Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019 SOSIALURIN 34 6 PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO V ið sínari egnu slag­ara­ sending og diskara­ kon­septi hevur 20 ára gamli Bjørn Hentze Bech úr Porkeri megnað at gjørt gamlan føroyskan tónleik kul­an aftur upp á ein nýggjan máta. Ungi porkeningurin hevur sett sær málið at syrgja fyri, at føroyski sangskatturin ikki fer í gloymsk­una - og hetta ger hann við at skjalfesta upplýsingar um føroyskar plátur frá fimti- og sekstiárunum. Gamla ljóðið bergtók hann Áhugin fyri gamla tónleikinum birtist tíðliga. Bjørn Hentze Bech vaks upp í Porkeri, og heima hjá ommu og abba sínum har var hann vanur at hoyra sangir hjá eitt nú Doodlebugs og Árna & Marner. Síðstnevndu hava nógvar endurinnspælingar av teimum heilt gomlu føroysku sangunum, sum Bjørn dámdi væl, men tá hann so hoyrdi upprunaútgávurnar av hesum, var tað okkurt, sum festi seg. - Eg bleiv upp á onkran máta bergtikin av tí gamla ljóðinum, tí tað hevði sína heilt serligu sjarmu. Eg minnist eisini, tá eg hoyrdi upprunaútgávuna av “Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni” fyrstu ferð í útvarpinum. Tað var ein heilt annar sangur enn tær end­urinnspælingarnar, eg kendi áðrenn, greiðir Bjørn Hentze Bech frá, sum ikki dugir at siga, hvar hes­in brennandi áhugin stavar frá. - Tá eg so hevði sett meg meira inn í søguna um tær ymsu plát­ur­ nar, bleiv eg forelskaður í øllum upp­runa­útgávunum, sum eg yvir­ høvur fann fram til. Ein grátandi kona kveikti áhugan Síðan heystið 2017 hevur røddin hjá Bjørn verið at hoyrt í útvarpinum fríggjakvøld í sendingini Aft­ur­ ljóð, sum hann sjálvur leggur til rættis. Byrjunarskotið til út­ varps­sendingina var einaferð í 2016, tá ungi maðurin var í einum føð­ingardegi, har gamal føroyskur harm­onikutónleikur varð spæld­ ur. Hann gloymir ongantíð løtuna, tá hann varnaðist, hvussu nógvar kensl­ur kunnu liggja í einum sangi. - Har sat ein eldri kona, sum knapp­liga fór at gráta. Eg skilti ikki hví, men tað vísti seg, at tað var orsakað av tónleikinum, tí hetta vóru tónar, sum hon ikki hevði hoyrt í nógv Harrans ár. Tá fekk eg hugskotið, at eg mátti heita á Kringvarpið um at gera eina sending við eldri føroyskum tón­leiki, sum eg jú eisini sjálvur dámdi so væl, greiðir Bjørn Hentze Bech frá. - Eg helt eg var ov ungur Tað var ongantíð ætlanin hjá Bjørn, at hann sjálvur skuldi vera vert­ur fyri nakra sending. Hann vildi bara geva fleiri møguleikan at hoyra eldri føroyskar sangir, sum kundi vakja somu kenslur sum hjá gomlu konuni í føðingardegnum. Hann gjørdi eina demosending fyri at vísa Kringvarpinum, hvat hann meinti við, og hvussu hann ímyndaði sær hesa sendingina. Nakað seinni, tá tað var “Spæl føroyskt vika”, setti Kringvarpið seg í samband við Bjørn. Teimum dámdu hugskotið um sendingina og spurdu, um hann hevði hug at standa fyri henni. - Eg ivaðist í, um eg var tann rætti at gera tað, tí eg var so ungur. Eg hugsaði, at kanska onkur eldri og meira kompetentur vildi sleppa framat, so eg vildi ikki taka kjansin frá onkrum øðrum. Men eg valdi so at geva tí ein kjans og segði ja. Sendingin “Spæl føroyskt við Bjørn” fekk so mikið góðar aft­ur­ meldingar, at tann tá 18 ára gamli Bjørn Hentze Bech varð biðin um at hava eina fasta send­ing hvønn fríggjadag. Tá sá send­ing­in Afturljóð dagsins ljós, sum hev­ur verið fastur partur av kring­varps­ skránni síðan tá. Frá áhuga til arbeiði Sjarmerandi og mentanarliga kon­ septið við gomlum føroyskum tón­ leiki frá einum so ungum manni er blivið so mikið populert, at tað, sum fyrr var eitt frítíðarítriv hjá Bjørn, nú næstan kann roknast sum eitt virksemi. Hann byrjaði at diska við tón­ leiki frá farnum tíðum í Sirkus, og eftir hetta hevur hann staðið á odda til fleiri slagarakvøld, sum tey kalla tað, og enntá jólaborðhald. - Tað var undarligt at sita framman fyri fólki fyrstu ferð og fortelja teimum bak­grunds­søg­ ur­nar um teir ymsu sangirnar. Áðrenn hetta var eg jú bara vanur við at tosa í eina mikrofon, har tann einasti, eg sá, var teknikarin. Fekk lív í Fjósið á G! At Bjørn Hentze Bech hevur re­ - TÚ MÁST KENNA FORTÍÐINA FYRI AT SKILJA NÚTÍÐINA - Tað er lætt at granska um Elvis og the Beatles, tí har er nokk av tilfari um skrivað um teirra søgu. Men um mann skal kunna seg um Hvalbiarbrøðurnar ella onkrar aðrar føroyskar slóðarar, so finnur mann næstan einki, sigur 20 ára gamli Bjørn Hentze Bech, sum hevur ein heilt serligan tokka til gamlan føroyskan tónleik PERSÓNSØGA Bjørn skjalfestir føroyska sangskattin: