og sól, og soleiðis plagar apríl mánaði eisini at verða. Onkran dag er frost, og aðrar dagar hitar sólin. Hetta er tíðin, har vit næstan kunnu uppliva allar árstíðir á einum og sama degi. Vit kunnu siga, at várið nú endiliga er í hondum, og tað er ikki minst nú, at tað verður stuttligt at vera heima og gera ymiskt uttandura saman við børnunum. Fyri framman bíða lýggjari dagar, ljósari kvøld, spælandi børn í fjøru og sandi, og tú fert at gáa eftir vøkrum fuglaljóði. Nøkur hugskot Enn er ov tíðliga at sáa, men tað verður skjótt, at tíðin kem­ ur til at planta ymiskt í mold­ ina. Páskaliljur, tulipanir og ym­ iskir leykir fara gjarna í jørðina longu fyri jól, og nær tað sæst spíra í urtagarðinum, veldst ikki minst um hita og veður. Tá tíðin er at planta, letur hetta seg saktans gera, antin tú býrt í egnum húsum ella íbúð. Børnunum dámar væl at verða við, tá plantað verður, og tey elska at fara út at keypa fræ, grava, planta og væta. Er eingin urtagarður, kanst tú skipa eitt blómubeð, planta í pottar ella kassar á altanini ella í túninum. Tú kanst velja at planta krydd­urtir, bønir, ertnir, gula­ røt­ur ella epli. Blómur, sum eisini kunnu plantast, eru eitt nú sólblóma, kornblóma ella morgunfrúa sum eru vakrar á at líta. Tá fyrstu sólstrálurnar vísa seg, er stundin komin til at væta, og er tað nakað, sum børn­ini elska, er tað júst at fá­ ast við vatn. So hvørt, sum góðu løturnar eru, og sólin verður heitari, kann tað vera eitt gott hugskot at gera ein matpakka og hava okk­urt leskandi við sær út í tún – um tú hugsar tær at halda børnunum til. Turkaðar blómur Ein góðan várdag úti í nátt­úr­ uni ber eisini til at henta nøkur vøk­ur bløð og taka tey heim við. Tú leggur bløðini millum tvey dagbløð og leggur eitt hvørt rímiliga tungt omanyvir. Annan hvønn dag flytir tú bløð­ini, sum liggja millum da­g­ bløðini, og eftir umleið teimum vikum eru tey turr og kunnu límast á papp, postkort ella laminerast.