Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Tórfinn Dahl, f. 10. mars 1978, Berjabrekka 73 Tað býr ein politikari í mær og nú havi eg valt at stilla upp fyri Miðflokkin. Eg eri føddur og vaks upp í Klaksvík, flutti í 99 úr Klaksvík, í egna íbúð í Havn. Fólkakirkjan er sum mítt annað heim. Dagliga sambandið við Frelsaran heldur mær uppi, annars var eg langt síðani kollapsaður. Eg takki hvønn dag mínum HARRA og Frelsara fyri, at eg havi JESUS í mínum hjarta. Bíblian áleggur okkum at taka okkum av tí veika Sum ungur var eg yvirbeskyttaður, settur til síðis, píndist, tað var tungt og fekk fylgir. Inaktiviteturin knekkaði meg. Eg dugi væl at orða meg, eg vil sjálvur, slapp ikki, samfelagið setti meg i bás, á eitt síðuspor. Týdningarmest er at síggja pesónin sum hann er í dag Eg stríðist við sjónveikleika, ynski mær eitt tillagað starv, megni væl at arbeiða, bara finna tað rætta. Men, siga tey, tú fær pensión, ongin forðar tær at arbeiða, slíkt tos er niðrandi. Íbúðarneyðin hjá teim sálarsjúku liggur mær á hjarta. Tey verða marginaliseraði. Nøkur teirra bukka undir! Eg vil tosa søk teirra, sum verða sett til síðis, og rættin hjá teimum, ið bera brek, at sleppa at virka/arbeiða, evt. í einum tillagaðum starvi. Starvsfólk á almannaverkinum hava bara lisið seg- til og tikið eina útbúgving. Eg havi sálarliga følt, sæð og hoyrt og kann vísa á, at mangan er tað ikki brekið, sum er ein forðan fyri at megna at vera virkin. Fyri meg er tað heilt avgjørt (í dag) ein styrki, at eg, fyri trimum árum síðani, var illa fyri. Almannalógin er ov slítandi, ov stirvin! Atgongdin má bøtast, tað vil eg virka fyri. Almannaverkið skal vera lætt at kontakta, er í løtuni alt ov fløkt! Tú ringir, tá byrjar fløkjan! Tú verður vístur higar og hagar. Tú burdi har havt ein persón, sum útgreinar og setir teg í sb.v. tann rætta. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Vangamynd SITAT Vit, sum virka innnan tað almenna, eru tænarar fólksins, ikki harrar tess (brot úr tingrøðu) KUNNGERÐ Broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri Eysturkommunu Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit. Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 25. mars 2019 til og við 17. apríl 2019 á kommunuskrivstovuni. Broyting í byggisamtyktini fyri Leirvík fyri matriklarnar: 332, 361, 130, 128d og 128g og partur av vegnum P. Lýsing, verandi støða: Nevndu matriklar liggja sum: Miðstaðarendamál A, matr. 130, 128d og 128g, sum Sethúsaøki B, matr. 332 og 361 og partur av vegnum P. Lýsing um broytingina: Nevndu matriklar verða broyttir til: Almennir stovnar E. Broyting í byggisamtyktini fyri Leirvík fyri matrikul: Partur av 147d og 128h Lýsing, verandi støða: Nevndi matrikul liggur sum: Frílendi H. Lýsing um broytingina: Partur av nevnda matrikul verður broyttur til: Sethúsaøki B. Broyting í byggisamtyktini fyri Norðragøtu fyri matrikul: Part av 109a og vegin a Lýsing, verandi støða: Nevndi partur, av matriklinum, liggur sum: Fríøki H. Lýsing um broytingina: Parturin av nevnda matrikul, verður broyttur til: Sethúsaøki B. Broyting í byggisamtyktini fyri Gøtugjógv fyri matriklarnar: 35 og 26 Lýsing, verandi støða: Nevndu matriklar liggja sum Miðstaðarendamál A. Lýsing um broytingina: Nevndu matriklar verða broyttir til: Almennir stovnar E. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 08. mai 2019. Eysturkommuna 18. mars 2019