Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Bergur Stórhamar, Óla Jákup Olsen og Signar Olsen blivu heiðraðir fyri sítt virksemi í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag Um vikuskiftið gjørdi ein rættilig ódn um seg í Mosambik og Simbabvi. Ódnin hevur higartil kravt yvir 1.000 mannalív. Herálvur Jacobsen hevur boðað frá, at hann gevst sum formaður í Føroya Lærarafelag. Karina Lykke Grand verður nýggjur stjóri á Listasavni Føroya. Heilsumálaráðið MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Í 2018 seldu vit fiskavørur fyri 3,8 mia. kr. meira enn í 2009. Tað er meir enn ein tvífalding í virði. Vit útfluttu fiskavørur fyri 7,5 milliardir krónur í fjør 3,8 7,5 Aðalráðið, sum varar av millum øðrum Landssjúkrahúsinum. Sirið Stenberg er landsstýriskvinna á økinum og Turið Arge er aðalstjóri. Rættiligt rok er komið í heilsupolitisku skipanina eftir at Jóanis Erik Køtlum segði seg úr starvið sum sjúkrahússtjóri. Orsøkin var vánaliga samskifti við Heilsumálaráðið. Síðani eru fólk komin kropp á kroppi og hava ákært Heilsumálaráðið fyri vantandi fakligan kunnleika. Sjúkrarøktarfrøðingar, kommunulæknar og hjálparlæknar hava endurtaka øll atfinningarnar og næstan 600 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava handað Sirið Stenberg mótmælisskriv um tað sama. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Um konan ballar mannin, hevur hon so lagt kongin? Hvassur vindur upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Fyrst skýggjað og regn, seinni sólglottar og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig. Í kvøld hvassur vindur upp í storm av útsynningi og vestri, 15 til 23 m/s, eitt skifti upp í hvassan storm í støðum, 25 m/s, í hvirlunum upp í ódn, 30 til 35 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 1 og 4 stig.   Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, seinni av útnyrðingi. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 1 og 6 stig. Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum, men spakuliga makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 2 og 5 stig. 15-20 m/s 10-15 m/s Eri eitt sindur merktur av at hava lurtað eftir orðaskiftinum um veiðugjøld. Má staðfesta, at ongar broytingar eru hendan, síðani vit fingu lógina um fyrisiting av sjófeingi, sum fekk drúgva viðgerð í vinnuni og politisku skipanini. Andstøðan tekur sum heild ikki undir við nøkrum, meðan stórur partur av samgonguni roynir at verja uppskotið. Sjálvur haldi eg, at uppskotið og reglurnar fyri, hvussu veiðugjaldið verður ásett, eru eitt sindur svikaligar og torskyldar. Ikki tí at eg ikki skilji matematikkina í uppskotinum, men roknskapargreiningin, sum skal liggja sum grund fyrstu árini, ikki er gjørd til endamálið. At uppboðssøluprísirnir ávirka er kanska ikki skeivt, men so ma landsstýrismaðurin halda seg frá at ásseta minstaprís. At vinnan skal gjalda fyri síni rættindi er til at skilja og tann partuyrin av inntøkunum í samfelagnum má eisini brúkast til at gjalda fyri okkara vælferðartænastur. Ája! Fráfarni stjórin á Lands­sjúkra­ húsinum hevur eisini sett eld í. 11 milljónir brúkti heilsuverkið ov nógv í fjør, men nú siga tey, at tað verður munandi meir í ár. Politiska skipanin er noydd til at seta seg inn í viðurskiftini og gera sær greitt, hvar vit ikki skulu hjálpa okkara sjúku. Hvørs viðgerð skal skerast burtur, tí vit ikki orka at gjalda í bestu bú­skaparligu tíðum. At seta og koyra stjórar í einari skipan loysir neyvan trupulleikan. Politiska skipanin skal taka um endan og greitt melda út, hvat hon er sinnað at gjalda fyri. Harraboð til ein fyribilssettan stjóra frá landsstýriskvinnu og aðalstjóra er bert lótir. Ája! Høgni Hoydal átók sær at umsita mentamál. Nú hevur hann lagt eitt uppskot fyri tingið um at hann kann fáa uttanhýsis fígging til vega til eitt tjóðleikhús. Hinvegin vil partakvinna hans­ara, Sirið Stenberg, ikki vita av uttan­hýsis­ pengum til ein diabetisdepil i Føroyum. Skilji politikk, hvør ið vil. Ája! Samferðslumál fáa altíð nógva umrøðu og ikki minni, nú Heðin Morte­ nsen hevur tikið sær av málsøkinum. Fínasta slag við bergholum – tey skulu vit hava, men hvat við viðlíkahaldi. Veginir eur so illa farnir sum sjáldan fyrr. Asfaltið er holut og sporini í vegnum ófantaliga djúp. Har eur ongir snórar atklippa, men lat okkum vera eitt sindur skilagóð og gera viðlíkahld av tí, sum vit hava brúkt nógvan pening til. Tað má gerast nú. Ája! Sjálvandi gloymi eg ikki, at vit spæla landsdyst í fótbólti móti Malta í morgin. Tykist um mong halda, at hetta er bert ein dystur, sum vit vinna og so flúgvsa víðari til Rumenia. Soleiðis er støðan ikki. Ein góðan dag vinna vit Malta, men so skulu allir okkara menn spæla uppá tað besta. Minst til, at í Føroyum búgva vit 50.000 fólk, meðan tað búgva 10 ferðir so mong á Malta. Kortini vóni eg, at okkara gera teirra besta. So verður leygardagurin góður. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Yvir 800 børn standa á bíðilista at sleppa til musikk­ skúla­undirvísing? 13-20 m/s